mánadagur 10. mai 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 10. mai · Nr. 70
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Nógvir áskoðarar vóru møttir í
ítróttarhøllini á Hálsi til endabrestin
í estetiskum fimleiki. Liðini høvdu
øll pussað seriuna av, og tað sást
aftur á fimleikarunum sum vóru
sera uppsettir til kappingina . Tað
sást tó ikki á fimleikarunum, at
tær høvdu nervar. Gentuliðið hjá
Ljós inum megnaði at halda uppá
fyrsta plássi, men tó bert við 0,86
stigi frammanfyri Støkk, sum bleiv
numm ar tvey. Unglingarnar hjá HFa
struku aftur avstað við fyrsta pláss
inum. Talan er um eitt sera evna ríkt
lið. Spenningurin var ikki minni
hjá kvinnunum, har bara smáir
marginalar vóru imillum lið ini.
Fyrsta plássi kundi fara alla vegir.
Tó vóru tað HF, kvinnur sum aftur
gjørdu bart og vunnu kapp ingina
við nærum einum stigi framm an
fyri Ljósinum, sum bleiv nummar
tvey, og tað vóru 1,13 stig niður til
Støkk sum bleiv nummar trý.
heris@sosialurin.fo
fimleikur Havnar Fimleikafelag vann kappingarnar hjá
kvinnum og unglingum. Ljósið vann kappingina hjá gentum
FM í estetiskum fimleiki á Hálsi
Úrslit:
Gentur:
Ljósið
13.55 Føroya Meistarar
Støkk
12,69
HFa
12.37
HFb
10,62
Unglingar:
HFa
14.01 Føroya Meistarar
Støkk
12,87
HFb
11,18
Kvinnur:
HF
14.40 Føroya Meistarar
Ljósið
13,51
Støkk
13,27
Petur Elias verður ÍSF forseti
Eingin hevur bjóðað seg fram sum mótvalevni. Freistin til at stilla upp til forsetasessin í ÌSF
var úti á midnátt leygardagin. Bert eitt valevni hevur boðað frá sínum kandidaturi, og er tað
sandavágsmaðurin, Petur Elias Petersen, sum hevur verið virkin innan ítróttarnevndararbeiði
í nærum ein heilan mansaldur. Petur Elias Petersen hevur verið partur av starvsnevndini hjá
ÌSF í mong ár, og hevur við árunum bygt upp eitt stórt og breitt kontaktnet, bæði í Føroyum
og uttanlands. Petur Elias hevur virkað sum ÌSF forseti, síðani Sølvi Reinert Hansen legði frá
sær fyri tveimum mánaðum síðani. Petur Elias er 44 ára gamal. Aðalfundurin hjá ÍSF verður
leygardagin tann 29. Mai, har forsetavalið bert verður ein avgreiðsluspurningur.