fríggjadagur 7. mai 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 78 · 7. mai 2010
18
VIKUSKIFTI
Tey klemmast og bítast
Til Brævkassan
Stórasystir mín býr saman við einum sjeiki, og teirra forhold
er so snedigt, at ongin skilir, at tey longu hava verið saman
í fleiri ár. Eg havi ongantíð hoyrt tey siga eitt pent orð við
hvønn annan, og serliga haldi eg, at hon fer so illa við honum.
Vit í familjuni øtast um, at hann finnur seg í tí. Hon niðurgerð
og flennir eftir honum, eisini tá vit onnur eru inni. Hon vil ikki
hava, at hann ger ítrótt, sum honum dámdi so væl at gera fyrr.
Eg veit eisini, at hon hevur onkrar mannligar vinir, sum hon
ger hann jaloux við.
Men hann er heldur ikki altíð so fittur við hana. Ofta fer
hann í býin og er vekk í dagavís. Tá hann kemur aftur er
ballada. Meira enn eina ferð er hon farin á sjúkrahúsið ella til
læknan, tí hann hevur sligið hana. Eisini hevur politiið verið
inni hjá teimum og skilt tey sundur. Men eg má siga, at eg
onkusvegna forstandi hann, tí hon uppførir seg so ljótt móti
honum, og eg prísi meg lukkuliga fyri, at tey ikki kunnu fáa
børn saman. Men hon er systir mín og eg vildi ynskt, at hon
hevði eitt betri lív, men eg veit ikki, um hon dugir at elska
ordiliga. Hvat heldur tú, eg skal gera?
Vinarliga eitt vitni
Góða vitni
Tú sigur, at systir tín uppførir seg so ljótt móti manninum, at
tú væl skilir, at hann smyr hana av viðhvørt. At hon gevur
honum orsøk til at vera sjalu, og at hon tosar ljótt og niðrandi
við hann, tá fólk eru til staðar.
Vit kenna hesi parløgini, har partarnir hava eitt óskiljandi
maktspæl koyrandi í áravís. Her hon (sum oftast er tað
kvinnan) spælir martýrur og er »omanfyri« í gerandisdegnum,
tí tað er sooo synd í henni, at hann er so ljótur, tá hann hevur
drukkið. Tá krýpur runt sum ein bukaður hundur og orsakar
at hann er til. So knappliga fær hann nokk. Drekkur seg skít,
flippar út og bukar hana sundur og saman. Aftan á skammast
hann, grætur og biður um umbering, og so er hon »ovenpå«
aftur – til næstu ferð hann ikki orkar at ganga kropin longur.
Og soleiðis gongur spælið, aftur og fram í áravís. Tey
mussast og høggast og elskast og skeldast og psyka hvørt
annað niður í svartasta myrkrið, har tey til endans ikki hóma
ljósið longur. Vit hoyra enntá um hesi pørini, at sexlívið er
ongantíð so gott, sum aftan á eitt ordans slagsmál. Og hon
kundi ikki droymt um at farið frá honum, tí hon vinnur so
nógv, við at hava hann í stuttum tjóðri til dagligt.
Ja, kærleikin hevur nógv andlit. Summi vakrari enn onnur.
Hetta er eitt løgið og fløkjasligt psykologiskt mynstur, sum tey
hava vant seg við. Og eg dugi ikki at síggja, hvussu tú, sum
bara ert ein vanlig kona, kanst hjálpa systur tíni úr parlagnum.
Tað má hon sjálv velja, og tá kanst tú vera har fyri hana. Men,
av umsorgan kanst tú, við jøvnum millumbilum, minna hana
á, at hatta er ikki uppbyggjandi, og at tey bæði tvey hava
uppiborið betri. Forklára hana, at tú upplivir tað sum, at tey
bæði tvey fremja harðskap móti hvør øðrum, men á hvør sín
hátt. Spyr inn til, hvat hon sjálv følir, og eggja henni/teimum
til at fara í parterapi ella til familjuráðgeva. Tí tað er so synd,
um tey velja myrkrið fram um ljósið.
Tit avvarðandi skulu eisini staðiliga frábiðað tykkum at
hoyra upp á hennara niðrandi viðmerkingar um mannin, tá
hann er til staðar. Soleiðis kunnu tit vera við til at steðgað tí
partinum av atburðinum, har tit eru vitni, og soleiðis eisini
viðspælarar, til niðrandi atburð hennara.
v. rigmor
Hvussu verið eg djarvari?
Góða Rigmor
Eg elski at lesa tín brævkassa. Nú fari eg at vita, um tú
kanska kanst hjálpa mær við einum. Eg eri mitt í tjúgunum
og havi altíð verið ein still og smæðin typa. Nú føli eg, at
hetta forðar mær í at fáa tað, sum eg ynski mær. Vinkonurnar
langa bara til og fáa alt, t.d. sjeikar, arbeiði og útbúgving. Eg
kundi hugsað mær ein ávísan sjeik. Men eg tori ikki at royna
eftir honum. Eg havi eisini leingi ætlað at søkt inn á eina
ávísa útbúgving í Danmark, har ein skal klára eina ringa
upptøkuroynd. Men eg tori ikki, og tí havi eg heldur ikki søkt
inn í ár. Eg útseti alt til síðstu løtu, ella til tað er ov seint, og eg
eri so bangin fyri at blíva fyri skommum. Men eg tími ikki at
vera so einglaslig altíð, tí tað hemmar meg so nógv. Hevur tú
nøkur hugkot til, hvussu eg verið meira djørv?
