mánadagur 10. mai 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. mai · Nr. 70
10
Sosialurin
Á veg upp úr
KREPPA Tað eru nógv tekin um, at vit eru komin á botn í kreppuni og at tað nú
aftur gongur ímóti ljósari tíðum, sigur Jan Otto Holm, fíggjarráðgevari
Áki Bertholdsen
– Vit eru á veg upp aftur úr
aldudalinum.
Tað er Jan Otto Holm,
óheftur
fíggjarráðgevari,
sann førdur um.
Hann sigur, at tað eru
nógv tekin um, at teir fyrstu
spírarnir til betri tíðir eru
lagdir.
Hann
fylgir
væl
við
gongd ini í kreppuni og hann
stað festir, at tað er týðiligt,
at bjart skygnið er størri nú
enn tað var fyri nøkrum
fáum mán aðum síðani.
Men hann leggur afturat,
at tað eru altíð óvissar, tá ið
metast skal um búskaparlig
útlit.
– Men tá ið Grikkaland og
onnur ræðandi dømi verða
sáldað frá, eru útlitini fyri
heimsbúskapinum
ljósari
nú, sigur Jan Otto Holm.
Amerikanski búskapurin
er so stórur og tað er oftani
har at teir fyrstu spírarnir
verða lagdir, bæði tá ið tað
gongur ímóti verri tíðum
og tá ið búskapurin fer
uppeftir aftur.
– Seinastu tíðina er ar
beiðsloysið í USA hækkað
til tað kom í hæddina fyri
heilt stuttum, tá ið tað var
yvir 8%, sigur Jan Otto
Holm.
– Men nú eru tekin um,
at tað er farið at lækkað
aft ur og seinastu tíðina eru
javnan góð tíðindi at frætta
um arbeiðsloysið í USA.
Hann sigur, at hetta sæst
somuleiðis aftur í nýtsluni
hjá amerikanarum, sum aft
ur er farin at veksa.
Samstundis vísa lyklatøl,
at vinnulívið í USA er farið
at fáa nógv størri álit á
fram tíðina.
– Tað eru rættiliga góð
tíð indi fyri okkum, tí ein og
hvør búskaparlig framgongd
byrjar við bjartskygni.
Jan Otto Holm leggur
aft urat, at tá ið vinnan og
privat fólk aftur eru farin at
síggja bjartari upp á fram
tíðina, kemur eisini verulig
gongd á í krónum og oyrum.
– Og tað hava vit longu
sæð í USA, har arbeiðsloysið
minkar og forbrúkið er farið
at veksa.
Tað
leggur
so
aftur
grund arlagið fyri eini bú
skap arligari framgongd, tí
í USA eru 2/3 av brutto tjóð
ar úr tøkuni tengt at privatari
nýtslu.
Hetta merkir so aftur, at
uttan økta privatnýtslu, verð
ur heldur ongin framgongd í
USA.
– So tá ið privatnýtslan
veksur og heldur vøksturin á,
eru tað av álvara góð tíðindi,
sigur Jan Otto Holm.
Fleiri góð tekin
Hann leggur afturat, verð
ur hugt eftir teimum rokn
skapum sum amerikanskar
fyritøkur hava kunngjørt
fyri fyrsta ársfjórðing í ár,
eru teir sum heild rættiliga
góðir og tað er so bara eitt
tekin afturat um, at vit hava
verið á botni og eru á veg
uppeftir aftur.
Nógvar fyritøkur høvdu
eisini góðar roknskapir í fjør,
men tað var rætt og slætt av
sparingum.
– Men í ár eru tað ikki
sparingar, sum fáa tølini í
rokn skapunum at síggja pen
ari út. Tað er tvørtur ímóti
økt søla sum ger tað.
Jan Otto Holm sigur, at
vanliga er gongdin tann, at
búskaparlig
framgongd
í
USA so líðandi forplantar seg
víðari út í heim og fer eisini
at síggjast Evropa og eisini í
Føroyum nakað seinni.
Framgongdin seinkast
Fíggjarráðgevarin staðfestir,
at onki er at ivast í, at tað eru
teir nógvu hjálparpakkarnir
hjá teimum ymsu londunum,
sum hava skumpað búskapin
ígongd aftur.
Ábendingar eru um, at
spírandi framgondin í ein
ávísan mun hevði staðið
við, hóast hjálparpakkarnir
verða avtiknir. Men kortini
sníkir tað seg altíð ein ivi seg
upp um, hvat fer at henda, tá
ið londini taka pakkarnar av
aftur.
Nær tað verður, er óvist,
men nøkur lond eru so
skuldarbundin, at tey hava
ikki ráð til at blíva við at
geva búskapinum almenna
andahjálp.
Harafturat kann hendan
sama
skuldarbyrðan
hjá
summum londum elva til
búskaparliga og politiska
óvissu og tað kann í versta
føri hótta evrusamstarvið.
– Grikkaland er eitt ræð
andi dømi, men eisini vandi
er eisini á ferð í Spania, Portu
gal, Bretlandi og í onkrum
øðrum londum við.
– Støðan í teimum lond
unum kann skapa ótrygg
leika.
– Kanska fer hetta ikki
heilt at forða fyri eini bú
skap arligari
framgongd,
men tað kann í øllum førum
út seta framburðin.
