Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mai 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. mai · Nr. 70 16 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Heri Simonsen Leygardagin løgdu føroysku súkkl ararnir til brots í súkklu­ kappingini »Etika Cup 2010«, ið er ein Cup kapping, ið er sett saman av fimm kappingum, tveim um eink ult startum og trimum landa­ veg kappingum. Landaveg koyring varvá skránni leygardagin, har leiðin gekk úr Runavík, gjøgnum tunn ilin við Streymin, til Eiðis, uppum Eiðisskarð, til Gjógv har vent bleiv niðri í bygdini. Leiðin gekk síðani til Funning, Skálabotn og so á mál í Runavík. Teinurin var samanlagt 80 kilometrar, og vinn­ arin, Torkil Veyhe, brúkti 2 tímar 37 minuttir 20 sekund um teir 80 kilometrarnar. Royndi at draga frá Tíðliga í kappingini, í brekkuni norð anfyri Ljósáir, royndi Torkil at sleppa frá hinum súkklarunum. Eli Christiansen slepti á veg nið­ an til tunnilin, Morten Hansen við Ljósáir, men Andrass Joensen og Gunnar Dahl­Olsen saman royndu at vinna Torkil inn aftur. Á Eiðis­ skarði hevði Torkil vunnið sær eina tveir minuttirs leiðslu. Í Gjógv høvdu Andrass og Gunnar vunnið eitt sindur inn á Torkil aftur. Men menn byrjaðu at møðast. Andrass misti Gunnar við Funn­ ingsbotn, og so bleiv tað nú til eina kapping har allir koyrdu mann móti manni, og móti tíðini. Torkil var stinnastur, vann sannførandi, og kom á mál góðar 7 minuttir framm an fyri nummar tvey, ið gjørd ist Gunnar Dahl­Olsen. Andrass Joensen kom á mál, sum numm ar trý. Unglingar og motiónistar Unglingar og motionistar kapp­ aðust eisini henda dagin. Tor bjørn Haraldsen vann unglinga kapp ing­ ina og Aksel Haraldsen vann kapp­ ingina hjá motionistunum. Unglingar og motionistar koyrdu umleið 55 km. Leiðin gekk úr Runa vík, til Strendur og út aftur til Runa víkar. Etika Cup 2010 Fimm kappingar eru í Etika Cup 2010. Tann fyrsta bleiv koyrd leygar­ dagin, og tann seinasta verður koyrd hálvan september. Tá verður tann samlaði vinnarin funnin. Samlaði vinnarin er tann súkkl­ arin, ið hevur vunnið sær flest stig í kappingini. Vinnarin fær sjey stig, nummar tvey fær fimm stig, nummar trý fýra stig, o.s.fr. Men ein kann bara vinna kappingina saman lagt um ein hevur tikið lut í minsta lagi trimum av teimum fimm kappingunum. Kappast verður í tveimum einkultstartkappingum og trimum landa vegkappingum. Ongin kvinna luttók leygardagin, hóast hesar eisini hava møguleika at kappast. Kapp ingin er fyri unglingar, motiónistar, kvinnur og menn (A bólk urin). Kappingin er skipað so leið is, at menn í bólki A koyra longstu teinarnar, meðan unglingar, kvinn ur og motionistar koyra ein nak að styttri tein. Kappast longu hósdagin Næsta kapping í Etika Cup 2010 verður longu Kristi Himmal ferða­ dag. Tá verður kappast í 30 km. einkult starti. Koyrt verður úr Havn til Kaldbak og aftur. Startur og mál verður við Plantusøluna við Hvíta­ nesvegin. Kappingin byrjar kl. 14. heris@sosialurin.fo Torkil vann fysta teinin í Etika Cup 2010 Súkkling Fyrsti teinur í Etika Cup 2010 bleiv koyrdur leygardagin í fagrasta veðri. Torkil Veyhe kom fyrstur um mállinjuna Etika Cup 2010 80 km Runavík - Eiði - Gjógv - Runavík BólkuR A Nr. NAvN Tíð STig 1 Torkil Veyhe 2.37.20 7 2 Gunnar Dahl-Olsen 2.45.57 5 3 Andrass Joensen 2.49.36 4 4 Morten Hansen 3.11.25 3 5 Eli Christiansen 3.22.22 2 55 km Runavík - Strendir - Runavík MotioniStAR Nr. NAvN Tíð STig 1 Aksel Haraldsen 2.04.08 7 55 km Runavík - Strendir - Runavík unGlinGAR Nr. NAvN Tíð STig 1 Torbjørn Haraldsen 2.11.30 7 2 Jóannes A. Nielsen 2.13.31 8. mai: landavegkoyring - 1. teinur 65 km/42 km 13. mai: Einkultstartur - 2. teinur 30 km 11. juli: landavegkoyring - 3. teinur 88 km/44 21. august: Einkultstartur - 4. teinur 40 km 11. september: landavegkoyring - 5. teinur 120 km/60 km 20 ára gaml Torkil Veyhe vann fyrsta teinin í Etika Cup 2010 Mynd: Álvur Haraldsen, savnsmynd Holst heldur Silkeborg uppi Við máli tveir minuttir fyri leiklok, staðfesti Christian Lamhauge Holst sigurin 2­0 sigurin hjá Silkeborg á FCK í gjár. Sigurin merkir, at Silkeborg hevur tryggjað sær enn eitt ár í bestu donsku fótbóltsdeildini. Sigurin merkir eisini, at Silkeborg er komið aftur á beint, eftir eina vanlukkuliga gongd við seks tapum á rað. Aldudalurin hevur eisini havt við sær, at uppflytararnir Silkeborg, sum einaferð var við í bronsudystinum, fyrst og fremst vóru farnir at hugsa um at lívbjarga sær í deildini. Hetta er nú eydnast teimum, og tískil var tað ein fegin Christian Lamhauge Holst, ið tosaði við útvarpsstøðina P3 eftir dystin. – Fyri nøkrum vikum síðani høvdu vit forsvorið, at vit fóru at liggja soleiðis sum vit gera nú, og tískil eru vit bara meira enn væl nøgdir við at vinna í dag, og harvið varðveita sætið í deildini, segði Christian Lamhauge Holst, sum hevur ein dyst eftir at spæla í donsku landskappingini.