fríggjadagur 7. mai 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78
Sosialurin
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Minningarorð um systkinabørnini bæði
Súna á Ryggi, f.1. mai 1948 - d. 2. mars 2009, og Albert Hansen, f. 20. sept. 1943 - d. 5. apríl 2009
Góði Súni
2. mars í fjør var fjørðurin so rógvin. Títt lívsskeið var
at enda komið. At vera saman við tær kendist altíð
gott. Tú vart altíð til staðar við einari stillari nærveru,
eygleiddi og lurtaði, tó hevði tú tína greiðu meining og
segði tína hugsan um samfelagsviðurskifti, politikk
o.a. serliga umstøðurnar hjá fiski manninum høvdu
tín áhuga.
At vera førur fyri at bera álvarsliga sjúku og
framvegis megna at gleðast um lívið og smáar
hendingar í gerandisdegnum var onki minni enn eitt
bragd. Tú átti ein frið og innari styrki, sum er gott at
eiga, tá lívsins stormar leika í.
Henda frið og nøgdsemi havi eg kent, frá tí eg kom
inn í tykkara familju, har vermóðir Arna altíð skapti
hugna í heiminum, altíð við tí góða orðinum og væl
nøgd. Jógvan,verfaðir eydnaðist mær tíanverri ikki at
læra at kenna, hann andaðist í 1965, bert 57 ára gamal.
Ingibjørg, fastir tykkara, sum kom at hava so nógv at
týða fyri tykkum systkini, hevði somu lívsáskoðan
sum foreldur tykkara. So tit hava fingið góðan
førning við tykkum út í lívið, og hetta merkist.
Aftaná lokið realskúlaprógv fórt tú til skips í
nøkur ár. Síðani á skiparaskúla. Síðani aftur til skips.
Tú hevur ført skip og havt tín egna útróðrarbát
í fleiri ár. Seinastu árini starvaðist tú hjá Miðvágs
Kommunu. Væl lýddur av øllum. Hevði seyð og gæs í
fleiri ár . Tær dámdi so væl at fáast við kríatúr og at
koma norður á trøðna ta tíðina, seyðurin gekk har.
Tú gekk eisini á fjall á Heimanhús í nógv ár, mangan
vakran og eisini baldrutan túr hevur tú havt har
norðuri. Visti millum annað væl skil á fugli, hvar
hann átti o.a. góðir túrar saman við tær á Fjallavatni,
seinast á sumri 2007. Tú hevði tína dagligu gongd í
heiminum hjá Bergittu og Georg og høvdu
tit nógvar góðar løtur saman.
Tú hevði umsorgan fyri tínum næstu heilt til tað
seinasta. Góði Súni, nú er ongin at ringja til at spyrja
um floglíkindi o.a..Var ein í iva um slíkt var bara at
ringja til tín. Vaksin upp úti á bygd og búleikast har
alt lívið og verið við í øllum arbeiði, ið har var og sum
sjómaður, hevði tú gott skil á øllum, sum fyrifórst
í náttúruni. Góði Súni. Tú vart ikki ein maður, ið
kravdi so nógv av lívinum hvat tí matriella víðvíkti,
tú sást onnur virðir, men altíð væl nøgdur og gleddist
um lívið og tá tað gekst tínum næstu og kenningum
væl. Ein góð gáva at eiga. Tú hevur víst okkum, ið
eftir sita, eitt gott dømi um hvussu lívið kann livast í
nøgdsemi og tøkk til tann ið øllum ræður.
Góði Súni, vit sakna teg. Hvíl í friði.
Marita
Súni
Góði Albert
Góðan mánað aftaná at Súni
andaðist vóru eisini boð eftir
tær. Ja, orðini: Ongin veit á
morgni at siga, hvar hann
á kvøldið gistir kunnu av
sonnum sigast um teg hendan
leygardagin 4. apíl í fjør, tá
tú komst aftur í Vágoynna
aftaná
at
hava
vitjað
systirdóttir tína við húski í
Kollafirði. Norðast í bygdini
komin til Sandavágs vart tú
úti fyri ferðsluvanlukku. Bleiv
fluttur á Landssjúkrahúsið,
men andaðist tímar seinni, 5. apríl.
