týsdagur 15. januar 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 9 - 15. januar 2002
Nr. 9 - 15. januar 2002
5
Leygardagin varð
Sløkkiliðið boðsent, tí
ramur oljuroykur var
á Havnarvág.
Sosialurin hevði
leygardagin eina
grein um nýggju til-
búgvingarætlanina
viðvíkjandi oljudálk-
ing. Hetta var so
fyrsta royndin við
nýggju tilbúgvingar-
ætlanini, og sagt
verður av Brandstøð-
ini, at henda ætlanin
riggaði heilt væl
OLJUDÁLKING
Ingrid Bjarnastein
– Nýggja tilbúgvingarætl-
anin riggaði væl, sigur
vakthavandi á Brandstøðini
í síðstu viku, Hans David
Hansen.
– Tá vit fáa fráboðan um
oljudálking, er okkara upp-
gáva fyrst og fremst at
finna fram til lekan, og
síðani gera tað vit kunnu
fyri at steðga lekanum.
Ongir trupulleikar vóru við
nýggju tilbúgvingarætlan-
ini, og tí gekk alt væl.
Hvar oljan kemur frá
hevur tó ikki eydnast at
finna útav enn. Í fyrstuni
varð hildið, at oljan møgu-
liga kom frá Ljósafellið ella
flakanum hjá J&K Peter-
sen, men so var ikki.
– Oljan var aftanfyri
skipið, og tað var heldur
onki, sum bendi á, at oljan
stavaði haðani frá. Flakin
hjá J&K Petersen varð lyft-
ur upp, og har var heldur
ongin leki. Møguliga kem-
ur oljan frá Sandá, men tað
er ikki vist, tí tað er ringt at
gera av í myrkri. Tó kann
tað eisini væl vera, at hetta
er ein gamal leki, sum kem-
ur undan kavi. Oljan kann
hava ligið undir sjónum í
eina tíð, og leygardagin
regnaði tað illa, og so flotn-
ar hon uppaftur, greiðir
Hans David Hansen frá.
Væl nøgdur
Schuman Hjaltalin, for-
maður í Heilsu- og um-
hvørvisnevndini í Tórs-
havnar Býráð, er eisini væl
nøgdur við mannagongd-
ina.
–
Tilbúgvingarætlanin
riggaði fínt, sigur Schuman
Hjaltalin. – Klokkan 12.56
ringdi Tórshavnar Havn og
boðaði frá og klokkan
13.00 fór vakthavandi at
kanna málið nærri. Klokk-
an 13.20 fór báturin á sjógv
fyri at kanna, hvaðani lekin
kom frá. Ein 80 m lang
"pylsa", sum tað verður
kallað, varð løgd á sjógv.
Henda pylsa samlar oljuna,
og samstundis drekkur hon
olju í seg.
Týdningarmikið er at fáa
staðfest, at tað var hvørki
Ljósafellið
ella
J&K
Petersen, sum høvdu nakað
við lekan at gera. Nú verður
farið í holt við at kanna
fram við landi, at vita um
lekin møguliga kemur frá
kloakkum.
Tamarhald er á støðuni,
og nú vantar bert at finna
útav, hvaðani lekin kemur
frá. Hildið verður, at talan
er um brenniolju.
– Men tilbúgvingarætlan-
in gekk frálíkt, men sjálv-
andi eru onkrar smábroyt-
ingar, sum skulu gerast,
sigur Schuman Hjaltalin.
– Annars viðvíkjandi
fráboðan, viðgerð og so
framvegis, gevi eg teimum
eitt Ug+, sigur Schuman
Hjaltalin at enda.
Møguliga gamal oljuleki
Grundin til oljulekan leygardagin er ikki greið enn, men staðfest er, at tað eru hvørki Ljósafellið ella flakin hjá J&K Petersen, sum
er orsøkin
Mynd: Eirikur
Óvist er, hvaðani oljulekin
stavar. Fyrst varð hildið, at
oljan stavaði annaðhvørt frá
Ljósafelli ella flakanum hjá J
& K Petersen, men so var
ikki
– Vit vóru júst komin
umborð á Brimil, tá
báturin fór til botns
við øllum, sum var
umborð, sigur 27 ára
gamli Petur Henry
Mohr, sum eigur
Sjóberan saman við
bróðrinum Jack
Mohr. Leygardagin
um middagsleitið
sakk línubáturin Sjó-
berin. Trý fólk vóru
við, og tey sluppu øll
við lívinum
VANLUKKA
Stefan í Skorini
Klokkan var farin nakað av
tólv leygardagin, tá Sjó-
berin var á veg til lands
eftir ein væl eydnaðan túr
eystanfyri. Umborð vóru
brøðurnir
Petur
Henry
Mohr, ið er 27 ára gamal,
og Jack Mohr, ið er 25 ára
gamal. Umframt teir báðar
var gentan hjá Jack, ið eitur
Sunneva Lamhauge, eisini
við.
Hon er ofta við til út-
róðrar um vikuskiftini, men
annars gongur hon á HF-
skeiðnum á Kambsdali.
Tey høvdu fingið væl
burturúr, og við sær til
lands høvdu tey 4500 pund.
– Hetta var ein hampu-
liga góður túrur. Vit høvdu
fingið 200 pund uppá
stampin og høvdu verið úti
í 16 tímar, tá vit fóru
heimaftur,
sigur
Petur
Henry Mohr.
Hann greiðir víðari frá, at
Jack brádliga varnaðist, at
nógvur
sjógvur
var
í
bátinum.
– Vit høvdu siglt í ein
tíma, tá Jack fer at lensa, og
hann varnast, at báturin
hevur tikið nógvan sjógv
inn. Hann roynir síðani at
pumpa bátin tóman, men
pumpurnar riggaðu ikki,
sigur Petur Henry.
Tað vísti seg, at pump-
urnar vóru skitnar og
megnaðu tí ikki at halda
tørn. Jack roynir síðani at
reinsa pumpurnar, men
báturin er framvegis fullur
av sjógvi.
– Tá motorurin so ikki
gav kølivatn, valdu vit at
kalla á Tórshavn Radio og
bóðu um sleip, meðan vit
royndu at lensa við báðum
pumpunum, sigur Petur
Henry.
Men lekin hevur verið
stórur, sigur hann, tí tað
næsta, sum hendi, var, at
motorurin stóð hálvur undir
í sjógvi. Tá var einki annað
at gera enn at senda
neyðarkall, tí tá var støðan
so álvarsom.
– Hann rak uppí ættina,
og tí var tað ómetaliga
óslætt á sjónum. Útvarpið
hevði sagt uppí tjúgu
metrar um sekundið, so tað
var ordiligt illveður, sigur
Petur Henry.
Brimil var nær
Tá neyðin er størst, er
hjálpin næst, verður sagt,
og soleiðis var eisini í
hesum førinum. Brimil var
tíbetur staddur í Nólsoyar-
firði og var hjá Sjóberanum
umleið
tjúgu
minuttir
seinni. Tá var Sjóberin
staddur umleið tríggjar
fjórðingar úr Mjóvanesi.
Saman við manningini á
Brimli seta tey eina pumpu
afturat umborð, men hon
hjálpti lítið. Lekin hevur
verið somikið stórur, at har
var einki at gera.
Tað gekk ein lítil løta, so
floyta teir á Brimli, og tað
var tekin um, at øll skuldu
fara av bátinum og í
gummibátin.
Sjóberin
hevði nú lagt seg á liðina,
greiðir Petur Henry frá.
– Tað gekk ein lítil løta,
frá tí at vit fóru av bátinum,
til hann sakk, sigur Petur
Henry.
Pumpurnar
ar-
beiddu tó framvegis, tí um
tær megnaðu at halda tørn,
so kundi báturin bjargast,
men har gjørdist einki.
Lekin hevur verið stórur,
og tað kann vera, at teir
hava siglt á okkurt, heldur
Petur Henry.
Marinustøðin sigur, at
fólk
fóru
av
bátinum
klokkan 12.36, og Sjóberin
sakk klokkan 12.58 við
øllum, sum var umborð.
