týsdagur 15. januar 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 9 - 15. januar 2002
Nr. 9 - 15. januar 2002
7
– Føroyingar eiga alla
avgerð sjálvir um,
hvussu tað verður við
loysingini, men nú
fara vit at tosa um,
hvussu vit kunnu
moderniserað
ríkisfelagsskapin
VITJAN
Heri á Rógvi
Tað var ein fegin Anders
Fogh Rasmussen, sum kom
til høvuðsstaðin fyrrapartin
mánamorgunin.
– Eg havi tær bestu vónir,
at vit fáa góðar samrøður
um Føroyar og framtíðina
hjá
ríkisfelagsskapinum,
segði
Anders
Fogh
Rasmussen á Boðanesi, tá
ið hann júst var lendur við
tyrlu úr Vágum.
Løgmaður var komin fyri
at taka ímóti, og tað var eis-
ini ein stórsmílandi og
fryntligur danskur forsætis-
ráðharri, sum møtti løg-
manni og hinum, sum vóru
komin at fylgja við, tá
ovasti danski politikarin
kom til føroyska høvuðs-
staðnum.
– Eg vóni, at hetta verður
ein nýggj byrjan. Eg haldi
tónin hevur verið nakað
harður, men hetta kann
vónandi gerast betri. Eg
møti upp við tí tanka, at tað
verður føroyska fólkið, sum
taka avgerðirnar viðvíkj-
andi framtíðarstøðuni hjá
føroyingum í ríkisfelags-
skapinum, segði Anders
Fogh.
Hann vildi ikki siga nak-
að konkret um, hvat tað
verður tosað um við løg-
mann og hvørji mál teir
fara at taka upp.
Hann segði, at túrurin
hevði verið nakað turbol-
entur, men hann kom til
Føroya, og tað var hann
glaður fyri.
– Eg vóni ikki, at lend-
ingin verður eyðkenni við
samráðingunum
millum
Føroyar og Danmark.
Ein nýggj lóg um
skatting av kapital-
vinningi fer at merkja
munandi broytingar
fyri tey, ið gera íløgur
í virðisbrøv. Skatting-
in verður gjørd mun-
andi einfaldari.
–Hetta vil so avgjørt
økja um hugin hjá
vanligum fólki at gera
íløgur í annað enn
innlán, metir Petur
Holm, stjóri fyri
Kaupthing Føroyar
BÚSKAPUR
Heri á Rógvi
Tey flestu av okkum eiga
pengar á bók hjá einum
peningastovni. Hesin pen-
ingurin hevur ein ávísan
vøkstur orsakað av rentuni,
sum peningastovnurin hev-
ur ásett. Tað er sjálvandi
rættiliga ymiskt, hvussu
nógv ein konto fær í rentu.
Pengarnir, sum vit hava
innistandandi á konto verð-
ur rópt fyri innlán, og er
hetta í Føroyum tann nógv
mest vanligi hátturin, ið
fólk gera íløgur.
Rentan, ið vit fáa frá pen-
ingastovninum, verður eis-
ini skattað, soleiðis at tað
ikki altíð er líka lætt at
síggja, hvussu nógv tær
innistandandi
krónurnar
geva í avkasti.
Ein broyting í lógini um
skatting av kapitalvinningi
vil nú gera tað munandi
lættari at gera íløgurnar í
annað enn innlán.
Minni skattur
– Fyri einstaklingar hevur
leingi verið gjørdur greiður
munur millum skatting av
innláni í føroyskum pen-
ingastovnum og íløgur í
virðisbrøv uttanlands. Í
høvuðsheitum hevur vinn-
ingur fyri virðisbrævaíløg-
ur verið skattaður sum van-
lig skattskyldug inntøka,
sum í flestu førum merkir
50%, meðan rentuvinning-
ur frá føroyskum innlánum
hevur verið skattaður við
35%. Sambært løgtingslóg
um skatting av kapitalvinn-
ingi verða íløgur í virðis-
brøv nú skattaðar eins og
innlán, og harafturat eru
broytingar gjørdar í skatta-
grundarlagnum, sum hava
aðrar fyrimunir við sær,
skrivar Kaupthing Føroyar
á heimasíðuni hjá fyritøk-
uni.
