Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 78 · 7. mai 2010 17 VIKUSKIFTI • Christofer Columbus fann Kuba í 1492. • Sosialistiskt lýðveldi síðani 1959 • Fólkatal: 11,45 milliónir (í juli 2009) • Fidel Castro tók valdið í Kuba í 1959, og meiri enn 100.000 kubanar flýddu til Florida. Kuba gjørdi fleiri handilsavtalur við Sovjetsamveldið, og grundlógin, sum er frá 1976, er gjørd eftir sovjetskum leisti. • Tann sonevnda Kuba-kreppan kom í 1962, tá amerikanarar varnaðust, at Kuba var í ferð við at seta upp sovjetskar rakettir við kjarnorkuløðingum. Sovjetska stigið var ein roynd at svara amerikonsku avgerðini at seta upp tilsvarandi rakettir í millum annað Turkalandi. • Kuba-kreppan kundi endað sum eitt kjarnorkukríggj, men spenningurin legði seg, tá Sovjetsamveldið gekk við til at taka rakettirnar aftur undir ST-eftirliti. Samstundis bant USA seg til ikki at leypa á Kuba. Avtalan er framvegis í gildi. fakta kuba kubanar at seta krøv Raúl Castro hevur tikið við forsetaembætinum eftir bróðurin Fidel, men hvussu leingi situr hann í embætinum afturat? Mynd: AFP Leiðarin í teirri katólsku kirkjuni í Kuba, kardinalurin Jaime Ortega, kom nýliga við óvanliga hvøssum atfinningum at stýrinum í Havanna Mynd: Reuters