Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 9 - 15. januar 2002 Nr. 9 - 15. januar 2002 3 Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Jóhanna Joensen, á Trønni í Fuglafirði andaðist og varð jarðað. Tøkk tit, sum vóru um mammu á sjúkrahúsinum og stóra tøkk tit sjúkrasystrar, sum vóru um hana, tá hon var heima. Tøkk til Una Næs prest og til Niels Jacob og Gordon fyri góð og troystarrík orð í heimi og kirkju. Tøkk til sangarar, gravarar og kirkjutænarar og tøkk til Ingibjørg fyri vakran sang. Tøkk tit mongu, sum fylgdu mammu til hennara síðsta hvíldarstað. Tøkk fyri blomstur, kransar og peningagávur til Thabor og Nesvík. Tøkk tit, sum stóðu fyri og hjálptu til við ervinum. Familjunnar vegna Arnold, Hilmar, Malena, Eliberth og Erling ...Hvørt eitt lív er sum grasið, ið følnar, tað um summarið stendur so frítt. Kinnin reyða so brádliga kølnar, deyðin kemur og krevur skjótt sítt… Mamma varð borin í heim á Skarvanesi tann 17. august í 1926. Hon var elst av átta systkjum, harav sjey vóru dreingir. Tá mamma var 17 ára gomul, fór hon á háskúla í Havn og arbeiddi síðani á Hvíldarheiminum Naina í eina tíð. Hon fór ongantíð suður aftur til Skarvanesar at búgva, tí stutt fyri krígs- lok flutti øll familjan til Havnar at búgva. Mortan abbi fekk starv sum hotell- vertur á Hotel Djurhuus, og mamma arbeiddi eina tíð í køkinum á hotellinum. 15. januar í 1952 giftust mamma og babba og fingu tey sjey børn, ein drong og seks gentur. Babba arbeiddi á landi, og av og á sigldi hann fyri at fáa hjólið at koyra runt, tí mamma arbeiddi heima, meðan vit børn vóru smá. So hetta hevur verið ein strævin tíð hjá teimum báðum. Nú eg siti og skrivi, renn- ur mær í huga, tá vit sum børn hvørt leygarkvøld fingu nýbakaða kaku og mjólk frá mammu. Hetta gleddust vit yvir tí tað smakkaði so væl. Hvønn sunnudag fingu vit kjøt og sós, sunnudagssós, sum vit plagdu at siga, til døgurða, tí tað skuldi merkjast, at tað var sunnudagur. Hinar dag- arnar var sum oftast fiskur. Eg minnist eisini tær nógvu ferðirnar babba var á floti. Tá gleddist mamma, tí nú skuldi gerast knettir og frikadellir. Tað vóru nógvir munnar at metta. Mamma var altíð heima, tá vit komu úr skúlanum. Stákaðist hon ikki í køkin- um, so var hon í kjallar- anum og vaskaði klæðir. Tá mamma var 50 ára gomul, fór hon út á Lands- sjúkrahúsið at gera reint og hevði hetta arbeiði til hon var 67 ára gomul. Hon var sera glað fyri hetta ar- beiðið. Á heysti 1996 gjørdist mamma sjónveik og kom um várið í 1997 at arbeiða á Blindastovninum. Hon ar- beiddi í vevstovuni, har hon vav toy til føroysk skjúrt, og eisini vav hon nógv viskustykkir í ymiskum litum. Hetta dámdi henni ógvuliga væl, tí har kom hon eisini saman við nógv- um fólki. Hesi seinastu árini dámdi mammu væl at ferðast, og hetta seinasta árið var hon bæði í Íslandi, Polen og í Danmark. Fjúrtan dagar áðrenn mamma so brádliga varð tikin herfrá, var hon í Danmark og vitjaði eina av døtrunum. Nú mamma doyði tann 9. desember, var hon byrjað at stákast til jóla. Hon hevði hongt jólagardinurnar upp og hevði eisini fingið nak- að av jólapynti upp at hanga. Hon hevði keypt allar jólagávurnar og fingið pakkað tær inn og navna- seðilin settan á. Kvøldið fyri sum mamma doyði, var hon til jólaveitslu á Blindastovn- inum. Í dag 15. januar eru 50 ár síðani mamma og babba blivu gift og kundu hildið gullbrúdleyp, men soleiðis skuldi ikki verða. Vit hava mist eina góða mammu, vermammu, ommu og langommu, og tú góði babba hevur mist eina góða konu, men tey góðu minnini um mammu missa vit ongantíð. Tá dreingirnir hjá mær vóru lítlir, dámdu teimum væl at sova uppi hjá mammu. Mamma segði, at teir høvdu lært hana hesa bønina, sum hon bleiv so glað fyri. Bed, oh Jesus, bed for mig, bed