Samstundis verður tað
eisini broytt, soleiðis at um
ein fyritøkan hevur eitt tap,
so kann hetta tapið avskriv-
ast næstu fimm árini.
Tey, sum fara at fáa gleði
av hesum er tey, sum eiga
og fara at keypa sær parta-
brøv og onnur virðisbrøv.
Eisini fólk, ið eiga lánsbrøv
kunnu gleða seg til eina
munandi bata.
Petur Holm, stjóri fyri
Kauphting Føroyar væntar
eisini, at fleiri føroyingar
fara at gera íløgur.
– Vit hava í seinastu tíð-
ina lagt til merkis, at áhug-
in fyri at gera íløgum er
vaksin í Føroyum. Nýggju
lógarásetigarnar vilja so av-
gjørt eisini merkja ein
størra áhuga fyri at gera
íløgur, sigur Petur Holm.
Hann metir eitt nú donsk
lánsbrøv fara at vera væl
umtókt millum føroyskar
íløgutakarar, men tað sjálv-
sagt ógvuliga ymiskt, alt
eftir, hvussu fíggjarstøðan
og endamálið eru.
Hann sigur víðari, at
partafeløg framvegis gjalda
tey somu 20% í skatti, eins
og áður.
– Nýggja kapitalvinn-
ingsskattalógin
hevur
virknað fyri kapitalvinning
og -tap, sum eru staðfest
16. november 2001 ella
seinni.
Fyri partabrøv, íløgu-
prógv og líknandi virðis-
brøv eins og umbýtilig
lánsbrøv ella serlig rætt-
indi, ið hava tilknýti til hesi
virðisbrøv, eru ásettar ser-
ligar skiftisreglur. Orsøkin
til hesar skiftisreglur er at
finna í gomlu virðisbræva-
skattalógini, sum fór úr
gildi,
samstundis
sum
nýggja lógin kom í gildi.
Eftir gomlu lógini gjørdist
kursvinningur fyri vanligar
íløgur í nevndu virðisbrøv
skattafríur, um vinningurin
bleiv staðfestur 3 ár ella
meira eftir, at virðisbrøvini
vórðu
keypt,
staðfestir
Petur Holm.
Sambært danskari
kanning, so klára
vinnulívið í Føroyum,
Grønlandi og
Bornholm seg betri
enn restin av danska
vinnulívinum
VINNULÍV
Heri á Rógvi
Købmandstandesn Oplys-
ningsBereau A/S hevur
gjørt eina kanning, har teir
samanbera
vinnulívið
ymsastaðni í danska ríkin-
um. Millum niðurstøðurnar
í frágreiðingini er ein, sum
kanska kann tykjast rætti-
liga spennandi fyri føroysk
vinnulív.
Tí, sambært kanningi, so
klárar vinnulívið í Føroy-
um, Grønlandi og Born-
holm seg so mikið væl, at
tað er at meta sum besta
vinnulívsúrslitini í danska
kongaríkinum.
Tá tað er sagt, so sigur
kanningin eisini, at hvør
tíggjunda fyritøka í Føroy-
um, Grønlandi og Born-
holm fer beinaleið móti
tvingsilsavtøku.
Købmandstandesn Op-
lysningsBereau A/S hevur
gjørt kanningina og meira
fæst at vita frá teimum.
Anders Fogh Rasmussen á vitjan:
Ein nýggj byrjan
Løgmaður við fylgi tók ímóti
danska forsætisráðharranum
Anders Fogh Rasmussen
svaraði eisini spurningum frá
forvitnum fjølmiðlafólki
Betri fortreytir fyri íløgum
Tað verður munandi meira hugaligt at gera íløgur í annað enn
innlán í framtíðini, tá skattatreytirnar heilt verða umskipaðar
Oyggjarnar klára seg best
FORSÆTISRÁÐ-
HARRAVITJAN
Jan Müller
Áðrenn danski forsætisráð-
harrin Anders Fogh Ras-
mussen kom á almenna
vitjan í Føroyum mána-
dagin spurdu vit løgmann,
um
spurningurin
um
ognarrættin til ráevnini í
undirgrundini fór at verða
tikin á fundunum teirra
millum.
