Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 9 - 15. januar 2002 Nr. 9 - 15. januar 2002 9 C M Y K VALSKEIÐ RENNUR ÚT Jan Müller Samgongan heldur fram- vegis saman, hóast brota- sjógvar eru. Og lagt verður upp til at halda fram eftir valið. Men hvussu kann løgmaður liva við at ar- beiða saman við Tjóðveld- isflokkinum, tá hesin ferð eftir ferð leggur løgmann undir at verða forðingin fyri fullveldinum eitt nú við at ikki at tora at taka eina fólkaatkvøðu um málið? – Sum frálíður fer hvør tann einasti tjóðveldismað- ur í hesum landi at geva mær rætt í, at tað var tann rættasta avgerðin, sum An- finn nakrantíð hevur tikið ikki at taka eina fólkaat- kvøðu, og eg eri meira og meira sannførdur um fyri hvønn dag, sum fer, at hatta var ein tann skilabesta pol- itiska avgerðin, ið eg nak- rantíð havi tikið. –Men tað skerst ikki burtur, at tú hevur fingið lemjandi kritikk frá tínum samstarvsfeløgum fyri tað? – Tað havi eg fingið, tí at man tá vildi royna at spenna vøddar móti donsk- um myndugleikum, og tað hevði eitt einasta endamál, sum er framhaldandi konfr- ontatión millum Føroyar og Danmark. Og tað haldi eg vit síðani eftir at hava broytt leistin hava sæð var ikki tann rætti vegurin. Um tað, sum Anders Fogh Rasmussen nú sigur við Ritzau verður niðurstøðan á fundinum í Tinganesi mánadagin, so havi eg fing- ið tað váttað einaferð enn, at leisturin eg havi valt er rætti vegurin at fara. Tí eri eg eisini sera fegin um, at fólkaatkvøðan varð avlýst. Løgmaður heldur ikki, at tað er nakar politiskur flokkur í Føroyum hevur nakað ímóti hesi gongd. – Lyklaspurningurin í valstríðnum verður tá ikki eitt mál millum Føroyar og Danmark, men tað verður, hvussu vit í Føroyum megna at leggja útviklingin til rættis hjá okkum sjálv- um. Tá er tað ein spurning- ur um at fara út til Føroya fólk og spyrja, hvussu man vil leggja hesa gongd til rættis. – Veljaratølini hava ikki verið góð. Væntar tú, at nýggja útspælið frá Anders Fogh Rasmussen fer at gagna tínum flokki til val- ið? – Eg vóni, at málið um tilgongdina í sjálvstýris- málinum úti millum fólk verður eygleitt sum ein var- ligur og tryggur útvikling- ur. Hetta er ikki nakað has- ard. Tað skal byggja á bú- skaparligt kjølfesti og vera ein skipað tilgongd. Við seinasta útspæl- inum hjá danska for- sætisráðharranum, har føroyingar kunnu fremja allar yvir- tøkur, sum ikki hava nakað beinleiðis við fullveldistøkuna at gera, er sjógvurin slættaður og øll konfrontatión millum Føroyar og Danmark søga. Nú eru tað bara vit sjálvi, sum skulu leggja til rættis til- gongdina, og tað er ferðin á m.a. yvirtøk- unum, sum er lykla- orðið í komandi val- stríði sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður FORSÆTISRÁÐHARRA VITJAN OG VALSTRÍÐ Jan Müller Undan vitjanini hjá danska forsætisráðharranum í Før- oyum í gjár úttalaði hann til donsku tíðinastovuna Ritzau, at hann fór ikki at seta seg upp ímóti eini til- gongd, har føroyingar kunnu yvirtaka øll mál, sum ikki eru tengd at full- veldistøku, tvs. uttanríkis- mál, verjumál og spurning- arnar um felags mynt og kongshús. Hetta heldur løgmaður vera sera kærkomin orð frá danskari politiskari síðu, tí tey flyta heilt málið um framtíðar tilgongdina á sjálvbjargnisleið til Føroya. Tá henda ósemja millum Danmark og Føroyar ikki er til longur, er tað bara upp til føroyingar sjálvar at gera av, hvussu nógv og hvussu skjótt tingini skulu yvirtak- ast. Hetta er so eisini í tráð við tann nýggja sjálvstýris- leistin, sum løgmaður legði lunnar undir, tá allir sam- ráðingarmøguleikar við danir vórðu úttømdir, og sum endaði við samtyktini á tingi um eina sjálvstýris- tilgongd fram til 2012. Fyrsta stigið í hesi til- gongdini vóru yvirtøkur fyri millum 300 og 400 mill. kr., ið ein meiriluti á tingi samtykti herfyri. Anfinn Kallsberg sigur við Sosialin, at í tí leistin- um, sum nýggi danski