Fíggjarráðgevarin
stað
fest ir eisini, at í løtuni er
rent an søguliga lág.
– Men tað er ongin ivi um,
at heldur arbeiðsloysið í USA
við at minkað, fer tað at føra
hægri rentu við sær og tað
leggur eisini ein dempara á
framburðin.
Hinvegin er ongin ivi
um, at tjóðbankarnir fara at
hugsa seg meiri enn einaferð
um, so at teir ikki hækka
rentuna ov tíðliga og køva
eina spírandi framgongd.
Tí heldur Jan Otto Holm,
at tað er lítið sannlíkt, at
rentan fer at hækka í ár.
Spírar í Evropa
Jan Otto Holm sigur, at tá
ið eitt fíggjarligt rák hevur
stungið seg upp í USA, plagar
tað at forplnata seg í Evropa
nakað seinni og sostatt eisini
her í Føroyum.
Og hann staðfestir, at
sein astu tíðina eru batar eis
ini at hóma í Evropa.
– Áhugin fyri at keypa
fasta ogn er veksandi og
prís urin er hækkandi bæði
hjá tí vinnuliga og tí privata.
Samstundis eru tekin um,
at arbeiðsloysið er farið at
kvinkað niðureftir.
Hann sigur, at tað er
tórført at siga, nær fram
gongd in rættiliga fer at bíta
seg fasta her í Evropa.
Men árið í ár kann gott
ganga, áðrenn tað fer at
venda av álvara, sigur fíggjar
ráðgevarin.
aki@sosialurin.fo
Vøkstur
upp á 4,2%
Í nýggjastu búskaparmeting síni metir IMF, at í ár fer
heimsbúskapinum at veksa 4,2%.
Tað fortelur Landsbankin, sum hevur lisið frá greið
ingina frá IMF.
Í metingini frá oktober var vøksturin annars mettur
til at verða 3% í ár, men heimsbúskapurin er komin
skjótari fyri seg, enn áður væntað.
Í 2011 væntar IMF aftur ein vøkstur upp á 4,3%.
Tó er tað ymiskt, hvussu nógv búskapurin í ymsu
londunum fer at veksa.
Í menningarlondunum í Asia fer hann at veksa
nógv komandi árið, og IMF metir at Afrika fer at koma
skjótari fyri seg eftir hesi kreppuni, afturímóti øðrum
kreppum. Tey framkomnu londini fara at fáa lágan,
men positivan vøkstur komandi árið, men enn eru tey
tengd at almennu hjálparpakkunum.
IMF heldur at amerikanski búskapin er betri fyri og
fer at koma skjótari fyri seg eftir kreppuna enn Evropa
og Japan.
Fleiri lond eru noydd at leggja ætlanir um at fram
tíðartryggja almenna búskapin fyri at minka um
almennu skuldina, og IMF metur, at flestu londini mugu
fara undir hesi tiltøk í 2011.
IMF heldur eisini, at ov stór almenn hall í nógvum
londum kunnu órógva fíggjarmarknaðin og økja um
váðan í fíggjargeiranum.
Í hesum sambandi vísir Landsbankin á, sambært
IMF eru fíggjarmarknaðir kring heimin eru komnir
fyri seg aftur.
Kortini verður mett, at enn er neyðugt at bøta um
fíggjargeiran í flestu londum fyri at minka um vandin
fyri fíggjarkreppum í framtíðini, samstundis sum fíggj
ar geirin skal styrkjast og gerast meira effektivur.
Mini-
Kreppa
Hóast
nógv
verður
tos að um kreppu, vil
Jan Otto Holm, fíggj
arráðgevari, ikki vera
við, at Føroyar hava
verið í nakrari kreppu.
– Vit eru sloppin
serstakliga snikkaleys
burtur úr hesi støðuni,
sigur hann
Hann vil í mesta lagi
strekkja seg til at kalla
støðuna í Føroyum fyri
eina mini kreppu, ella
ein aldudal, sum vit
hava verið í.
Almennu kassarnir
eru væl fyri og ar beiðs
loysið hevur ikki verið
serliga stórt afturímóti
øðrum londum, tó at
tað rakar tey har, sum
hava mist arbeiðið.
Ernst
Jacobsen,
stjóri í ALS, er samdur.
– Hetta hevur slett
ikki verið so galið, sum
fryktandi kundi verðið
fyri, sigur hann.
Hann leggur afturat,
at samgongan hevur
lagt
eina
fíggjarlóg
fram uttan nakað ser
ligt av skerjingum og
tað er eitt greitt tekin
um, at ætlanin er ikki
at senda nakran skelk
ígjøgnum samfelagið
og at seta sparingar í
verk, sum fara at føra
til hóparbeiðsloysi.
Hinvegin kann eisini
staðfestast,
at
enn
hev ur Løgtingið ikki
samtykt fíggjarkarmin,
samstundis sum røddir
hava verið frammi um
at skerja almennu út
reiðlsurnar
rættiliga
nógv, so tað er ikki til
at vita, hvat endaliga
úrslitið verður.
Seinastu tíðina hevur
eitt fitt tal av fólki
meldað seg úr skipanini
Tað eru
rættiliga
góð tíðindi
fyri okkum