Blíðar heilsanir »ein sum vil tora betri«
Góða tú
Ja, tað er farligt at liva. Tað kunnu vit skjótt blíva samdar um.
Tí tú kanst jú altíð endað við at blíva vónbrotin, avvíst ella at
miseydnast. Øllum hesum ert tú tryggjað ímóti, um tú bara
velur tað kenda og trygga. Tað veldst eisin um lyndi - um tú
ert djørv og líkatil av natúr, ella um tú kanska ert meira varin
av tær. Bæði eru líka góð, bara tú ert eitt gott menniskja og
nøgd við teg sjálva og lívið sum heild. Tí vit eru øll so ymisk.
Men tú sigur, at tú ert ikki nøgd. At tú kennir teg tarnaða,
tí tú ert so smæðin og at tú torir ikki at lofta møguleikunum,
tá teir eru har. Hetta, at tú altíð útsetir uppgávur til í síðstu
løtu kundi bent á, at tú krevur ov nógv av tær sjálvari, at tú
ert perfektionistisk. Tí ert tú eisini bebbarødd fyri ikki at gera
tingini nóg gott, at verða avvíst ella at uppliva niðurløg. Tí
skalt tú royna at venja teg við at taka tað meira róligt. Lær at
siga »aja, gotter - ongin er deyður«. Spyr teg sjálva, hvat er
tað ringasta, sum kann henda. Tað er ongantíð verri enn, at tú
missir andlit, og tað er also ikki heimsins undirgangur, tí tú ert
bara eitt menniskja, og ongin er lýtaleysur.
Tú kanst gera eina venjing, har tú venur teg til at »missa
andlit« hvønn dag, bara eitt lítið sindur í senn. Byrja í tí smáa,
og tamba so mørkini so við og við. Far út í einum løgnum
hatti. Klaga um eina vøru. Bríksla eftir einum sjeiki, sum tú
koyrir framvið. Murra ein sang eitt sindur ov hart.
Tín styrki er hvørki títt kyn, tínir førleikar, títt upphav ella
tín útsjónd, men mátin tú hugsar um tey sjálva uppá.
Vilt tú liva, so skal tað also vera nú – tí lívið verður ikki
endursent!
v. rigmor
Tríbarnamamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á
lívsstílsblaðnum Rákið svarar spurningum til brævkassan
SpyrSt So livSt
Redaktiónin loyvir sær
at velja og vraka millum
innsendu spurningarnar
Hevur tú brúk fyri einum góðum
ráði, so send spurningin til:
Sosialurin
SpyrSt So livSt
postboks 76
Fo-100 tórshavn
ella teldupost til
rigmor@sosialurin.fo
RigmoR Dam
Málnormur
verða
komm
føroysk
ð
punktum
Málstrikan
MÁLFELAGIÐ
ð
Ein fyrispurningur til Máltænastuna ljóðar soleiðis: Hava tit
einki gott at siga um tað føroyska, sum nú verður brúkt?
Jú sanniliga. Nógv duga væl at formulera seg, og viðhvørt
kann tað vera ein sonn frøi at lesa snøgt og beinrakið og
gevandi føroyskt.
Til dømis í Sosialinum (Vikuskiftið) fyri tann 14.
november. Har eru ikki minni enn tvey sera vælskrivað
bókaummælir. Anna V. Ellingsgaard ummælir »Rimlar
hugans« eftir Einar Már Guðmundsson, og Hanus Kamban
skrivar um romanina »Náttin í Lissabon« eftir Erich Maria
Remarque. Bæði ummælini vísa, at tann skrivandi hevur
góða litterera vitan og dugir at brúka málamboðið. Tað
er eitt njótilsi at lesa væleydnaðar formuleringar. Hanus
Kamban skrivar milllum annað: »Náttin í Lissabon hevði
ikki verið tað lesiupplivilsi, hon er, um týðingin ikki var
vandaliga gjørd. Vit føringar nema vanliga við henda partin
av slíkum verkum av teirri einføldu grund, at eingin enn
hevur megnað at orðað okkum ein málnorm. Og tó liggur
lykilin til ein slíkan norm – ta smidligu miðkósina, beint
yvir talumálinum – dygst fyri okkara fótum...« Hanus rósar
Ásu Højgaard Ellefsen fyri umsetingina og leggur afturat:
»Hon hevði verið uppaftur betri, um orð sum 'føla' og 'lukta'
(neyðug undir liðini á 'kenna' og 'rúka') vórðu brúkt nakað
oftari, og um kenniorðs-syntaksurin varð, ikki bara sum
her lutvís brúktur, men fullførdur í bókini«.
(MT)