Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. mai 2010 · Nr. 78 18 Sosialurin Dagfinn Olsen Við á ferðini eru tveir før­ oysk ir solistar. Sangarin Ernst Sondum Dalsgarð er tenor ur á Det Danske Kgl. Teat er. Hann verður solistur í nýggjum verki, Nede på jord­ en, eftir Søren Bruun, ið fekk tónleikavirðisløn Norður­ landa ráðsins í fjør. Teksturin er eftir William Heinesen. Hin solisturin er Rune Tonsgaard. Hann er kon sert­ meis tari í Sjællands Sym­ foni orkester. Fleiri konsertir eru á skrán ni á Føroyaferðini. Tann 22. mai kemur orkestrið til Føroya og konsert verð ur í Tvøroyrar Kirkju 23. mai (hvítusunnudag) klokk­ an 15:30. Tann 24. mai (2. Hvitusunnudag) er kon sert í Havnar Kirkju kl. 16:00. Tann 25. mai er kon sert í Miðvágs Kirkju. Tann 27. mai er konsert í Christians­ kirkjuni. Tann 29. mai er kon sert í Løkshøll klokkan 16:00 og sunnudagin 30. maj er konsert í Norður landa­ húsinum klokkan 16:00. Orkestrið hevur drúgva konsert skrá, men fer á ferðini eisini at taka sær av løttum og vera ferðandi í Føroyum. Amadeu s en semb­ let er hátt virt orkestur í Dan mark, og somuleiðis eru so list arnir stór nøvn. Ulf Nord lund, ið hevur verið tón leikalærari í Føroyum, er við á ferðini. Dansk Færøsk Kultur fond og A.P. Møllers Fond stuðla ferðini. Nærri sæst um orkestrið og hvat teir ætla at spæla á ferðini á www.Ama deus en­ semb let.dk dagfinn@sosialurin.fo Dagfinn Olsen Café Kaspar á Hotel Hafnia í Havn verður leygarkvøldið karm ur um ársins singer/ song writer finalu. Sum skilst hevur ein teirra, ið kom víðari í undanumførunum, Noah Chaparro forfall, og verð ur ikki við. Hinir, ið komu víðari, eru Jústines í Túni/Sakaris Joensen, Lyon Han sen og Jógvan Joensen. Sum skilst hava tveir lut­ takar ar afturat frá undan­ kapp ingunum fingið boð um, at teir verða mettir at eiga pkáss í finaluni, men bert annar teirra hevur tik ið av, og er tað Heri Olsen, sum sostat eisini fer á pall leyg ar­ kvøldið. Vit hava loddað dýpið, nú finalistarnir fyrireika seg til finaluna. Lena seg ikki afturá Jústines í Túni og Sakaris Joen sen siga seg sum so kunna kallast nokkso nýggj­ ar á palli, men tó hevur Sakaris tær drúgvaru roynd­ ir nar, eittnú frá Boys in a Band. Um spjaldur skal setast á teirra tónleik, so kalla teir hann fólksligan og popp ut­ an. Og onkur hevur kallað tón leikin “fittan”. Tá teir teknaðu seg til kappingina, tordu teir ikki at vænta tað stóra, men hildu hetta vera ein góðan møgu­ leika. Teir hildu tá, at fleiri komu víðari frá hvørjum um fari, men tá teir hoyrdu, at bara ein slapp víðari, fán­ aðu vónirnar, og teira siga, at tað var tí ein góð kensla, tá teir komu víðari í undan um­ farinum. Teir eru spentir, nú final­ an nærkast. ­ Vit eru spentir og tað verður “all in”, tí hin ir eru vandamiklir kapp ing ar neyt­ ar. Vit satsa og lena okkum ikki bara afturá, siga Jústines og Sakaris. Teir siga, at leygarkvøldið verð ur okkurt nýtt lag at hoyra, og at tað sum heild verð ur meira “in your face”. Myrkur Lyon Hansen er nokkso nýggj ur á palli, tó at hann hev ur roynt seg eitt sindur. Um tónleikin sigur hann, at hann er nokkso myrkur og kanska minnir um Tom Waits og slíkar. Um kappingina sigur Lyon, at hann hevði ikki vænt að nakað serligt, men vónaði tað besta. ­ Eg kendi ikki hinar og tað hevur nógv at siga, hvørj­ ir hinir í kappingini eru, sigur Lyon. Um finaluvónirnar sigur Lyon, at hann hevur ikki hoyrt allar luttakararnar, og tí veit hann ikki, hvørjum hann er upp ímóti. Men hetta met ir hann bara sum ein fyri mun. ­ Eg hugsi ikki so nógv um hini sum spæla, sigur Lyon. Um finaluna leygar kvøld­ ið sigur hann, at tað verður nak að tað sama at hoyra, men tó verður kanska okkurt nýtt lag. Jógvan Joensen styrkt seg Jógvan Joensen er óivað eisini eitt rættiliga óskrivað blað fyri mongum, men hann hev ur tó roynt seg eitt sindur á ymsum spælistøðum. Hann sigur, at tó at hann hev ur roynt seg, so er hann kanska ikki so kendur sum tón­ leikari. Um sín tónleik sig ur Jógvan, at hann er alter na­ tiv ur, men leygar kvøldið verð ur meira rock­kent. Og tá verð ur Jógvan eisini sjálvur annar á palli, tí afturat sær hevur hann Benjamin Peter­ sen, sum seinnu árini er komin fram sum stak dugna­ ligur guitarleikari. Teir báðir spæla annars eisini í bólki saman. Jógvan Joensen hevði ikki væntað at komið í finaluna, tí hann helt ikki, at tónleikurin hóskaði, men hann fekk nógvar áheitanir um at fara við í kappingina. ­ Tað kom púra óvæntað, at eg kom víðari, sigur Jógvan Joensen Hann fer til finaluna við somu vónum, og væntar onki. Hann vil bara sleppa at spæla sín tónleik. ­ Og sjálvandi er tað frá líkt, um eg vinni, sigur Jógvan. Í finluni leygarkvøldið verður í øllum førum ein sang ur við, ið ikki var í undan k appingini, og so verð­ ur eisini talan um guitar, og ikki klaver, sigur Jógvan Joensen. Spennandi Umframt hesar, ið komu víðari í undanumførunum, hava dómararnir avgjørt, at Heri Olsen eisini verður við í finaluni. Tað eydnaðist okk­ um ikki at fáa orð á hann, men sum skilst verður hann mettur at eiga pláss leygar­ kvøldið. Talan verður um eina spenn andi finalu og Rás 2 fer at senda beinleiðis frá kapp­ ingini. dagfinn@sosialurin.fo Okkurt nýtt og øðrvísi Tónleikur Finalistarnir í singer/ songwriter kappingini á Cafe Kaspar tora ikki at hava stóru vónirnar, nú finala verður leygarkvøldið, men teir spíla seg út og koma við onkrum nýggjum. Rás 2 fer at senda beinleiðis frá finaluni Amadeusensemblet til Føroya Tónleikur Amadeusensemblet kemur til Føroya á konsertferð 22. til 31. mai. og konsertir verða kring landið Jústines í Túni og Sakaris Joensen Heri Olsen Jógvan Joensen Lyon Han sen