mánadagur 10. mai 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. mai · Nr. 70
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Tað
mundi
bara
verða
tey
bjartskygnastu Manchester United
viðhaldsfólkini, ið høvdu nakra
vón um, at lið teirra skuldi gerast
enskur meistari sunnudagin. Tað,
ið skuldi verða ein spennandi
finaludagur,
varð
heldur
ein
avgreiðsluspurningur har Wigan
veruliga fekk oyrini í Chelsea-
maskinuna. Tá ein hálvur timi
var farin fekk Chelsea brotsspark,
og Wigan leikari reytt kort –
game over og Chelsea var enskur
meistari. - Tað er fantastiskt.
Vit gjørdu okkara besta, og eg
gjørdi mitt besta fyri felagið. Tað
er ein fantastiskur stemningur
í Chelsea. Eg haldi, at vit hava
uppiborið
meistaraheitið
eftir
hetta kappingarárið, segði venjarin
hjá Chelsea, Carlo Ancelotti, aftaná
dystin.
Hendingaríkt hjá Terry
Fyri liðskiparan hjá Chelsea, John
Terry, hevur árið verið serstakliga
hendingaríkt.
Hann
byrjaði
kappingarárið sum liðskipari hjá
enska landsliðnum og hevði heiti
ársins pápi. Nú er hann hvørki,
men á vøllinum hevur hann stýrt
Chelsea til meistaraheiti. - Í dag
snýr tað seg um Chelsea Football
Club, hetta er okkara dagur. Tað
hevur verið hart ikki at vinna
Premier League tey seinastu trý
árini, men í dag megnaðu vit tað, og
er tað uppiborið, segði John Terry
aftaná dystin.
Taptu avgerandi dystirnar
Sir Alex Ferguson, venjari hjá
Manchester United, hevur seinastu
vikuni sagt, at hann metur tey
bæði tapini ímóti Chelsea sum
høvuðsorsøkina til, at teir ikki
endurvunnu meistaraheiti. - Tað
fór altíð at verða torført hjá Wigan
at gera nakað við Chelsea. Tá vit
hoyrdu at teir fingu ein mann
útvístan mistu vit vónina. Eg fari
ikki at pína meg sjálvan, og hugsa
um hvar tað gekk galið. Tú kanst
nevna fleiri støður. Avgerðin á
Stamford Brigde var ein vánalig
avgerð, ið kostaði okkum dýrt,
sigur Sir Alex og vísur til málið,
sum Chelsea skoraði tá teir vunnu á
Manchester United. Chelsea hevur í
ár skorað 103 mál í Premier League
og tað er met. Chelsea eigur eisini
toppskorarin ið Didier Drogba,
sum skoraði hattrick á seinasta
leikdegnum. Hann hevur skorað 29
mál í ár.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Gunnar Nielsen hevur upplivað
eitt sindur av hvørjum seinasta
mánaðan. Fyrst fekk hann debut
í Premier League, og útlit vóru
fyri fleiri dystum, men so fekk
Manchester City serloyvi at leiga
ein málmann. - Sum eg segði
aftaná Arsenal-dystin tá eg tosaði
við fjølmiðlarnir; eg helt hetta
verða spennandi, men tá visti eg
ikki at tað var møguligt at leiga
ein málmann. Teir velja so at
leiga ein málmann orsaka av míni
manglandi royndum, men tað er
so tað tað er, sigur Gunnar við
Sosialin.
Sum
vanligt
er,
so
komu
málmennirnir út at hita upp nakað
áðrenn
hinir
leikarnir.
Undir
upphitingini var stuttligt at síggja
Carlos Tevez, ið var eykamaður,
ganga runt og nærmast vera
bóltsdrongur
fyri
Gunnar.
Tá
upphitingin var um at vera komin
at enda, fóru teir framrættaðu
at skjóta uppá málið hjá Gunnar.