for- sætisráðharrin eisini tykist at viðurkenna, eru hansara úttalilsi rætt endurgivin og tulkað, liggur ein møgu- leiki í prinsippinum at sam- ráðast um øll mál uttan tey, sum hava beinleiðis við suverenitetin at gera, tvs. at tú sær burtur frá A og B málunum, og í veruleikan- um fer frá einum positiv- lista til ein negativlista. Nyrup setti treytir við Løgmaður viðgongur, at tað málið hevði hann uppi at venda við táverandi danska forsætisráðharran Poul Nyrup Rasmussen í november í 2000 á einum loyniligum og óformligum fundi á Marienborg ein sunnudag seinnapart. Nyrup vildi tosa um tað, men har vóru nakrar treytir við. Eitt nú at Heimastýris- lógin varð broytt samsvar- andi. So tað er eingin fremmandur tanki, at man hevur tosað um hetta. Anfinn Kallsberg heldur tí úttalilsini hjá Anders Fogh Rasmussen verða ógvuliga skilagóð. Tí á tann hátt slepst undan at fáa eitt rok um, hvat tú kanst sam- ráðast um og hvat ikki. Tú hevur tá harafturímóti sagt, at í prinsippinum kann man samráðast um alt við und- antaki av teimum fýra stóru málunum, ið eru knýtt at endaligu fullveldistøkuni. – Hetta er nakað tað sama, sum Nyrup hevur sagt, nevniliga at pengar og av- gerðir skulu fylgjast at. So tað kann eg bara taka undir við. Tað tykist sum Fogh vil sleppa undan at rok skal verða knýtt at hesum mál- um longur. Løgmaður sigur víðari, at tá ynski okkara um at kunna yvirtaka øll málsøki verður viðurkent av dønum, tá áttu vit frá føroyskari síðu at kunnað funnið eina sera breiða semju. Allir flokkar hava jú meira ella minni sagt, at teir vilja ganga við til at yvirtaka málsøki og gjalda fyri tey sjálvi. Ósemjan, sum tá stendur eftir, snýr seg um tempoið. Tvs. hvussu skulu hesi økini yvirtakast og nær. Fokus á semjur – Við støðutakanini hjá Anders Fogh Rasmussen, trúgvi eg, at fokus meira kemur at verða á semjur í tí politisku skipanini í Føroy- um. Út frá einum donskum sjónarmiði er tað helst eis- ini strategiskt rætt at gera tað teir nú gera, tí tá er tað ikki illstøða millum Føroy- ar og Danmark, sum setir dagskránna men meira ein spurningur, um føroyingar kunnu semjast. Hava flutt mørk – Men hví fóru tit so ikki eftir tí leistinum longu eftir seinasta val? – Trupulleikin eftir sein- asta val var fyri tað fyrsta, at vit vistu ikki, hvat danir vildu ganga við til. Vit fóru eftir einum kendum leisti, sum danir høvdu lagt upp til, nevniliga tann millum Ísland og Danmark. Tað er greitt, at tað skal ein veldug politisk prosess til, áðrenn tú fær serliga teir mest víð- gongdu sjálvstýrismennin- ar at góðtaka eina loysn uppá henda mátan vit nú hava lagt upp til. Vit hava so verið gjøgnum hesar samráðingar og hava stað- fest, at hetta er einasti mát- in at røkka fram til málsetn- ingin. Tí vil eg siga, at sam- ráðingarnar vit hava verið gjøgnum hava bæði flutt politisk mørk í Føroyum og í Danmark. Løgmaður heldur tí eisini, at hetta hevur verið ein sera gagnligur útvikl- ingur. – Nú byrja vit at koma yvir í tað sporið, at man frá føroyskari og danskari síðu verður meira samdur um, at hetta er ein brúkilig loysn. Eitt slíkt mál flytur mørk alla tíðina, annars kemur tú nevniliga ongan veg. Løgmaður ásannar, at tað hevur eisini verið við til at flyta Tjóð- veldisflokkin longur inn móti miðjuni men leggur tó aftrat, at hevði verið tosað um at yvirtaka eftir Heima- stýrislógini eftir seinasta val, so hevði Tjóðveldis- flokkurin als ikki viljað verið við. Men eftir at man hevur funnið fram til, at hetta er einasta gongda leið, so hevur man (Tjóð- veldisflokkurin m.a. blaðm.) verið so pragmat- iskur hóast alt, at man hev- ur flutt seg hartil. Føroyingar samdir um sjálvsavgerðarrættin – Men Tjóðveldisflokk- urin vil framvegis hava danir at viðurkenna før- oyskan sjálvsavgerðarætt! – Tað er so nakað, sum bara kann brúkast til at varðveita eina ósemju mill- um føroyskar og danskar myndugleikar