mánadagur 10. mai 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 10. mai · Nr. 70
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Finnur Fríði hevur júst verið
í føroyskum sjógvi og leitað
eftir makreli, men skiparin,
Andri Hansen, letur ikki væl
at.
Hann sigur, at hóast teir
hava verið hampiliga víða og
leitað, hava teir bert fingið
smávegis nøgdir av makreli
– og ikki nær til so mikið, at
veiðan hevur verið lønandi.
- Vit fingu bert uppí
nakrar fáa kurvar í onkrum
háli, sigur skiparin á Finni
Fríða.
Yvirdrivið
Andri Hansen vísir á, at hóast
hetta var ein stutt roynd,
heldur hann, at nógva prátið,
sum verið hevur um makrel
í seinastuni, hevur verið ikki
sørt yvirdrivið.
- Vit, sum eru í vinnuni
og reka skipini, áttu at vitað
líka væl sum tey, sum ikki
eru í vinnuni. Tey nógvu
úttalilsini um allan hendan
makrelin í føroyskum sjógvi
er ikki tað, sum vit uppliva á
havinum.
Skiparin á Finni Fríða
sigur, at teir á hesum túri
sóu nógva skrift á onkrum
øki, men hetta vísti seg at
vera lakssild.
- Eitt er, at tú sært nógva
skrift. Annað er, um fiskurin
stendur so mikið tættur, at
hetta gevur lønandi veiði,
sigur hann.
Royndarkvota
Tað er eingin loyna, at Felagið
Nótaskip hevur mælt til,
at Føroyar ikki í løtuni fara
at áseta sær eginkvotu av
makreli, men heldur royna at
finna semju við hini stranda-
londini um eitt betri býti.
Felagið Nótaskip hevur
soleiðis mælt til, at Føroyar
halda fram við samráðing-
unum um makrelin hetta
árið aftrat.
Andri Hansen er eisini
ivasamur, um tað er rætt
av
landsstýrismanninum
at áseta Føroyum eina egin-
kvotu upp á 150.000 tons í ár.
- Eg hevði hildið tað
verið skilabetri, um Føroyar
kanska heldur ásettu sær
eina royndarkvotu í ár fyri
at fáa staðfest, um so nógvur
makrelur er í føroyskum
sjógvi í summarhálvuni, sum
menn veruliga vilja vera við,
sigur hann.
Skiparin á Finni Fríða
ivast soleiðis í, um tað er rætt
– í óðum verkum – at taka so
rívan til, sum landsstýrismað-
urin hevur í hyggju at gera.
Ymisk sjónarmið
Tað
er
annars
rættiliga
ymiskt, sum sagt verður av
fiskifeltinum um íblanding
av makreli.
Herfyri
frættist,
at
føroysk svartkjaftaskip, sum
royna sunnarlaga í føroysk-
um sjógvi, kundu ikki fiska
um náttina, tí so nógvur
makrelur var uppi í veiðini.
Fiskiveiðieftirlitið,
sum
var á svartkjaftaleiðunum
við Tjaldrinum og kannaði
veiði og reiðskap hjá fleiri
skipum,
segði
herfyri
í
Sosialinum, at íblandingin
kundi liggja um eini 50 tons
av makreli í hvørjum 900
tonsum av svartkjafti.
Komandi tíðin fer at
vísa,
hvussu
verður
og
ikki, nú summarið stundar
til, og besta makreltíðin í
føroyskum sjógvi nærkast.
vilmund@sosialurin.fo
Prátið yvirdrivið
MAKRELUR Skiparin á Finni Fríða, Andri Hansen, heldur,
at Føroyar heldur eiga at áseta sær eina royndarkvotu eftir
makreli enn eina stóra eginkvotu, tí ivasamt er, hvussu nógvur
makrelur kann veiðast í føroyskum sjógvi í summarhálvuni
Vilmund Jacobsen
Í morgun hava Polarhav
og Stjørnan landað góð
400.000 pund av gulllaksi
í Saltangará.
Eysturbúgvin,
sum
eisini er á gulllaksaveiði,
landaði umleið 200.000
pund í Saltangará í gjár.
Eysturbúgvin
partrolar
saman við Vesturbúgv-
anum,
sum
landaði
í
Kollafirði.
Seinastu
dagarnar
hevur
gulllaksaveiðan
ikki roynst líka so væl,
sum undanfarnu túrar hjá
hesum skipum. Høgættin
plagar nevniliga ikki at
roynast best til gulllaks.
Skipini, sum landaðu
gulllaks í Saltangará í dag
og í gjár, hava roynt í einar
4-5 dagar.
Upsaskip
Á
landingarmiðstøðini
Kongshavn
vænta
tey
eisini okkurt par við upsa
seinni í hesi vikuni, og
væntandi verða Stelkur
og Bakur teir fyrstu, sum
koma inn at landa.
- Skipini skuldu helst
komið mikudagin, men
upsaveiðan er framvegis
vánalig, og tí vænta vit
ikki teir fyrstu bátarnar
fyrr enn fríggjadagin, siga
tey á landingarmiðstøðini
Kongshavn í Saltangará.
vilmund@sosialurin.fo
Gulllaksi dámar
ikki høgættina
GULLLAKSUR Í dag og í gjár
hava trý gulllaksaskip landað í
Saltangará, men hendan túrin
hevur veiðan verið heldur slakari
enn annars. Hildið verður, at tað
er høgættin, sum er orsøkin
.. vit, sum og reka
skipini, áttu at vitað líka
væl sum tey, sum ikki
eru í vinnuni....
ANDRI HANSEN, SKIPARI
Andri Hansen, skipari á
Finni Fríða, mælir til, at
Føroyar áseta sær eina
royndarkvotu eftir makreli
– og ikki eina stóra eginkvotu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Finnur Fríði hevur roynt eftir makreli í føroyskum sjógvi, men veiðan hevur ikki vignast
RoyndARKvotA
Klokkan tíggju í morgun varð nú árliga umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu sett. Tað var forkvinnan
í Heilsu- og umhvørvisnevndini, Elin Lindenskov, ið setti vikuna, sum í ár hevur fingið temaið Áin, vágin og
fjøran. Nógv tiltøk standa á skránni hesa vikuna, sum hevur til endamáls at gera fólk tilvitað um umhvørvið
í gerandisdegnum. Fleiri tiltøk verða eisini fyri børnum, og Elin sigur, at tað hevur stóran týdning at gera
børnini tilvitað um umhvørvið. Tað hendir millum annað við einari teknikapping á Býarbókasavninum,
at temaið er umhvørvi. Í sambandi við setanina platnaðu býráðslimir og deildarstjórar hjá kommununi
trø í skráninginum við Tórsbreyt, har setanin var. Seinni fáa eisini øll húski í kommununi høvi at planta
sítt egna træ, sum tey fáa frá kommununi. Tveir ruddingardagar verða, annar mikudagin, tá handlar,
stovnar og fyritøkur fara at rudda, meðan tað leygardagin verður frá felagsskapum og privatum, at rudding
stendur á skránni. Hetta er 6. árið, at Tórshavnar kommuna sipar fyri umhvørvisviku.
Umhvørvisvikan sett