mánadagur 10. mai 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. mai · Nr. 70
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ólavur Øre
Tað hevur ikki gingið heilt eftir vild
hjá Víkingi í síðstuni, og dysturin
móti B71 var einki undantak í
so máta. Sjálvt um Víkingur
var spælstýrandi stóran part av
dystinum, og komu til nakrar góðar
kjansir, so manglaði neyvleikin
í
avgerðandi
løtum.
Finnur
Justinussen hevði tríggjar líkinda
kjansir í dystinum, sum blivu
misnýttir. Ungi Víkinga áleyparin
hevur í ár havt trupult við at finna
máltevið, sum gav honum gylta
skógvin í fjør.
Meðan víkingar iðra seg um tvey
mist stig, so var frøi á sandoyingum
eftir at hava fingið tað eina stigið,
og tað er væl skilligt. Sandoyingar
vóru ikki komin til Leirvíkar at
spæla
álopsfótbólti,
men
teir
stíddust sera væl í verjupartinum,
og fingu eitt stig í løn fyri stríðið.
Nær við og næstan
Víkingur
var
spælstýrandi
frá fyrsta minutti, ikki minst tí
sandoyingar lótu vertirnar hava
bóltin, og hugsaðu mest um at
standa væl í verjustøðu. Víkinga
trýstið hevði við sær at vertirnir
fingu
nógv
hornaspørk,
men
Bárður Johannesen í B71 málinum,
var ein tryggur aftasti skansi, og tók
broddin av trýstinum, við at taka
sær av fleiri av høgu bóltunum, ið
blivu sendir inn í brotsteigin.
Uttan
at
taka
nakað
frá
sandoyingum, so høvdu teir eisini
neyðuga heppnið við sær í fyrra
hálvleiki. Millum annað tá Finnur
misnýtti ein góðan møguleika
miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og
seinri tá bólturin brast á innaru
síðu á stongini, eftir eitt fríspark frá
Suna Olsen. Men inn vildi bólturin
ikki.
B71 verjan stóð stinn
Leikliga gongdin var tann sama
eftir steðgin. Víkingur royndi at
trýsta. Tað gjørdi ikki støðuna hjá
Víkingi lættari, at miðverjarnir
hjá B71, Jóhannis Jensen og Allan
Tungá, leiktu ein branddyst.
Sjálvt um B71 verjan stóð væl,
so kunnu víkingar bert takka sær
sjávum fyri at teir ikki kláraðu at
koma
ígjøgnum
betongverjuna
hjá sandoyingum. Hetta tí tað
var lítið og onki hugflog yvir
álopsspælinum hjá vertunum, og tá
Víkingur ikki dugdi at gagnýta teir
fáa kjansirnar ið komu eftir steðgin,
ja so gjørdist tað trupult at vinna á
uppflytarunum úr B71.
Eftir at Víkingur hevði havt so at
siga alt spælið, komu sandoyingar
betur við sum dysturin leið, uttan tó
at vera nøkur hóttan móti Víkingi.
Tað sigur nakað um álopsspælið hjá
sandoyingum, at besti møguleikin
hjá B71 kom eftir, at ein víkingur
var nær við at seta bóltin í egið mál,
men onki mál kom í dystinum.
Tískil eydnaðist tað B71 við
stinnum verjuspæli at fáa eina
stigið í Leirvík, men sigur tað nokk
líka nógv um manglandi hugflog
og neyvleika í álopsspælinum hjá
Víkingi.
Víkingur fann ikki málið
Vodafone deildin Hóast yvirvág í spæli og kjansum, so eydnaðist ikki Víkingi at vinna á
uppflytarunum úr B71. Við málleysa javnleikinum tapti felagsliðið úr Gøtu og Leirvík tvey stig
í stríðunum at nærkast oddinum, meðan B71 fyri triðju ferð í ár fekk stig á útivølli
-Eg haldi at tað er uppi borið av
vit fáa javn leik, sigur Bárður
Johanne sen, sum var ein tryggur
aftasti skansi hjá sand oy ing um í
dystinum móti Víkingi.
Hóast Víkingur var spæl-
stýra ndi
stóran
part
av
dystinum, so metir B71 málverjin,
at verjan hjá sandoyingum stóð
stinn, og tað gjørdi sítt til at
Víkingur ikki komu fram til teir
heilt stóru kjansirn ar.
Spurdur
um
hvat
javn-
leikurin ímóti Vík ingi hevur at
siga fyri B71, sigur Bárður, at tað
hevur nógv at siga fyri sjálvs-
álitið á liðnum, og vísir á, at sum
uppflytarnar ræð ur um at skava
so nógv stig saman sum tilber.
Bárður Johannesen:
-Uppiborið at
vit fingu stig
Víkingur
0
B71
0