Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 78 · 7. mai 2010 21 VIKUSKIFTI Einastandi samband við náttúruna og við umhvørvið Sí fleiri hús á inni.fo PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Niðast á bakkanum á Velbastað í hesum sera áhugaverda umhvørvinum beint við mølina og við bátahylin standa hesi sera sjáldsomu húsini, ið tala til frið, njótilsi, virkni og virksemi. Uttanfyri og uttanum Tú koyrir eftir gamla bygdavegnum til Velbastaðar og heilt oman á bakkan gjøgnum bøin og vøkru náttúruna. Tú koyrir heilt oman til bátahavnina og neystini og sera hugnaliga umhvørvið har. Har kanst tú hava og flota bát, og tú kanst sjálv/ur velja, um tú vilt hava bilin ella bátin inn í stóru og góðu garaguna í niðastu hædd. Húsini standa í heilt einastandi náttúru- vøkrum og heilt serstøkum um- hvørvi beint við strond, fjørð, báta- havn, neyst o.a. Ljós og luft – inni og úti Stóru vindeyguni geva eitt eina- standandi útsýni, og sambandi við umhvørvi og náttúru, veður og vind, litir og ljós er heilt einastandandi. Tú kanst standa í stovuvindeyganum ella á útigólvinum / terassuni og fylgja við lívinum við strondina og á sjónum. Har er fuglur, kópur, bátar og skip. Framúrskarandi panora- maútsýni er yvir fjørðin og yvir oyggjarnar. Inni er hugnaligt og fjálgt, og tú merkir veruliga, at sterka og væl bygda húsið verjir teg ímóti nátturukreftunum. Opið er upp í tróðrið, so opni himmalin uttan gongur aftur í opna hválvinum inn- an. Kjallarin er bilhús og neyst Í niðastu hædd er stór og frálík garaga, ið eins væl kann nýtast til neyst. Sjálvvirkandi hurðin letur seg upp fyri óteljandi møguleikum fyri at virka og liva við bili, báti og øðrum. Tú kanst ganga beint úr ítrivsumhvørvinum upp í hugnaligu íbúðina. Húsið kann – alt sum tað er – vera ein karmur um eitt gott gerandislív fyri tann einstaka, parið ella lítlu familjuna, eins og tað er einastandandi væl egnað til frítíð- arhús. Innrætting Í ovaru hædd er inngongd, gongd, 2 kømur, baðirúm og køkur / alrúm / borðsstova / stova við útgongd til altan / terassu. Í niðaru hædd er inngongd, goymslurúm, stór garaga við el-portri, millumgongd og kamar. Fakta Adressa ...........Bakkav. 2, Velbastað Byggiár: ...........1979 Hæddir: ............2 Gólvvídd: ..........124 m2 Grundøki: .........50 m2 Hjallur: .............Nei Bilhús: ..............Ja Prísuppskot: ...kr. 1.900.000