Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80 4 Sosialurin Rigmor Dam Tað var nakað sorgblítt yvir konsertini í Norð ur landa­ húsinum leygarkvøldið, tá úrmælingakórið Tarira hjá Sunnleivi Rasmussen fram­ førdi saman við okkara egna heimskenda trubaduri, Teiti Lassen. Bæði í mun til sjangru og framførslu var skráin for kunnug og fjølbroytt, ein blandingur millum mo­ der n að og eitt sindur av traditionellum. Líka frá »The Singer« til »Sig, mær hví er føldin føgur« og »Punkurin frá helviti«. Mesta partin framførdi kórið og Teitur hvør sær, men í hepnum støðum eisini saman. Í røttum Teitur­anda var sangval, harmoniir og pall­ seting eyðkend av sermerkta feel­good stórbýardáminum við køldum vindi, longsli og einsemi. Ráa fjarðstøðan varð eisini avspeglað í búnum og uppstilling, har kon trastirnir millum gráar fanga varðabúnar, krita hvít hospitalsklæðir og trígg ir reyðir veitslukjólar undir­ strik aðu dámin – saman við einum svørtum veggi av nótastativum millum sang­ arnar og áhoyrarar. