Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-07, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 2010síða 43

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78 Sosialurin Ítróttur Ólavur Øre Hansen Um NSÍ og EB/Streymur skulu hava møguleikar at hanga við í ovaru helvt, so er ein sigur eitt krav Felags fyri NSÍ og EB/ Streym er, at tey hava ikki fing ið eina góða byrjan uppá kapp ingar árið, og tískil skulu bæði liðini hava trý stig, fyri ikki at missa sambandið við ov aru liðini. Kappingarárið hjá NSÍ hev­ ur als ikki gingið eftir vild. Fýra stig eftir fimm dystir er ikki nógv fyri runavíkingar, men tað eru glottar at hóma. Týs­ kvøldið vann NSÍ ein greiðan heimasigur á AB, og vístu runa­ víkingar til tíðir sera gott spæl móti argjamonnum. Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ, hevur allar mans tøkar til dystin móti EB/Streymi, og hev ur tí møguleika at úttaka somu mans, sum byrjaðu inni í dyst inum móti AB. Eins og hjá runavíkingum so hevur úrtøkan hjá EB/Streymi í ár verið soltin. Tap á heimavølli móti HB og B36, tala um eitt EB/Streymalið, sum ikki heilt er har, sum teir einaferð vóru. Tískil skulu sundalagsmenn prógva at teir eru betri, enn stiga talvan vísir, og tí er ein sigur á runavíkingum eitt krav. Meðan runavíkingar kunnu stilla upp við sterkasta liði, er støðan ein heilt onnur hjá EB/ Streymi. Sundalagsmenn eru hart raktir við skaðum í ár, og í dystinum móti HB sunnudagin blivu Alex José dos Santos og René Tórgarð skaddir. Heðin Askham sigur í stuttari við­ merking við Sosialin, at teir báðir eftir øllum at dømi ikki vera við í hópinum til dystin í Runavík. Hinvegin, so verður Arn­ bjørn Hansen við frá byrjan, eftir at hann byrjaði á bonk­ inum sunnudagin. Arn bjørn hevur verið sjúkur, men er nú klárur aftur. Vinn ella ... vodafonedeildin Tað eru tvey lið, sum hava brúk fyri stigum, ið bresta saman við Løkin í kvøld Trupul úti­ dystur hjá B36 Ólavur Øre Hansen B36 eru komnir niður aftur á jørð­ ina eftir eina fantastiska byrjan uppá kappingarárið. Seinastu tveir dyst irnar hevur úrtøkan bert verið tvey stig, og tað er ikki nøktandi fyri árstalsfelagið. Serliga í síðsta dysti móti íF høvdu teir hvítu og svørtu úr høvuðstaðnum, allar møgu leikar at avgera dystin, men kendu ikki sína vitjunartíð. Hóast FC Suðuroy er uppflytari, so hava teir í ár víst, at teir gott kunnu geva hinum liðunum skarp­ an gang. Tískil skal B36 kenna sína vitj unartíð vesturi á Eiðinum sunnu dagin Hjá B36 er tað ein kærkomin styrkur at hava verjuleikarnar Dimitrije Jankovic og Herbert í Lon Jacobsen við aftur, eftir at teir sótu uttanfyri við skaða í dystinum móti ÍF. Uppflytarnir úr FC Suðuroy hava í ár víst, at teir kunnu arga hini liðini. Javnleikurin móti HB í fyrsta umfari talar fyri seg. Men tað er á heimavølli at flestu stigini hjá felagsliðnum skulu fá ast til høldar. Higartil hevur FC Suð ur­ oy leikt tveir heimadystin í lands­ kappingini, og hava teir fingið fýra av fimm stigum vesturi á Eiðinum. Teir vunnu móti B68 og leiktu javnt móti NSÍ. Í síðsta Vodafonedystinum tapti FC Suðuroy á útivølli móti B71. Til tann dystin vóru suður oy­ ingar nakað skerdir, serliga í verju­ partinum. Eitt nú hevði Martin Tausen leikbann. Men til dystin sunnu dagin, hevur venjarin hjá FC Suðuroy, Jón Pauli Olsen, aftur allar mans tøkar. post@sosialurin.fo vodafonedeildin Eftir eina sera góða byrjan uppá kappingarárið, hevur B36 í seinastu tveimum dystunum bert fingið tvey stig, og tað er ikki gott nokk, tá mótstøðuliðini vóru AB og ÍF. Sunnudagin skal B36 leika truplan útidyst móti FC Suðuroy, sum áður hevur víst at teir gott kunnu býta frá sær Tað er kærkomin styrkur hjá B36, at hava Dmitrije og Herbert við aftur Meðan runavíkingar kunnu stilla upp við sterkasta liði, er støðan ein heilt onnur hjá EB/Streymi serbian iron horse Serbiski jarn-hesturin, Dmitrije Jankovic, er aftur í B36 verjuni til dystin móti gomlu liðfeløgum hansara Mynd: Álvur Haraldsen NSÍ og Christian Høgni Jacobsen hava mangan trupulleikar móti sundalgsmonnum Mynd: Álvur Haraldsen