Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mai 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. mai · Nr. 70 6 Sosialurin Jan Müller Eisini um okkara leiðir, í Norð sjónum og á At lants ­ mótinum, verður fylgt væl við gongdini í Meksi kanska flógv anum og spurt verður, um ein slík um hvørv isvan­ lukka eisini kann henda um okk ara leiðir. Amerikanskir myndug­ leikar hava gjørt av sum eina avleiðing av oljulekanum at stegða nýggjum bor ing­ um við strendurnar. Bæði Obama forseti og guver­ nør urin í California, Ar nold Swart zenegger hava gjørt greitt, at nýggir brunn ar verða ikki boraðir so leið is sum støðan er við olju lek­ an um í Meksikanska flógv­ anum. Einki at óttast Um góðar tvær vikur verð­ ur borurin aftur settur í før oysku undirgrundina. Spur n ingurin er, um hend­ ing in í Meksikanska flógv­ an um hevur fingið før oysk­ ar olju myndugleikar at rista í brókunum og seta spurn­ artekin við oljuboring á land ­ grunn inum! Tann spurn ingin hava vit sett Meinhard Elias­ sen frá Jarðfeingi, sum hevur ábyrgd av trygdini, tá farið verður undir nýggjar bori­ ætlanir. Er nakað at óttast í Føroy­ um, nú borurin verður settur í aftur. – Tað haldi eg ikki. Tá eitt felag fær loyvi at bora brunnar á føroyskum øki skal felagið gera eina full­ fíggj aða váðagreining, har allir vandar verða við gjørd­ ir. Í tí sambandi skal man tryggja sær, at øll neyðug trygdartiltøk eru tøk. Vit mugu hava í huga, at í okkara øki eru brunnar boraðir í meira enn 30 til 40 ár, tá hugsi eg ser stak liga um norska og bretska økið. Okkara krøv eru meinlík teimum, sum verða sett í okkara granna­ lond um. Á tí økinum kenna vit okk um trygg. Á høgum støði Men ber til at siga, at eingin vandi er til steðar? – Ein fær meg ikki til at siga, at als einki kann henda. Men vit meta, at okkara krøv eins og tað vit vita fyri­ støðufeløgini gera av for­ arbeiði tvs. trygdartiltøk tey seta í verk, eru á so høgum støði, at tað er nøktandi fyri tað trygdarsstøði, sum vit hava valt í føroyskum øki. Men BP og Transocean, sum hava ábyrgdina av dálki­ vanlukkuni í Flógvanum, eru roynd feløg á djúpum vatni, og tey megnaðu kortini ikki at halda trygdarkrøvini? – Tað er eingin loyna, at vit tosa um tvey feløg, sum í heimshøpi eru millum mest royndu feløgini at bora á djúp um vatni. Men vit vita enn lítið og einki um orsøkina til hesa vanlukku. Læra av øðrum Kunnu vit í Føroyum læra nakað av tí, sum er hent í Meksikanska flógvanum, utt­ an at vit enn vita, hvat veru­ liga er hent? – Filosofiin í øllum trygd­ ararbeiði er hon, at tú skal læra av tí, sum hendir, og ein av uppgávunum er at fylgja sera væl við og læra av royndum frá øðrum londum og feløgum. Tað er eitt krav, sum vit seta okkum sjálvum sum trygdarmyndugleika og ikki minst teimum feløgum, sum hava fingið loyvi at arbeiða á føroyskum øki. So tað er eisini teirra uppgáva at fylgja við og eftirmeta síni egnu trygdarkrøv. Um nú eitt óhapp hendir á føroyskum øki, hava vit tá gjørt okkum nóg væl út til at fyribyrgja størri av leið ing­ um? – Tá ein boriumsókn verð­ ur latin inn, tá er tað eisini eitt krav, at ein fullfíggjað tilbúgvingarætlan skal fylgja við, og har verða allir hugs­ andi vandar viðgjørdir. Tað snýr seg bæði um fólk, um­ hvørvi og tinglig virði. Tá vit tosa um vanlukkur av slíkum slag, so hava fe løgini tryggjað sær, at tey hava atgongd til neyðuga bas ingarútgerð, og í hesum førinum er tað so­ leiðis, at allir operatørar í Norð ureuropa eru felags um eitt sentur, sum liggur inni við all ari slík ari útgerð. Borað í 40 ár Skal tað skiljast so, at Føroya fólk hevur onga orsøk til at hava ampa á sær, nú ein nýggj boring verður á land­ grunninum? – Eg vil siga tað so, at vit hava livað við hasum vand­ anum í meira enn 30 ár, tí tað eru boraðir brunnar vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar síðani 70­árini uttan at nakað er hent, so vandin í dag er ikki størri enn hann var fyri skjótt 40 árum síð ani. Tá BP boraði sín seinasta brunn á landgrunninum slapp felagið at bora á há­ vetri. ER nakar vandi í at lata feløgini bora hesa ringu ársins tíð? – Eg vil heldur siga, at tað er ein fíggjarligur vandi í at bora um veturin, tí tá kanst tú rokna við at fáa nógvar bakkdagar. Vit mugu eisini minnast til, at boripallar av hesum slag eru sera dýrir at leiga. Vit tosa um upphæddir uppá 2­3 milliónir um dagin, og liggur tú stillur í eina viku, so er tað ein fíggjarligur vandi í tí, men verður hugsað um trygdina hjá starvsfólki og umhvørvi, so er vandin ikki nógv størri at bora um veturin enn hann er um summarið. Skal hetta skiljast so leið is, at samanumtikið er lítil ella eingin vandi á ferð, tá tað verður borað við Føroyar? – Tað ber ikki til at siga, at eingin vandi er á ferð, tí einhvør handling í lívinum er knýtt at einum vanda, men eg vil siga, at vandin er ikki størri nú enn hann hevur verið. Trygdin er altíð í hásæti, tá borað verður her. Trygdin í hásæti á føroyska landgrunninum Trygd og oljuleiTing Kring allan heim, har oljuleiting og oljuframleiðsla fer fram, eru øll eygu í hesum døgum vend móti oljulekanum í Meksikanska flógvanum, sum er vorðin einki minni enn ein hóttandi umhvørvisbumba. Meinhard Elias sen Okkara krøv eru mein lík teimum, sum verða sett í okkara granna lond um. Á tí økin­ um kenna vit okk um trygg. Oljudálking í Meksikanska flógvanum