Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mai 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. mai · Nr. 70 28 Sosialurin Lýsing eftir umsøkjarum til undangóðkenningar til: Loyvi til framleiðslu av ravmagni úr vindorku Sambært § 5 stk. 2 í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (hereftir nevnd el­ veitingarlógin), verður við hesum lýst eftir umsøkjarum, sum kunnu undangóðkenn­ ast at søkja loyvi til framleiðslu av ravmagni úr vindorku. Staður og máttur: Í Neshaga (suður móti Eystnesi) í Eyst­ uroy, ella á øðrum væl egnaðum staði. Loyvið kann veitast sambært § 4, stk. 1, í elveitingarlógini til ein samlaðan mátt uppá maks 3 MW. Nærri treytir viðvíkjandi væntaðu elfram­ leiðsluni, harímillum mátti, yvirvaking, til­ og frákobling, avrokning v.m. kunnu fáast við at venda sær til Elveitingareftirlitið. 1. Loyvisgevari Elveitingareftirlitið Skálatrøð 20 P.O. Box 73 FO 110 Tórshavn E­post: elveitingareftirlitid@ elveitingareftirlitid.fo 2. Mannagongd Avmarkað útboð. 3. Slag av loyvi Loyvi til framleiðslu av el úr vindorku sambært § 5, stk. 2 í elveitingarlógini. 4. Freist Seinasta freist at senda inn umsókn um luttøku í undangóðkenningini er 1. juli 2010, og seinast 1. august 2010 væntast undangóðkendir umsøkjarar at vera góð­ kendir. 5. Útinnan Teir umsøkjarar, sum verða undangóð­ kendir fáa eina freist uppá tríggjar mánaðar at søkja um endaligt loyvi, soleiðis at tíð verður at gjøgnumføra kravdu forkann­ ingarnar, útvega onnur neyðug loyvi, og at gera uppskot til uppsetan og rakstur av vindmyllunum. Freistin fyri vali av vinnara av útboðnum verður endaliga ásett í útboðstilfarinum, sum verður klárt seinast 1. august 2010. 6. Umsóknin verður send til: Elveitingareftirlitið Skálatrøð 20 P.O. Box 73 FO 110 Tórshavn elveitingareftirlitid@elveitingareftirlitid.fo Umsóknin verður send inn í tveimum fysiskum eintøkum og einum elektron­ iskum eintaki. Umsóknin skal innihalda ein samandrátt av tí tilfari, sum seinni verður sent inn í sambandi við møguliga umsókn um enda­ ligt loyvi. 7. Upplýsingar um búskaparlig og teknisk viðurskifti: Fyri at verða tikin við í undangóðkenningini skulu hesar upplýsingar latast Elveiting­ areftirlitinum: – Navn, bústaður, vinnutal, kontakt­ persónar, telefonnummar og teldupost­ adressa – Yvirlit yvir líknandi uppgávur, sum umsøkjarin hevur útint, við lýsing av mest viðkomandi uppgávunum seinastu 5 árini – Váttan um, hvussu nógv starvsfólk í meðal hava arbeitt hjá viðkomandi fyritøku seinastu trý árini. – Upplýsingar um útbúgvingarligar og fakligar førleikar – Upplýsingar um roknskapartøl fyri seinastu trý árini. Harímillum nettosøla, úrslit eftir skat og samlaðu ogn, skuld og eginpening. – Váttan verður viðløgd við trú og heiður um falna skuld hjá fyritøkuni til tað almenna, í tí landinum, sum fyritøkan er stovnsett. Um fyritøkan samstarvar við aðrar fyri­ tøkur um uppgávuna verður upplýst um hetta. 8. Metingarstøði fyri endaligu loyvisveitanini eru: Búskaparliga mest gagnliga ætlanin, mett útfrá: • Prísinum pr. kWh • Teknisku loysnini • Sannlíkindunum fyri, at umsøkjarin megnar at seta í verk uppstillaðu virkislýsingina Metingarstøðini eru ikki raðfest. Loyvið verður veitt tí umsøkjara, sum gevur tilboð um lægsta prís, hevur bestu teknisku loysnina, og hvørs virkislýsing verður mett sannførandi og sterk. Viðvíkjandi teknisku loysnini verður serliga mett um í hvønn mun ætlanin kann viðføra høga: • gagnnýtslu av vindorkuni • veitingartrygd • elgóðsku Viðgerðin av umsóknunum vil byggja á eina heildarmeting har nevndu metingar­ støði verða týðandi partar í viðgerðini. Elveitingareftirlitið • Boks 73 • Skálatrøð 20 • FO 110 Tórshavn • Tel: 35 60 20 • Fax: 35 60 35 • www.elveitingareftirlitid.fo Sosialurin / KvR 34 18 00 Hanus Samró formaður í Huxa Huxa ynskir ein einkultan Huxa skjýtur upp, at tekniski skúlin í Klaksvík og tekniski skúlin í Tórshavn verða lagdir saman í ein skúla. Føroyska samfelagið er tíverri komið í ta óhepnu støðu, at 300 nýggir umsøkjarar ikki sleppa í miðnámsskúlan eftir summersteðgin. Pengar eru ikki játtaðir á fíggjarlógini. Loysnin á