Løgmaður
sigur
av-
gjørdur, at hetta málið er
avgreitt bæði frá føroyskari
og danskari síðu. -Tað
málið verður ikki reist frá
føroyskari síðu. Verður tað
reist av fjølmiðlunum fari
eg bara at endurtaka inni-
haldið í avtaluni frá 92,
sum allir partar eru samdir
um og sum eisini hevur
verið staðfest fleiri ferðir.
Seinastu tíðina hevur
varaløgmaður, Høgni Hoy-
dal í lýsingum og greinum í
bløðunum reist spurningin
og víst á, at soleingi før-
oyingar ikki hava skjøti til
sítt egna land ber til hjá
dønum at sáa iva um virði í
avtaluni frá 1992. Til tað
sigur løgmaður, at hann
tekur ikki undir við
Høgna Hoydal, tá tað snýr
seg um ráevnini í undir-
grundini.
- Tað málið varð avgreitt
í desember 92. Sjálvt um
man bæði frá danskari og
føroyskari síðu hevur roynt
at seta spurnartekin við
avtaluna, so hevur man
eisini frá danskari síðu entá
í
fólkatinginum
fingið
staðfest, at har er einki at
gera. Tann avtalan hevur
fult gildi.
Løgmaður vísir á, at tá
formaður Tjóðveldisflok-
sins umrøður hetta málið,
so tosar hann um at fáa
skjøti til landið, og tað er
nakað annað. - Skjøtið fáa
vit ikki, fyrr enn vit taka
fullan suverenitet. Tað er
galdandi í hesum og øllum
øðrum málum. Vit hava
gjørt avtalu við donsku
stjórnina, sum gevur okk-
um ognarrætt til ráevnini,
og tað er staðfest allan
vegin, at vit hava henda
rætt til ráevnini í undir-
grundini. Tað eru ikki tvær
meiningar um tað.
Teir fyrstu langfara-
trolararnir eru farnir
eystur eftir í ár.
Vesturvón fór
sunnudagin, og
undan honum er
Sundaberg farin
FISKIVINNA
Edvard Joensen
Vágar:
Vesturvón fór
sunnudagin fyrsta túrin í ár.
Leiðin gongur í norskan
sjógv.
Ólavur Petersen, reiðari,
sigur, at teir hava fngið
loyvi at byrja at fiska í
norskum sjógvi í Barents-
havinum, hóast kvotan enn
ikki er býtt millum skipini.
Tað eru fimm føroysk
skip, sum fiska av kvotuni í
Barentshavinum. Tey eru
Akraberg, Enniberg, Skála-
berg, Sundaberg og Vestur-
vón. Ólavur Petersen sigur
seg hava frætt, at Sunda-
berg er komin á fiskileið,
men at hann einki veit at
siga um fiskiskapin hjá
teimum.
Árið í fjør var heilt
hampiligt hjá Vestuvón,
letur reiðarin at. Hann vil
ikki siga, hvussu hampiligt
tað var, uttan at hann
fiskaði fyri nakrar milli-
ónir.
Tað verður tó ov lítið
bara at dúva upp á tað, sum
í Barentshavinum fæst við
samráðingum, sigur Ólavur
Petersen. Umframt norsku
kvotuna, hava teir eisini ta
russisku, sum teir plaga at
sleppa at fiska burturav í
norskum sjógvi.
Men
neyðugt
verður
eisini við ørðum, sigur
reiðarin. Eitt nú ætla teir at
royna at sleppa at keypa
sær kvotu frá russum, sum
teir fyrr hava gjørt.
Eisini plagar Vesturvón
at vera onkran túr vestan-
fyri eftir svartkalva, og tað
ætla teir eisini at sleppa í ár,
sigur
Ólavur
Petersen.