Kom at kenna teg í 1973. Still før ur, gjørdi onki hovasták burt ur úr sær
sjálvum. Gleddist tá tað gekst tínum næstu og kenningum væl.
Albert var heimamaður. Arbeiddi saman við faðir sínum, tí kenda
bátasmiðinum Hans Kristoffuri Hansen, við at smíða bátar. Har kom nógv
fólk á gátt í bátasmiðjuni. Helst hevur mong støða um samfelagsviðurskifti
úti og heima verið havd á lofti har. Eisini komu nógv fólk í heimið hjá
tykkum, har Lina , móðir Albert tók væl ímóti. Sera hugnaligt at koma á
gátt hjá tykkum.
Í 1975 doyði Johan, yngri bróður Albert av vanlukku, bert 30 ára gamal
og hevur hetta verið ein dyggur smeitur fyri foreldrini og systkin. Tú
komst nógv í heimið hjá Marionnu og Erlingi, og hevur tað verið hugaligt,
tá ein annars er einsamallur í húsi.
Albert fekst eisini við at hava seyð inntil fyri nøkrum árum síðani. Kom
onkuntíð á gátt í heimi okkara og kunnu vit bara bera tær alt tað besta .
Góða Mary og tit uppi hjá Jyttu. Saknurin er størstur hjá tykkum, men ein
er, ið leiðir fram á veg.
Hvíl í friði, góði Albert.
Marita
Albert
Andlát
Kunngjørt verður, at elskaða mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
Kristianna Johannesen
Ættað frá Gjógv
Búsitandi í tórshavn andaðist hósdagin
06.05.2010 72 ára gomul
Kistan fer úr landsjúkrahúskapellinum
sunnudagin kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
mánadagin kl. 13.
Familjunnar vegna
Vagn, Asbjørn, Sólrun, Maritt og Suni
Tøkk
Eg vil fegin við hesum hjartaliga takka øllum,
sum á einhvønn hátt góvu mær ans á 80 ára
føðingardegnum 30. apríl 2010.
Takk fyri vitjanir, uppringingar, gávur,
brøv, kort, blómur og heilsanir annars.
Tøkk til tykkum øll, sum komu til hátíðarhaldið
og vóru við til at gera dagin hugnaligan
og minnisríkan.
Tøkk til stýrið fyri Meinigheitshúsinum á
Skála fyri vælvild og loyvi til at brúka húsið
til hátíðarhaldið. Tøkk til tykkum, sum stílaðu
so væl fyri veitsluni. Takk til vinir, kenningar,
bygdarfólk og felagsskapir, sum øll á ymiskan
hátt hava verið við til at geva lívinum innihald
og gleði. Ein innilig tøkk til alla familjuna fyri
gott samanhald og trúfesti. Gleðin og takksemið
eru stór til okkara samfelag, sum gevur okkum
so nógvar og ríkar møguleikar gjøgnum
lívsskeiðið. Til síðst, men ikki minst:
Tøkk fái Gud fyri lívið.
Bestu heilsanir
Sigvald Kristiansen
Andlát
Kunngjørt verður fyri ætt vinum og
kenningum, at kæra mamma, omma og
vermamma okkara
Tóra Spangenfeldt,
fødd Skála,
andaðist í heiminum 4. mai 89 ára gomul.
Farið verður úr landssjúkrahúskapellinum
mánadagin 10. mai kl. 18.00 og jarðarferðin
verður úr Vesturkirkjuni týsdagin
11. mai kl. 14.00.
Vegna tey avvarðandi
Finn Spangenfeldt