mánadagur 10. mai 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 10. mai · Nr. 70
Sosialurin
Ítróttarblaðið
ÍF vildi meira
vodafonedeildin Dysturin á Argjum skar út í papp, at AB veruliga
líkist einum botnliði í løtuni, tí ímóti ÍF høvdu argjamenn einki at bjóða.
Hinvegin vóru fuglfirðingar tolnir og tryggir og vunnu fult uppiborið
Hilmar Jan Hansen
Eftir 0-2 ósigurin á heimavølli í gjár,
er støðan lítið hugalig hjá AB, sum í
teimum fyrstu seks dystunum bara
hevur fingið skavað sær tvey stig
saman. Tað munar ikki nóg nógv,
men verður mett út frá avrikinum
Inni í Vika í gjár, tá ÍF vitjaði, so er
AB heldur ikki betri enn tað sama.
Allan dystin vóru tað fugl firð-
ingar, ið myndaðu spælið og høvdu
bóltin nógv mest. Í fyrra hálvleiki,
tá tað yvirhøvur var sera deydligt,
spurdust so at siga eingir veruligir
mál kjansir burturúr, men eftir
steðgin fekk ÍF víst, at liðið veruliga
ætl aði sær sigurin.
– Vit vildu og skuldu hava trý
stig, so tí eru vit væl nøgdir. Seinni
hálvleikur var góður, men tað var
heldur linligt í fyrra hálvleiki. Men
eg haldi, at vit søktu sigurin meira,
og tað serliga í seinna hálvleiki,
segði Øssur Dalbúð, ið skoraði
fyrra málið hjá ÍF og legði upp til
tað seinna.
– At vit komu á odda, loysti eitt
sindur upp hjá okkum, og tá fingu
vit eisini fleiri kjansir. Vit skuldu
gjarna havt fleiri stig, men hesi
trý í dag hjálptu væl til, hóast vit
kundu ynskt okkum nøkur fleiri
burtur úr onkrum av hinum fyrru
dystunum.
ÍF vildi meira
Ein hending, ið setti sín dám á
dystin, var skaðin hjá AB-verju-
spælaranum, Morten Overgaard, tá
bara eitt korter var farið. Eftir eina
takling bleiv hann liggjandi, og tá
hann reistist aftur, fekk hann ikki
sett fótin til, men mátti styðjast út
av vøllinum og kom ikki innaftur.
Hetta merkti, at AB mátti um-
skipa sær liðið, men longu áðrenn
var tendensurin farin at vísa seg,
tí ÍF vísti gott tol og royndi at
byggja upp alla tíðina. Skiftivís
blivu Dánjal á Lakjuni og Andy
Olsen sendir avstað í hvør sínari
síðu, men tað spurdist líkasum ikki
meira burturúr. Í seinna hálvleiki
gjørdist tað meira miðvíst, tí
beinan vegin sást, at fuglfirðingar
veru liga ætlaðu sær sigurin.
Fyrra málið kom eftir álop í
vinstru síðu, har Nenad Saric sendi
Andy Olsen avstað og síðani sjálvur
rann í góða skotstøðu, men rakti
ikki, tá Andy sendi innfyri. Men
Øssur Dalbúð var klárur at taka av
í øðrum umfari, og so var 1-0 til ÍF.
Øssur var síðani upphavsmaðurin
til 2-0, tá hann fekk bóltin frammi
í AB-brotsteiginum, men datt. Tó
reistist hann beinanvegin aftur og
vann bóltin, snaraði sær á og spældi
innfyri til Nenad Saric, sum púra
fríur fyri opnum máli bara skuldi
seta innarsíðuna á.
Ikki nóg gott
Argjamenn hava ikki havt eina
ser liga hugaliga viku, tí týskvøldið
taptu teir í Runavík og nú á heima-
vølli. Í Runavík vóru teir lítið verdir
eftir steðgin, og tíverri fyri teir, so
sá út til, at teir hildu fram í sama
stíli at kalla allan dystin í gjár,
sum nokk var tann ringasti hjá AB
leingi.
– Vit eru bara ikki nóg góðir.
Hesa ferð var tað soleiðis, at tað
liðið, sum fekk fyrst mál, vann
dyst in, men tíverri vóru tað teir og
ikki vit. Vit royndu at fáa spælið at
koyra, men tað riggaði bara ikki hjá
okk um, staðfesti AB-miðvallarin,
Evrard Blé.
– Eg haldi, at spælararnir geva
ov skjótt upp, men eg kann ikki
geva nøkrum øðrum skyldina, tí eg
eri sjálvur ein. Nú er støðan bara so
mikið álvarslig hjá okkum, at nú má
okkurt gerast, áðrenn tað verður
ov seint. Vit mugu stríðast meira, tí
hetta er ikki nóg gott hjá okkum.
hilmar jan@sosialurin.fo
Vit skuldu gjarna havt fleiri stig,
men hesi trý í dag hjálptu væl til
AB
0
ÍF
2
Andy Olsen og ÍF kunnu nú
hyggja langt eftir botninum
Mynd: Álvur Haraldsen
íf omaná