sigur løg- maður og heldur sjálvur, at føroyingar eru samdir um sjálvsavgerðarrættin. – Eg trúgvi ikki, at tað eru tvær meiningar um tað í tí føroysku politisku skip- anini. Men danska stjórnin uppfatar sjálvsavgerðar- rættin uppá ein annan máta enn føroyingar. Tað er nógv jura í hesum. So í veruleik- anum eiga vit nú ikki at blíva við at koyra pannuna móti múrinum hvørja ferð og krevja av dønum, at teir skulu vera samdir við okk- um um sjálvsavgerðarrætt- in. Tí hann er ikki nakað vit skulu hava frá dønum. Hann er nakað vit hava sjálvir. Tann dag vit føroy- ingar siga, at nú gera vit brúk av okkara sjálvsav- gerðarrætti, tá hava vit fingið tað lyfti frá donsku stjórnini ferð eftir ferð, at man frá danskari síðu vil viðurkenna eitt slíkt ynski frá føroyingum. Tá teir siga, at teir vilja viður- kenna tað, so skulu vit lata danir í síni skipan sleppa at avgreiða ta viðurkenning- ina uppá sín máta og ikki krevja av teimum, at teir skulu avgreiða hetta uppá tann mátan vit halda vera rætt. Anfinn Kallsberg løg- maður leggur aftrat, at á tann hátt slepst undan eini konfrontatión, men tað, sum er av avgerandi týdn- ingi er, at vit gera okkara heimaarbeiði í Føroyum, soleiðis at vit fáa eina ógvuliga breiða undirtøku í føroyska fólkinum um tann dag vit skulu brúka okkara sjálvsavgerðarrætt. Tann prosessin liggur frammi í tíð-ini í hvussu er eisini eftir teimum ætlanum vit hava í dag. Tí heldur løg- maður, at tað als ikki er neyðugt at dyrka konfront- atiónina sum støðan er nú. Løgmaður sigur seg ann- ars hava bitið merki í, at tað er henda sama konfrontat- ión, sum Tjóðveldisflokk- urin hevur boðað frá í ar- beiði sínum á fólkatingi. – Tað hava teir sjálvandi sín fulla rætt til at gera har, men tað er ikki eitt mál, sum landsstýrið fer at taka upp á fundum við danska forsætisráðharran leggur hann aftrat. Løgmaður heldur tað vera týðandi at endurtaka, at føroyingar eru samdir um, at vit hava henda sjálvsavgerðarrætt, og vit skulu helst koma í ta støðu – tá vit gera nýtslu av hon- um og siga, at nú taka vit fult sjálvstýri ella gera okk- urt annað – at tað tá ikki liggja nøkur onnur argum- ent ella sjónarmið ímillum eitt nú fíggjarlig hóttafall og ræðumyndir, soleiðis at føroyingar púra frítt kunnu gera støðuna upp. – Tað er tann prosessin, ið ikki skal byrja fyrr enn tað, sum nú er í gongd, er liðugt, nevni- liga at vit hava yvirtikið øll málsøki og gjalda fyri tey, hava fingið ein sjálvber- andi føroyskan búskap osfr. Tað einasta, sum tá er eftir, og vit koma til støðutakan- ina um hetta, er framvegis uttanríkis- og verjupolitikk- ur, myntfótur og kongshús. Hasi fýra málsøkini eru sambart grundlógini fel- agsumráði. Tvs. at tá skulu føroyingar taka støðu til, um vit skulu út ella vera verandi í ríkinum. Og tað liggur nakað frammi í tíðini. Frahaldandi í ríkinum Løgmaður vísir á, at vit við verandi leisti hava sett hesa tilgondina fram til 2012. Tíðin vil vísa, hvat er real- istiskt. – Tað, sum er um- ráðandi frameftir, er, at vit arbeiða soleiðis, at vit fíggjarliga gera tillaging- arnar, og at vit umsitingar- liga og politiskt taka ábyrgd av øllum økjum og gjalda fyri tað. Tað merkir aftur, at vit mugu góðtaka at vera partur av ríkisfelagsskapin- um til ta tíð. – Men metir tú, at Tjóð- veldisflokkurin uttan víðari gongur við til tað? – Tað er jú tað, sum hann hevur verið við til at sam- tykkja í tinginum. Tað er tað sjálvstýrisuppskotið snýr seg um. – Tað hevur verið sagt, at Tjóðveldisflokkurin hevur megnað at toga Fólkaflokk- in langt við sær, onkur hev- ur brúkt vendingina heilt út á djúpt vatn, í síni fullveld- isleitan. Vil tú við seinastu tilgongdini í huganum siga, at tað eru tit í Fólkaflokk- inum, sum hava hálað hann innaftur á turt? – Eg haldi ikki, at Tjóð- veldið hevur drigið okkum út á djúpt vatn ella nakran veg. Tvørturímóti eru vit nú í eini støðu, sum