mánadagur 10. mai 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 10. mai · Nr. 70
Sosialurin
Kjak
Fólkaatkvøðan 1946
Zakarias Wang
Flestu søguligu hendingar
fara í gloymskunnar hav.
Fáur veit um tær at siga, tá
nøkur ár eru farin.
So eru tað aðrar, sum ong
antíð hvørva úr hug an um.
Tær verða tiknar upp aftur
og upp aftur av nýggj um ætt
arliðum og ger ast greinarevni
í bløðum ártíggjur og øldir
eftir, at tær fóru fram.
Í søgu okkara hava vit
ikki nógvar slíkar glæsiligar
hendingar, men ein er, sum
ber av øllum.
Tað er fólkaatkvøðan tann
14. september 1946, einastu
ferð føroyingar hava fingið
eitt tilboð um vera saman
við einum øðrum ríki ella
hvørt teir heldur vildu loysa
og skipa sítt egna ríki.
Freistingin at siga ja til
at vera saman við einum
øðrum ríki var stór. Tann 10.
mai 1946 var atkvøðugreiðsla
í tinginum. Av teimum 23
tingmonnunum vóru tað
bert tveir, sum søgdu seg
stuðla loysingingi.
Tað kom fáum politikarum
til hugs, at føroyingar fóru
annað enn at taka við
tilboðnum um at vera saman
við einum øðrum landi.
Men hvat hendi?
Tá uppteljingin fór fram,
vórðu tølini útvarpaði. Við
hvørt var tilboðið í meir iluta,
viðhvørt var tað loys ingin,
sum átti munin. Men tá tað
síðsta
valdømið,
Norður
streym oy,
var
innkomið,
var
tað
loysingin,
sum
hevði vunn ið, nakað sum fá
høvdu ímynd að sær sjálvan
atkvøðu dagin.
Hvat var tað sum hendi
hetta summarið, tá ið orða
skifti var í hvørjari lon um,
hvat ið rætt var at gera, og
tann hugsjón, at vit yvir
høvur kundu liva sum eitt
sjálvstøðugt fólk, vann fram
á hvørjum degi?
Fyri at siga nakað um
hetta er tað ikki nóg mikið at
hoyra, hvat ið søgumenn og
rithøvundar siga um hetta
undur. Tað er neyðugt at
síggja við egnum eygum hvat
ið tey, ið tá livdu, fingu at vita
og hvat tað var sum ávirkaði
støðu teirra.
Vit mugu sleppa fram at
keldunum, so vit sjálvstøðug
kunnu hugsa um tað, sum tá
hendi.
Tað vit hava brúk fyri, er
einum savni av sam tíðar
keldum um fólkaatkvøðuna.
Hetta er lætt at gera, tí nú
ber til at fáa fatur á tí, sum
embætismenn skrivaðu, og
til ber eisini at kaga í bløð
bæði í Danmørk og Føroyum
sum lýsa hendingarnar í
1946.
Eitt slíkt keldusavn havi
eg nú gjørt. Tann, sum vil
fáa at vita, hvat ið politisku
flokkarnir førdu fram, og
hvat ið embætismenninir
søgdu um málið, kann hyggja
í hetta rit.
Keldurnar eru so nógvar,
at tær fylla góðar 900 síður.
Fyri at vita, hvussu nógvum
eintøkum bókin skal prentast
í, fari eg at royna at fáa tey,
sum eins og eg halda tað hava
týdning at fáa hetta tilfar
fram, um at stuðla útgávuni.
Hvussu hetta kann gerast
er greitt frá í eini lýsing í
blaðnum.
Tey, sum vilja verða stuðl
ar, mugu siga frá í seinasta
lagi 25. mai 2010. Ætlanin
er at fáa bókina út áðrenn
ólavsøku.
Superlág renta
Útgjaldið er einans 25%
Sí meira á reyniservice.fo
FantaStiSk bilFígging Frá reyni Service!