Bara gummibáturin, sum
stóð klárur, kom uppaftur.
Síðani helt Brimil inn til
Runavíkar
við
teimum
trimum fólkunum.
– Vit eru bara glað um, at
vit øll sluppu av bátinum
við lívinum, og at bjarg-
ingin gekk so væl, tí um-
støðurnar vóru so vánalig-
ar, sigur Petur Henry.
Hendingin hevur tó ikki
tikið mótið frá brøðrunum í
Saltangará. Báturin var
tryggjaður, og tí fara teir so
spakuliga at hyggja eftir
nýggjum báti í næstum.
Brøðurnir keyptu í sep-
tember Høvdan frá Borgari
Justinussen úr Leirvík og
nevndu hann Sjóberan.
Áðrenn høvdu teir havt ein
glastrevjabát, sum varð
vorðin ein lítil.
FERÐMÁTINGAR
Stefan í Skorini
Løgreglan í Havn hevur
gjørt fleiri ferðmátingar
um vikuskiftið, og tað
hevur eydnast teimum at
fanga fleiri ferðsyndarar
á vegunum.
Tilsamans eru níggju
førarar tiknir fyri at
koyra skjótari enn 110
kilometrar um tíman.
Hesir eru tiknir í bæði
bygdum og óbygdum
øki. Tó eru teir flestu
tiknir á landsvegnum í
óbygdum øki.
Hesir
kunnu
allir
vænta sær eina treytaða
frádøming av koyrikort-
inum. Tað merkir, at teir
skulu upp til nýggja
koyri- og teoriroynd.
Tann, ið koyrdi skjót-
ast, varð máldur at koyra
154 kilometrar um tím-
an. Vakthavandi vil tó
ikki upplýsa, hvar hetta
var.
ARBEIÐSVANLUKKA
Stefan í Skorini
Júst sum liðugt varð at bora
undirsjóvartunnilin undir
Vestmannasund, kravdi ein
vanlukka í tunlinum í gjár
eitt mannalív.
Mánamorgunin umleið
klokkan sjey hendi tann
syndarliga vanlukkan. Ein
maskinførari úr Svøríki var
farin úr maskinuni, tá hann
varð yvirkoyrdur av einum
lastbili.
NCC Vágakonsortiet sig-
ur í tíðindaskrivi, at mað-
urin lat lív á staðnum.
Vanlukkan hendi í sam-
bandi við, at útlasting av
gróti úr pumpubrunninum
skuldi byrja. Pumpubrunn-
urin er langt inni í tunlin-
um.
Sagt verður annars, at
løgreglan og arbeiðseftir-
litið kanna vanlukkuna og
umstøðurnar kring hana.
TRYGGING
Stefan í Skorini
Løgreglan í Havn hevur
eini 50 mál um eftir-
støðu liggjandi. Í næst-
um fara fólk av politi-
støðini at taka pláturnar
av teimum bilum, har
eigararnir
ikki
hava
goldið tryggingargjald-
ið.
Talan er um gjaldið
fyri ábyrgdartrygging,
ið allir bileigarar skulu
hava. Tá ikki verður
goldið fyri hesar trygg-
ingar, missir bilurin
pláturnar.
Hesi 50 málini eru
bara á Streymoynni,
men roknast kann við, at
hini økini eisini hava
nógv slík mál.
Brøðurnir Petur Henry og Jack Mohr vóru við línubátinum »Sjóberanum« leygardagin, tá hann
sakk
Brøður mistu bátin:
– Vit eru
glaðir um
at vera á lívi
Pumpubrunnurin er til vinstru á myndini. Hann skal taka ímóti vatni, um vanligu pumpurnar
knappliga ganga fyri. Menn vóru farnir at flyta grót úr hesum brunninum, tá vanlukkan hendi
Mynd: Eirikur Lindenskov
Maður læt lív í undirsjóvartunlinum
Fleiri mistu koyrikortið
50 bilar missa pláturnar
C
M
Y
K
5
4