fríggjadagur 7. mai 2010síða 42
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78
42
Sosialurin
Ítróttur
Ólavur Øre Hansen
HB hevur seinastu árini havt eitt
sera gott tak á toftamonnum á
heimavølli. Tað eru 10 ár síðani B68
síðst vann á HB í Gundadali, tá teir
vunnu 3-4 í 2000, so hagtølini tala
fyri einum heimasigri.
Hóast nógv hevur verið tosaðu
um nýggja spælistílin – ella kanska
mangul uppá sama – hjá HB, so
skerst ikki burtur, at úrslitini hjá
HB hava verið góð. 11 stig í fimm
dystum er ikki framúr gott, men
sam an borið við hini liðini, so røkkur
tað til eitt pláss á næst ovastu rók.
Hóast HB ikki hevur verið sann-
førandi higartil í kappingini, so
hava teir klárað at vunnið teir tøttu
dyst irnar, so sum móti NSÍ, AB og
EB/Streymi.
Tað er eingin ivi um at HB hevur
ein sera sterkan hóp, men higartil í
kappingini hava teir ikki rættuliga
fingið glið á spælið. Spurningurin er
so bara um glið kemur á eyðkenda
HB spælið sunnudagin tá B68 vitj ar
í Gundadali. Hagtølini geva ábend-
ingar um, at tað kundi verið møg-
uligt.
Sjálvt um B68 liggur nummar trý
í landskappingini, so er ilt at meta
um styrkina á liðnum. B68 hevur
staðið seg væl á heimavølli, har teir
hava leikt tríggjar dystir, og vunnið
allar. Verri hevur gingið, tá B68 hava
verið á útivølli, har teir hava tapt
báðar dystirnar, móti ávíkavist B36
og FC Suðuroy.
Meðan Kristján Guðmundsson
hevur allar sínar leikarar tøkar, so
er meira óvist við B68. Ahmed Keita
og Remi Langgaard blivu skaddir í
steypadystinum móti ÍF, og vóru
ikki við í dystinum móti Víkingi
mána kvøldið.
Sum skilst hava bæði Keita og
Remi vant við fyrstaliðshópinum í
vik uni, men avgerð er ikki tikin um
teir vera við sunnudagin í Gunda-
dali.
Um so er at Keita og Remi Lang-
gaard ikki vera tøkir til dystin
sunnu dagin, so er tað avgjørt ein
miss ur fyri B68, sum ikki hevur so
breið an hóp.
post@sosialurin.fo
Hagtølini
tala fyri HB
vodafonedeildin Í Gundadali kemur tekur HB móti
B68, og er talan um ein dyst millum nummar tvey og trý í
Vodafonedeildini. Hóast tað eru tvey lið við sjálvsáliti sum
bresta saman í Gundadali, so vísa hagtølini, at toftamenn als
ikki hava góð minnir úr Gundadali seinastu nógvu árini
B68 hevur staðið seg væl
á heimavølli, verri er á
útivølli, har teir hava tapt
báðar dystirnar
Ólavur Øre Hansen
Tað er umráðandi hjá Víkingi,
at avrikið á Svangaskarði ikki
verður endurtikið í Sarpugerði
sunnudagin, tá B71 kemur á
vitjan.
Felagsliðið úr Gøtu og Leir-
vík hevur fingið eina rími liga
byrjan uppá kapp ingarárið.
Átta stig eftir fimm dystir er á
eini leið í mun til oddaliðini B36
og HB, ið hava trý stig fleiri.
Hóast kappingin higartil
hev ur verið á eini leið hjá Vík-
ingi, so eru veikleikar at síggja
á liðnum. Serliga er tað í verju-
partinum at tað hevur haltað.
Liðið letur ov nógv mál inn,
og er tað er ikki nøktandi, um
Vík ingur ætlar at vera við í
odd inum.
Víkingur
hevur
nakrar
spæl arar skaddar Eitt nú var
Áslakkur Petersen ikki við í
dystinum móti B68, og Jógvan
Martin Olsen sigur í samrøðu
við Sosialin, at hann nokk
ikki verður tøkur sunnudagin.
Um framt Áslakk so eru aðrir
spælarir, sum hava skaða at
dragast, men enn er óvist
hvussu verður við teimum sig-
ur venjarin hjá Víkingi, sum
ikki vil seta nøvn á hálvskaddu
leikarnar.
Í mun til Víking, so kann B71
stilla upp við sterkastu mann-
ing, sambart B71 venjaranum,
Piotr Krakowski. Spurningurin
er bara um tað er nokk til at
basa felagsliðnum úr Gøtu og
Leirvík. Tað er nokk eingin
loyna, at Víkingur er favorittur
at vinna dystin, tó at B71 áður
hev ur víst at teir kunnu gera
um seg á útivølli. Teir hava leikt
javnt á Argjum og í Fuglafirði.
Ongar gávur
í Sarpugerði
vodafonedeildin Tað er av
alstórum týdningi at Víkingur fær
skil uppá verjupartin. Í teimum
fimm dystunum í Vodafonedeildini,
hava víkingar latið 10 mál inn, og
er tað ikki nøktandi í longdini, um
teir skulu vera við í oddinum
Ólavur Øre Hansen
Serliga er tað í verjuni tað halt-
ar, har 15 mál eru farin inn í
fimm dystum, og er tað als ikki
nøkt andi
Eitt hvørt lið, sum letur trý
mál inn í hvørjum dysti fær
trupulleikar, og tað er júst tað
sum AB hevur gjørt fyrstu
fimm dystirnar í lands kapp-
ingini. Tí er einki undur í at
AB liggur aftast í Voda fone-
deildini.
Tað er tí sera týdningarmikið
hjá argjamonnum at fáa rættað
uppá støðuna sum skjótast.
Liðið hevur áður prógvað, at
teir kunnu koma langt við eini
kom paktari verju. Tískil er
neyð ugt hjá argjamonnum at
grava fram gomlu dygdirnar
frá síðsta kappingarári.
Meðan tað hevur gingið illa
hjá AB, so gongur fragari hjá
fuglfirðingum.Higartil hevur
ÍF fingið seks stig í teimum
fyrstu fimm dystunum, og tað
er á eini leið, hóast fuglfirðinar
ikki hava vunnið síðani í
fyrsta umfari, tá teir leiktu í
Runavík.
Í løtuni liggur ÍF í miðjuni á
stigatalvuni, og skulu teir halda
sambandið við liðini omanfyri,
so er neyðugt at fugufirðingar
byrja at vinna dystirnar.
Hjá AB var Morten Over-
gaard ikki við í síðsta dysti,
men hann skuldi verið klárur
aft ur til dystin sunnudagin.
Hjá fuglfirðingum eru allir
mans tøkur, undantikið Høgni
Zachariasen, sum bleiv skaddur
í steypadystinum móti B68 fyri
tveimum vikum síðani.
AB skal hava stig
vodafonedeildin Argjamenn
hava fingið eina sera ringa byrjan
uppá kappingina. Tvey stig fyri
fimm dystir er nakni sannleikin
hagtøl tala
Hagtølini tala fyri at HB-liðskipaparin, Fróði Benjaminsen,
fer at vinna á bygdamonnum sínum í Gundadali
Mynd: Álvur Haraldsen