leggur upp til eina skilagóða og trygga tilgongd. – Men hava veljarakann- ingarnar ikki revsað tykk- um fyri at hava ligið ov nær linjuni hjá Tjóðveldisflokk- inum? – Tað er eisini púra rætt. Vit hava tann trupulleikan í Fólkaflokkinum, at vit hava ein veljaraskara, har ein partur heldur tað gongur ov seint, og ein annar partur heldur tað gongur ov skjótt. Tað er at kunna finna hesa javnvág, sum hevur verið trupulleiki okkara. Tí ræður tað um at fáa eina trygga tilgongd, har fólk kenna seg trygg við tað, sum hendir. Og tað er nettupp tað, sum eg meti vit hava fingið við tí sjálvstýrisleisti, ið er samtyktur. Breitt grundarlag – Metir tú, at fólk fáa eina trygga tilgongd, um samgongan heldur fram eftir næsta val? – Sjálvandi skal henda prosessin halda áfram. Og helst skal hon fremjast á einum so breiðum grundar- lag sum gjørligt, og har vil Fólkaflokkurin fegin vera við. – Er núverandi sam- gongugrundarlag nóg breitt til tess? – Trupulleikin nú er tann, at vit sum er hava eitt parlamentariskt grundar- lag, ið er nóg sterkt, men sum sær út til at verða viknað í veljaraskaranum. Tað er ótrúliga týdningar- mikið í eini slíkari gongd, at fólk kenna seg trygg, og at tað er ein so breiður tryggleiki sum gjørligt. Ongantíð betur um allir flokkar kunnu taka undir við hesum. Tí heldur løgmaður, at tað tá samanumkemur er ein spurningur um tempo, tvs. hvussu skjótur útvikl- ingurin skal vera og hvussu tú fremur tingini, hvussu tú raðfestir tey osfr. – Tað verður væl hetta, sum verður avgerandi í teimum samgongumøguleikum, ið verða eftir komandi val leggur hann aftrat. – Tvs. at ferðin á yvirtøk- um eftir tíni meting verður lyklaorðið í komandi val- stríðnum? – Ja avgjørt – og aftrat tí tillagingin av búskapinum. – Koma hóttafall í sam- felagnum, verður ferðin á yvirtøkutokinum tá at ganga seinni? – Tað er einki at ivast í, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin ynskja eitt spakuligari tempo enn vit aðrir. Vit hava td. hoyrt Sambandsflokkin siga, at hann vil yvirtaka øll máls- øki men bara ikki nú. Javn- aðarflokkurin hevur sagt, at teir kunnu vera við til at yvirtaka nakað fyri einar hundrað milliónir kr. og ikki fyri fleiri hundrað. Tað vísir, hvat vit tosa um. Uppgávan heim til Føroyar Anfinnur Kallsberg sigur tí, at tað er ótrúliga avger- andi fyri seg í sambandi við vitjanina hjá Anders Fogh Rasmussen, at Føroyar og Danmark kunnu koma ásamt um, at tann leisturin, ið er valdur – hetta at tú kanst yvirtaka øll málsøki, uttan tey, sum eru bein- leiðis tengd at suverenitet- inum – ber til, og at tú har- við hevur fingið uppgávuna heim til Føroyar. At tann politiska skipanin í Føroy- um síðani má syrgja fyri at gera ta tillagingina út frá tí ferð, sum hóskar eftir tí. – Vit hava havt eitt upp- skot til samtyktar í tingin- um, sum ein meiriluti hevur tikið undir við, har vit hava sett upp eina tíðarætlan fyri eini sjálvstýristilgongd, og tað er greitt, at tann tíðar- ætlanin er málsetningurin hjá samgonguni. So fær man at síggja, hvat hendir við valið. Tað er alt nakað, sum liggur í veljarans hondum. Løgmaður dylur heldur ikki fyri, at útspælið frá Anders Fogh Rasmussen kemur at ávirka føroyska valstríðið tann vegin, at einstakir flokkar kunnu ikki longur brúka eina konfrontatión millum Dan- mark og Føroyar politiskt á sama hátt. Tí út frá tí verð- ur tað ein spurningur, hvussu tú leggur tingini til rættis í Føroyum. Hetta er tað valið snýr seg um. Løgmaður eftir útspælið frá Anders Fogh: Konfrontatiónin millum Føroyar og Danmark burtur – nú liggur uppgávan í Føroyum Anfinn Kallsberg, løgmaður leggur upp til eina breiða semju millum politisku flokkarnar eftir valið Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri hevur við sínum seinasta útspæli beint burtur alla konfrontatión millum Føroyar og Danmark heldur løgmaður Rættasta avgerðin í lívinum C M Y K 9 8