mánadagur 10. mai 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. mai · Nr. 70
8
Sosialurin
Vit søkja eftir dugnaligum starvsfólki at hava
um hendi bókhald okkara. Starvið fevnir
fyrst og fremst um bókhalds- og roknskapar-
arbeiði har atlit skulu takast til serlig viður-
skifti og krøv galdandi fyri eina børsskrá-
setta fyritøku. Umframt bókhaldsstarvið
kemur tú í mun til tínar førleikar at luttaka í
øðrum uppgávum.
Dentur verður lagdur á at skapa eitt jaligt
arbeiðsumhvørvi har starvsfólkini arbeiða
sjálvstøðugt og í toymum
Útbúgving og førleikar
> tú hevur útbúgving innan bókhald og
búskap
> tú hevur hollar royndir innan KT og
serstakliga við Navision bókhaldsskipanini
> tú samskiftir væl á enskum
Persónligir eginleikar
> tú hevur eitt skipað arbeiðslag
> tú dugir at raðfesta og at halda ásettar
freistir
! tú hevur ein jaligan hugburð og ert
liðspælari
Til rætta fólkið bjóða vit eitt avbjóðandi,
fjølbroytt og spennandi starv í eini fyritøku,
sum er í støðugum vøkstri við góðum
møguleikum fyri fakligari og persónligari
menning.
Løn og setanartreytir
Starvið verður sett skjótast til ber. Løn og
setanartreytir verða ásettar í mun til tínar
royndir og førleikar.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og
viðkomandi skjølum verða at senda við
vanligum brævi til:
Atlantic Petroleum
Postboks 1228
FO 110 Tórshavn
ella við teldubrævi til: sigurdj@petroleum.fo.
Gev gætur, at vanlig brøv skulu hava
frámerkið ”Roknskaparfólk”.
Umsóknarfreistin er 23. mai 2010.
Meira at vita?
Vilt tú hava meira at vita um starvið, kanst tú
seta teg í samband við Sigurð í Jákupsstovu
á tel. 210280 ella á sigurdj@petroleum.fo.
Um Atlantic Petroleum:
P/F Atlantic Petroleum er eitt óheft føroyskt oljufelag, sum
virkar í altjóða umhvørvi í samstarvi við øðrum oljufeløgum.
Felagið hevur ognarpartar í olju- og gassloyvum í Norð -
sjónum, í keltiska havinum og á føroyska landgrunninum.
Samtakið fevnir um móðurfelagið P/F Atlantic Petroleum,
Atlantic Petroleum UK Ltd. og Atlantic Petroleum (Ireland)
Ltd. Felagið miðar eftir frálandamøguleikum í búnum
leitingarøkjum í útnyrðingspartinum av Evropa og sum frá
líður eisini á føroyska landgrunninum. Vit stíla eftir eini
góðari javnvág millum leiting, útbygging og framleiðslu.
Atlantic Petroleum er skrásett á virðisbrævamarknaðunum
NASDAQ OMX í Íslandi og í Keypmannahavn. Høvuðssæti
felagsins er í Tórshavn, og umframt hevur felagið skriv-
stovu í London. Í løtuni starvast 7 fólk í felagnum.
P/F Atlantic Petroleum, Gongin 9, Postboks 1228, 110 Tórshavn, Telefon: 350100, Faks: 350101, www.petroleum.fo
851491'6'8,Ã21
7,/$7/$17,&3(752/(80
Vilt tú gerast partur av eini børsskrásettari fyritøku,
sum virkar á altjóða pallinum?
nnn%jXej`i%]f
[#`g#
lll#YVh#^h
6jY^6)
ÏHA:CH@6 $H>6#>H$ 96H)*',%%) $%.
CÅ\\_V]VeeVYg{iiVg{g^ÂWng_Vg&&#bV^
&%m*%%ihjcY
(-m)%%ihjcY
H`ViiV[g^gk^cc^c\Vg{g^cjb{ik[VaYVchZÂ^a/
I\\_j{*%%ihjcY[#`g#d\igVi^{iiV{)%%ihjcY[#`g#
9g^\^ÂkZgÂjgjb*%ihjcYk^cc^c\Vg{g^cjb#
:^chiV`jghZÂ^a`dhiVgZ^cVch.%[#`g#
IVÂZga¨iiVihe¨aV
96H"]VeeVYg{ii^cjb#
@ZnehZÂ^a{lll#YVh#^h
&b^aa^c
)W^aVg
{ik[VaYVchZÂ^a#
=©kjÂhk^cc^c\Vgc^gZgj/
*%%ihjcY[#`g#
k^Â[©g^hgb^cjb
{ik[VaYVchZÂ^a#
ZaaV