fríggjadagur 7. mai 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 78 · 7. mai 2010
23
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
AgAssi sigur
sínA søgu
hann telist millum populerastu tennisspælarar
nakrantíð, men sum barn orkaði Andre Agassi
ikki fyri tennis. seinni varð hann fullkomiliga bitin
av ítróttinum og gjørdist ein av heimsins bestu
tennisspælarum. Agassi var eisini funnin fressur
hjá slaturbløðunum, og hann var avmyndaður í
øllum hugsandi støðu. her greiðir Agassi sjálvur frá
sínari søgu.
Andre AgAssi
Open: An Autobiography
singer/sOngwriter
finAlA á KAspAr
leygarkvøldið verður finalan í singer/songwriter kappingini, sum hevur verið hildin
á Kafe Kaspar í havn seinastu vikurnar. finalistarnir skulu leygarkvøldið sannføra
dómarar og áhoyrarar um, at teir hava uppiborið sigurin í kappingini. í øllum førum er
lagt upp til eitt gott tónleikakvøld við nøkrum væl uppløgdum singer/songwriters.
singer/songwriter finAlA
Kafe Kasper í havn
leygarkvødið 8/5
ÚTgávuKonSErT
vIð EIvør
Eivør Pálsdóttir hevur í næstu viku
tríggjar konserti rí sambandi við, at hon
gevur nýggja fløgu út. Fløgan kallast
Larva, og og á fløguni er 11 løg, sum í
stóran mun eru skrivað av Eivør sjálvari.
Útgávukonsertirnar við Eivør verða 12. og
13. mai í Sjónleikarahúsinum í Havn , og
14. mai í Losjuni í gøtu.
eivør útgávukonsertir
Havn mikukvøldið 12/5
og hóskvøldið 13/5
gøta fríggjakvøldið 14/5
tOdi á
hvOnn live
fríggjakvøldið bjóðar rás2 aftur hvonn live. hetta
er sending við spennandi gestum, livandi tónleik,
kjaki og undirhaldi. hesaferð vitjar kendi danski
poppsangarin rasmus seebach. hann fer at tosa um
seg og sín tónleik, og hann spælir eisini live. Millum
hinar gestirnar er todi Jónsson, sum av mongum
verður roknaður sum fremsti føroyski fótbóltsspælarin
nakrantíð. hann fer at svara spurningum um at hava
talent og fáa nakað burturúr tí.
Hvonn live
rás2
fríggjakvøldið 7/5 kl. 20.00
MITT í
BEaTLa-røð
Útvarpið hjá Kringvarpinum endursendir
í hesum døgum frálíku røðina um The
Beatles, sum Suni Merkistein og Pauli
Magnussen gjørdu í 2000. Sendingarnar
um størsta poppbólkin í søguni eru 9 í tali,
og leygarkvøldið verður fimta sendingin
í røðin endursend. Hetta er sending, sum
bæði undirheldur og upplýsir við livandi
málburði, tónleiki og samrøðum.
tHe BeAtles sendirøð
Útvarpið
Leygarkvøldið 8/5 kl. 19.00
plAnetin í blu-rAy
bbC hevur gjørt ein nýggja dvd-film við
heitinum nature’s great event. hetta er ein
stórsligin náttúrufilmur um okkara jørð, og tað
er ikki smávegis bbC kann fanga í einari slíkari
framleiðslu. njót flottu myndirnar á blu-ray dvd.
nAture’s greAt event
dvd-filmur
dAgurin hJá
MAMMu
sunnudagin er mammudagur, og tá plaga
synir og døtur at hugsa um mammuna.
fleiri keypa onkra minni gávu, sum skal
gleða mammuna, og onnur eru helst meira
uppfinnsom enn tað. í øllum førum er høvi
– um enn tað mann liggja ein handilsligur
tanki aftanfyri – at markera dagin hjá
mammu.
MAMMudAgur
sunnudagin 9/5