Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78 Sosialurin Á hálsi · Smyrilsvegur 7 · tlf. 312138 0-16 ár Sosialurin 341800 Virðisseðil á kr. 100,- Hesin seðil er galdandi við keyp yvir kr. 500,- í Dadduni 7-8. mai 2010. Klipp út seðilin og tak hann við til handils. Bert ein seðil til hvønn kunda. Er ikki galdandi fyri tilboðsvørur Nógv nýggj cool vøra Nu kommer den nye 100-kroneseddel. Motiverne på sedlen er den gamle Lillebæltsbro og Hindsgavldolken fra Danmarks stenalder. De mange nye detaljer gør sedlerne endnu sikrere. 100-kronesedlen udkommer 4. maj. Nye danske pengesedler Læs mere på www.nationalbanken.dk 4. maj 2010 Er udkommet Oktober 2010 Februar 2011 Maj 2011 Lýsing eftir umsøkjarum til undangóðkenningar til: Loyvi til framleiðslu av ravmagni úr vindorku Sambært § 5 stk. 2 í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (hereftir nevnd el­ veitingarlógin), verður við hesum lýst eftir umsøkjarum, sum kunnu undangóðkenn­ ast at søkja loyvi til framleiðslu av ravmagni úr vindorku. Staður og máttur: Í Neshaga (suður móti Eystnesi) í Eyst­ uroy, ella á øðrum væl egnaðum staði. Loyvið kann veitast sambært § 4, stk. 1, í elveitingarlógini til ein samlaðan mátt uppá maks 3 MW. Nærri treytir viðvíkjandi væntaðu elfram­ leiðsluni, harímillum mátti, yvirvaking, til­ og frákobling, avrokning v.m. kunnu fáast við at venda sær til Elveitingareftirlitið. 1. Loyvisgevari Elveitingareftirlitið Skálatrøð 20 P.O. Box 73 FO 110 Tórshavn E­post: elveitingareftirlitid@ elveitingareftirlitid.fo 2. Mannagongd Avmarkað útboð. 3. Slag av loyvi Loyvi til framleiðslu av el úr vindorku sambært § 5, stk. 2 í elveitingarlógini. 4. Freist Seinasta freist at senda inn umsókn um luttøku í undangóðkenningini er 1. juli 2010, og seinast 1. august 2010 væntast undangóðkendir umsøkjarar at vera góð­ kendir. 5. Útinnan Teir umsøkjarar, sum verða undangóð­ kendir fáa eina freist uppá tríggjar mánaðar at søkja um endaligt loyvi, soleiðis at tíð verður at gjøgnumføra kravdu forkann­ ingarnar, útvega onnur neyðug loyvi, og at gera uppskot til uppsetan og rakstur av vindmyllunum. Freistin fyri vali av vinnara av útboðnum verður endaliga ásett í útboðstilfarinum, sum verður klárt seinast 1. august 2010. 6. Umsóknin verður send til: Elveitingareftirlitið Skálatrøð 20 P.O. Box 73 FO 110 Tórshavn elveitingareftirlitid@elveitingareftirlitid.fo Umsóknin verður send inn í tveimum fysiskum eintøkum og einum elektron­ iskum eintaki. Umsóknin skal innihalda ein samandrátt av tí tilfari, sum seinni verður sent inn í sambandi við møguliga umsókn um enda­ ligt loyvi. 7. Upplýsingar um búskaparlig og teknisk viðurskifti: Fyri at verða tikin við í undangóðkenningini skulu hesar upplýsingar latast Elveiting­ areftirlitinum: – Navn, bústaður, vinnutal, kontakt­ persónar, telefonnummar og teldupost­ adressa – Yvirlit yvir líknandi uppgávur, sum umsøkjarin hevur útint, við lýsing av mest viðkomandi uppgávunum seinastu 5 árini – Váttan um, hvussu nógv starvsfólk í meðal hava arbeitt hjá viðkomandi fyritøku seinastu trý árini. – Upplýsingar um útbúgvingarligar og fakligar førleikar – Upplýsingar um roknskapartøl fyri seinastu trý árini. Harímillum nettosøla, úrslit eftir skat og samlaðu ogn, skuld og eginpening. – Váttan verður viðløgd við trú og heiður um falna skuld hjá fyritøkuni til tað almenna, í tí landinum, sum fyritøkan er stovnsett. Um fyritøkan samstarvar við aðrar fyri­ tøkur um uppgávuna verður upplýst um hetta. 8. Metingarstøði fyri endaligu loyvisveitanini eru: Búskaparliga mest gagnliga ætlanin, mett útfrá: • Prísinum pr. kWh • Teknisku loysnini • Sannlíkindunum fyri, at umsøkjarin megnar at seta í verk uppstillaðu virkislýsingina Metingarstøðini eru ikki raðfest. Loyvið verður veitt tí umsøkjara, sum gevur tilboð um lægsta prís, hevur bestu teknisku loysnina, og hvørs virkislýsing verður mett sannførandi og sterk. Viðvíkjandi teknisku loysnini verður serliga mett um í hvønn mun ætlanin kann viðføra høga: • gagnnýtslu av vindorkuni • veitingartrygd • elgóðsku Viðgerðin av umsóknunum vil byggja á eina heildarmeting har nevndu metingar­ støði verða týðandi partar í viðgerðini. Elveitingareftirlitið • Boks 73 • Skálatrøð 20 • FO 110 Tórshavn • Tel: 35 60 20 • Fax: 35 60 35 • www.elveitingareftirlitid.fo Sosialurin / KvR 34 18 00