Teir tóktust væl upplagdir. Serliga
Emmanuel Adebayor var í góðum
lag, meðan hann royndi at lumpa
Gunnar í málinum. - Sjálvandi var
eg vónbrotin av, at eg ikki slapp
at spæla, men eg má eisini duga
at síggja, at tað er stórt at eg havi
fingið debut í Premier League á
einum fullsettum Emirates ímóti
Arsenal, sigur Gunnar um kensluna
av ikki at standa í málinum
sunnudagin.
Hevði vónað
Tá Manchester City mikukvøldið
tapti fyri Tottenham, mistu teir
møguleikan
at
røkka
fjórða
plássinum, ið gevur atgongd til
Champions League fótbólt komandi
kappingarár. Tí høvdu fleiri vóna,
at
Gunnar
fekk
møguleikan
sunnudagin. - Fólk hava tosa um,
at eg skuldi spæla í dag, men hetta
var ein týdningarmikil dystur fyri
okkum. Eg leggi heldur einki í, at
bara verða blakaður í málið, tí einki
er at spæla fyri. Um eg skal spæla,
so má tað verða, tí at venjarnir hava
álit á mær. Teir skulu velja hvør er
best til uppgávuna til hvønn dyst,
slær Gunnar fast. Manchester City
rakk ikki málinum í ár, sum var eitt
fjórða pláss, men hvussu var so
stemningurin eftir seinasta dystin
í hesum kappingarárinum og hvat
segði Mancini við leikararnar? -
Hann segði bara “well done” og
ynskti okkum góða summarferiu.
Stemningurin var bara heilt góður
í skiftingarrúminum. Vónbrotið frá
tapinum ímóti Tottenham hevur
lagt seg eitt sindur, og menn vóru
bara glaðir fyri at fáa summarferiu,
sigur maðurin við 37-talinum hjá
Manchester City. - Vit skulu møta
aftur 5. Juli og eg fari bara at
njóta summarferiuna saman við
familjuni og vinum, men eg fari
sjálvandi at halda meg í gongd,
og venja eitt sindur meðan eg eri
heima, sigur Gunnar at enda.
trondur@sosialurin.fo
PREMIERE LEAGUE Chelsea vann sunnudagin sítt triðja enska
meistaraheiti uppá seks ár, tá teir vunnu heili 8-0 á neyðars Wigan.
Manchester United gjørdi sína skyldu við at vinna 4-0 á Stoke, men
tað rakk bara til eitt silvurheiðursmerki – eitt stig aftanfyri Chelsea
Chelsea
meistarar í
stórum stíli
Gunnar:
Tað skal vera tí teir
hava álit á mær
Gunnar Nielsen var aftur á bonkinum, tá Manchester City
sunnudagin var á vitjan á Upton Park. Hóast dysturin ímóti
West Ham ikki hevði so stóran týdning fyri Manchester
City, so valdi venjarin, Roberto Mancini, at lata Gunnar
sita á bonkinum. Sosialurin var á Upton Park
Enska Barclays Premier League
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
mál
stig
1
Chelsea
38
27
5
6
103-32
86
2
Manchester United
38
27
4
7
86-28
85
3
Arsenal
38
23
6
9
83-41
75
4
Tottenham
38
21
7
10
67-41
70
5
Manchester City
38
18
13
7
73-45
67
6
Aston Villa
38
17
13
8
52-39
64
7
Liverpool
38
18
9
11
61-35
63
8
Everton
38
16
13
9
60-49
61
9
Birmingham
38
13
11
14
38-47
50
10 Blackburn
38
13
11
14
41-55
50
11 Stoke
38
11
14
13
34-48
47
12 Fulham
38
12
10
16
39-46
46
13 Sunderland
38
11
11
16
48-56
44
14 Bolton
38
10
9
19
42-67
39
15 Wolverhampton
38
9
11
18
32-56
38
16 Wigan
38
9
9
20
37-79
36
17 West Ham
38
8
11
19
47-66
35
18 Burnley
38
8
6
24
42-82
30
19 Hull
38
6
12
20
34-75
30
20 Portsmouth
38
7
7
24
34-66
19