Umsókn er send, sigur
hann.
Teir vóru 35 mans við
Vesturvón, nú hann fór
fyrsta túrin í ár.
Annars eigur partafelagið
Vesturvón eisini fýra onnur
skip. Tað eru tvey ísfiska-
pør. Akraborg og Varðborg
og Akranes og Dragasund,
sum felagið keypti stutt fyri
jól.
Teir hava landað í Sør-
vági fyrstu ferð í ár, sigur
Ólavur Petersen. Akraborg
og Varðborg høvdu 1.500
kassar, meðan Akranes og
Dragasund høvdu 2.000
kassar av upsa. Prísurin
liggur millum fimm og
hálvasættu krónu fyri kilog,
sigur Ólavur Petersen.
Vesturvón eigur eisini
flakavirkið í Sørvági, sum
er leigað út til Vestís Sea-
food. Ólavur Petersen sigur,
at har er arbeiði hvønn dag.
Tað arbeiða eini 12 fólk
saltfisk á virkinum, sigur
hann.
Vesturvón farin eystureftir
FORSÆTIS-
RÁðHARRAVITJAN
Jan Müller
Í gjár kom nýggi danski
forsætisráðharrin, And-
ers Fogh Rasmussen á
vitjan í Føroyum. Her
skuldi hann hitta løg-
mann og landsstýrið
umframt umboð fyri
allar flokkar á tingi.
Anfinn Kallsberg heldur
tað er skilagott av for-
sætisráðharranum
at
koma til Føroya so tíð-
liga tilber, uttan mun til
um tað er val ella ikki.
Hann fer neyvan at
leggja seg út í eitt før-
oyskt valstríð heldur
løgmaður.
Ætlanin var at danski
forsætisráðharrin bara
skuldi hitta løgmann,
umboð fyri landsstýrið
og
Sambandsflokkin,
sum er samstarvsflokkur
hjá Vinstra. Men eftir
ynski frá eitt nú Javnað-
arflokkinum varð tað
broytt, soleiðis at fundur
skuldi vera á Hotel
Hafnia í gjár klokkan
16, har Anders Fogh
Rasmussen skuldi hitta
umboð fyri allar flokkar
á tingi. Løgmaður sigur í
eini viðmerking, at hetta
er ein skilagóð broyting
í skránni, tí tað gevur
eina betri javnvág í.
Hann sigur seg fult út
kunna taka undir við
hesum. Tað er danski
forsætisráðharrin, sum
sjálvur hevur valt at hitta
umboð fyri allar flokkar.
Løgmaður sigur, at hetta
er eisini í tráð við tað
Poul Nyrup Rasmussen
gjørdi á sinni. Og verður
hetta helst gjørt fyri, at
forsætisráðharrin ikki
skal verða lagdur undir
at leggja seg út í føroysk
viðurskifti.
VALIÐ OG OLJA
Jan Müller
Nú valið nærkast og spurn-
ingurin um oljufund verða
tengt at sjálvstýristilgongd-
ini spurdu vit Anfinn
Kallsberg,
løgmann,
í
hvussu stóran mun hann
metir at ein møgulig olju-
vinna verður ein partur av
valstríðnum til løgtingið!
- Olja og oljuvinnu er eitt
bein aftrat í búskapinum.
Og tað er greitt, at ein bú-
skaparlig tillaging í Før-
oyum verður rættiliga nógv
bundin av, hvussu bú-
skaparligi
útviklingurin
verður. Nógv olja merkir, at
tað verður kanska skjótari
at fáa gjørt tær tillagingar í
búskapinum, soleiðis at vit
hava yvirtikið tey flestu av
hesum økjunum, sum eisini
krevja fíggjarliga orku.
- Og verður eingin olja?
- Ja so gongur tað nakað
seinni. 2012 er eitt mál. Tað
kann fara báðar vegir.
Fogh hitti
løgtingslimir
Avtalan um oljuna ikki broytt
Oljan týdning fyri sjálvstýristilgongd
C
M
Y
K
7
6