mig ind i himmerig. Der at leve der at bo, i en evig fred og ro. Lad mig altid elske dig, du som beder godt for mig. Gud vær min ven. Gud hør min bøn. Og det for Jesu skyld, amen. Friður veri við minn un- um um mammu okkara. Margit Minningarorð um mammu mína Óluvu Hansen f. 17-8-1926 d. 9-12-2001 KONSERT OG FLØGUÚTGÁVA Tutl Í dag gevur plátufelagið Tutl út “Den Yderste Ø”, við tónleiki eftir Kristiani Blak til yrkingar eftir Williami Heinesen og “Ravnating” við tónleiki eftir Kristian Blak og við fotomyndum eftir Philippe Carré Verkini, sum nú verða at fáa sum ljómfløgur – komu út sum LP ávikavíst í 1981 og 1982. Konsert við brotum úr tónaverkunum verður í hesum sambandi í Lista- skálanum týskvøldið 15. januar kl 19.30. Bólkurin “Shalder” fer at framføra tónleikin. Bólkurin á upprunaupp- tøkunum er “Yggdrasil”, ein norðurlendskur bólkur, sum hevur spælt síðani 1981. Tey, ið tá vóru við á upp- tøkunum, eru Pouel Kern, upplestur, Ernst Dalsgarð, tvørfloytu, John Tchicai, saxofon, Ólavur Øster, gittar, Kristian Blak, klaver, Anders Jormin, kontrabass, Karin Korpe- lainen, trummur. Tutl hevur valt 15. januar til útgávudag, tí dagurin er 102 ára føðingardagur hjá Williami Heinesen. William hevði avgerandi leiklut í fleiri verkætlanum hjá “Yggdrasil”, og hann klipti eisini myndina, ið pryddi húsan á fyrstu LP hjá Plátufelagnum Tutl (Spælimaðurin hjá Spæli- monnunum í Hoydølum), sum kom í 1977 - og fleiri seinni. Argentina: “Shalder” fer seinni í januar til Argentina. Í døgunum frá 29. januar til 20. februar fer bólkurin “Shalder” (ið merkir tjald- ur á hetlendskum) at spæla á konsertferð í Argentina á Suðuramerikanska megin- landinum. Teir, ið manna bólkin ? bæði á konsertini og á ferðini - eru Heðin Ziska Davidsen, Kristian Blak, Mikael Blak og Brandur Jacobsen. Gamlar LP-plátur hjá Tutl út á fløgu Anders Fogh Rasmus- sen, forsætisráðharri, sigur, at hann vil arbeiða fyri at rætta álitið millum Dan- mark og Føroyar uppaftur. Tað hevur ikki verið nóg gott seinastu tíðina, sigur hann FORSÆTISRÁÐHARRA- VITJAN Edvard Joensen Flogvøllurin: Álitið mill- um Danmark og Føroyar skal fáast upp á pláss aftur, sigur Anders Fogh Ras- mussen, forsætisráðharri, nú hann er komin á fyrstu almennu vitjan sína í Føroyum. Klokkan knapt 11 fyrra- partin mánadagin lendi flogfarið við forsætisráð- harranum í Vágum, og fór hann beinanveg til Havnar við tyrlu. Ríkisumboðið og flog- vallarleiðslan stóðu á vøllinum og bíðaðu, tá flogfarið við forsætisráð- harranum og fylgi kom inn eftir Sørvágsfirði. Forsætisráðharrin segði við Sosialin á flogvøllin- um, at hann fer at tosa við landsstýrið um tey mál, sum føroyingar kunnu yvir- taka. – Ja, jeg vil tale om landstyrets uafhængigheds- politikk, váttar hann fyri Sosialinum. Umframt fer hann at hava fund við Løgtingið, løg- mann og Sambandsflokkin. Í fyrstu skránni var eingin fundir við and- støðuna ella Løgtingið sum so ásettur, men tað varð broytt um vikuskiftið. Um hví tað var, veit forsætisráðharrin ikki at siga, men sigur tó, at hann er sera fegin um at selppa at tosa við samlaða løgtingið og harvið eisini andstøð- una. – Tað havi eg sjálvur alla tíðina ynskt, sigur hann. Annars er ætlanin at tosa um politikk sum heild. Soleiðis leyst og fast, sigur forsætisráðharrin, sum heldur tað vera av stórum týdningi at koma so tíðliga sum gjørligt í embætis- skeiðnum til Føroya. – Tað er sera neyðugt at vitja allar partar av ríkinum og at tryggja sær, at part- arnir skilja hvønn annan og kunnu tosa saman, sigur hann. Anders Fogh Rasmussen hevur fyrr vitjað í Før- oyum. Eitt nú beint eftir, at hann tók við sum formaður í danska Vinstraflokkinum. Vil rætta álitið uppaftur Forsætisráðharrin kom til Føroya mánadagin Mynd. Edvard Joensen C M Y K 3 2