fríggjadagur 7. mai 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78
24
Sosialurin
Húsini liggja á Geilargøtu 6. Tey eru bygd í 2007 og eru 280 m2 stór.
Húsini eru væl bygd og úr góðum tilfari. Tey eru ljós, hugnalig
og liggja sera væl fyri, við framúr góðum útsýni. Húsini eru í
tveimum hæddum og báðar eru innrættaðar.
Grundstykkið er 528 m2, og tað er nærum liðugt gjørt
runt um húsini, við túnum og gørðum.
Prísuppskot: 2,4 mió. / Húsini vera víst fram eftir avtalu.
Sí fleiri myndir á www.cre8.fo/pages/hus.php
Ring tlf. 441314 ella 217969
Nýggj hús í syðRugøtu til sølu
www.torshavn.fo
Broytingaruppskot
Broyting av serstøku byggisamtyktini fyri Tórshavn
tórshavnar
kommuna
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og
byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð
á fundi 28. apríl 2010 hevur samtykt uppskot til serstaka byggisamtykt
fyri økið millum Tinghúsvegin, Sverrisgøtu, Niels Finsensgøtu og Bøkjara-
brekku.
Serstaka byggisamtyktin snýr seg um skipan av framtíðar útbyggingar-
møguleikum í økinum millum Tinghúsvegin, Sverrisgøtu, Niels Finsensgøtu
og Bøkjarabrekku.
Serstaka byggisamtyktin umfatar ognirnar 384a, 385, 386, 387, 413c,
413d, 414e, 414b og 419, Tórshavn.
Tilfar, sum lýsir ætlaðu serstøku byggisamtykt-ina liggur frammi í
Snarskivuni á Vaglinum, frá 10. til og við 31. mai 2010, frá mánadegi
til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, hósdag tó til kl. 18.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar
kommunu skrivliga í seinasta lagi 21. juni 2010.
www.torshavn.fo
Stuðul úr felagsgrunni
Grunnurin til frama fyri samstarvi og fatan millum Nuuk i
Kommuneqarfik Sermersooq, Reykjavík og Tórshavn.
Møguleiki verður nú aftur at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk i
Kommuneqarfik Sermersooq, Reykjavík og Tórshavn. Grunnafundur verður
í juni mánaði, har avgerð verður tikin um veitan av stuðli.
Býarstýrini í Kommuneqarfik Sermersooq, Reykjavík og Tórshavn seta
árliga pening í grunnin, hvørs endamál er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk
ella annað, ið kann fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar
kommunur og borgarar teirra.
Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg o.o., ið halda seg koma undir
treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing
um tiltakið. Umsóknarblaðið fæst í Snarskivuni ella inni á heimasíðu
kommununnar www.torshavn.fo. Tað er av týdningi, at hetta umsóknarblað
verður nýtt, tá søkt verður, og at svarað verður so gjølla sum til ber.
Meiri fæst at vita um treytir við at venda sær til Anvu Bech, skrivara, telefon
302010.
Umsókn merkt „Nuuk i Kommuneqarfik Sermersooq, Reykjavík og Tórshavn“
eigur at vera hjá Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn, í seinasta
lagi 15. mai 2010.
tórshavnar
kommuna
Grunnurin hevur broytt navn frá „Fællesfond mellem Nuuk-Reykjavík-Tórshavn“ til „Fællesfond
mellem Nuuk i Kommuneqarfik Sermersooq – Reykjavík og Torshavn“.