truplu støðuni er sambært samgonguni eyka­ játtan uppá tíggju milliónir krónur. Huxa er ímóti hesari loysnini. Við eykajáttanini førka vit trupulleikarnar til komandi fíggjarár, og í 2011 enda vit í somu “óhepnu”støðu. Tískil mælir Huxa til, at vit taka tarvin við hornunum og fokusera uppá veruliga trupulleikan. Teir veruligu spurning­ arnir eru: Hava vit ráð til dupulta skipan? Hava vit ráð til tveir tekniskar skúlar? Hava vit ráð til fleiri HF­ skeið kring landið? Sambært fíggjarlógini fyri 2009 hevur tekniski skúl in í Klaksvík fingið játt að 16,7 milliónir krónur meðan tekniski skúlin í Havn hevur fingið játtað 34,666 milliónir krónur. Gamaní er bróðurparturin av játtanini lønir: 14,80 milli­ ónir kr. í Klaksvík og 27.2 milli ónir krónur í Tórshavn. Men sameina vit skúlarnar gerst arbeiðskraftin meira effektiv og bíligari í miðal pr. næming. Tað áhugaverda við játtanini er, at útreiðslur fyri viðlíkahald, keyp av vørum og tænastum á tekniska skúl anum í Klaksvík er 3,704 milliónir krónur og 7,396 milliónir í Tórshavn. Ikki er tað stórt prosent av fíggjar­ lógini, men tað eru pengar, ið samfelagið oyðslar burtur við dupultari skipan. Og so kemur HF­skeiðið. Er tað neyðugt at hava eitt HF­skeið í Klaksvík, eitt í Kambsdali og eitt í Tórshavn, tá ið tað er vegasamband. Tað tekur umleið 10 minuttir at koyra frá Klaksvík til Kambsdalar, 35 minuttir frá Tórshavn til Kambsdalar. Er tað neyðugt, at skatta­ borg ar ar nir gjalda fyri hesar útreiðslur, tá ið tær ikki eru neyðugar? Skulu vit varðveita óhepna hugburðin, har ið vit oyðsla pengar burtur, hvørja ferð ein stovnur manglar pengar? Um samgongan sam tykkir eina eykajáttan uppá 10 milliónir krónur til miðnámskúlarnar í nærm­ astu framtíð, kunnu vit vera viss í, at hon eisini ger tað komandi fíggjarár. Hyggja vit søguliga at búskaparkreppum kring knøttin, søkja fleiri næmingar á ymiskar skúlar í svárum tíðum, tí einki arbeiði er at fáa. Tað er, um man vil tað ella ei, irrationelt fyri eitt so lítið samfelag at hava fleiri eins skúlar. Tískil skjýtur Huxa upp, at tekniski skúlin í Klaksvík og tekniski skúlin í Tórshavn verða lagdir saman í ein skúla, og við “eyka”pengunum tryggja vit okkum, at teir 300 umsøkrjararnir ikki ganga fyri einki aftaná summ arsteðgin ella rýma av landinum. Tað hava vit ikki ráð til. Avbjóðing Men trupulleikin er størri enn so, tí Føroyar standa frammanfyri einari stórari avbjóðing. Hvussu skulu vit mennast sum tjóð? Hyggja vit eftir flyti­ mynstrinum kring heimin, flyta fólk til høvuðsstaðin, sama er galdandi í Føroyum. Spurningurin er so, skulu vit raðfesta bygdamentalitetin ella dyrka sentraliseringina. Huxa mælir til, at Føroyar skulu dyrka ymisku egin leik­ arnar, sum lokalsamfeløgini hava. Er tað neyðugt, at vinnuháskúlin er í høvuðs­ staðnum? Hví skal sjó manna­ skúlin og vinnuháskúlin vera á hvør sínari oyggj, hvør sínum býi? Hví ikki koyra alt undir eina tekju? Kraftsentur Um vit skulu mennast sum tjóð, verða vit noydd at hava nøkur kraftsentur. Tað ber ikki til, at samfelagið spjaðir pengarnar til miðnámsskúlar kring landið, tí vit eru ov fá. Avleiðingarnar av sam­ kenslu spjaðingini eru teir, at einki er av heilum huga. Skulu Føroyar menn­ ast, mugu vit hava nøk ur kraftsentur, har ið ung dóm­ urin savnast. Kraftsentur har ið vitan og útbúgving eru snúningspunktið. Eitt kraftsentur, har ið ung dóm­ urin hevur neyðugu korini og karmarnar at mennast. Men hvar eru kraftsentr­ ini? Hví ikki ásanna og góðtaka, at flytimynstrini eru so. Hví berjast í móti rákinum? Um vit skulu mennast sum tjóð, verða vit noydd at raðfesta og sentralisera. Vit mugu prioritera og góðtaka ymisku eginleikarnar, ið lokal­ sam feløgini hava at bjóða. Broytingin hendir tó ikki í bræði, hendir ikki komandi dagarnar. Hetta er ein broyting, sum vit skulu miða í móti. Um tað so er 2015 ella 2100 ráða politikarar fyri. Men spurningurin er tann: Hvussu ynskir skatta­ borgarin skipanina? Ynskir hann eina dupulta skipan, ið kostar dupult so nógv at reka, ella ynskir hann eina einkulta skipan, ið er effektivari? Huxa er ikki í iva. Vit ynskja ein einkultan. Kjak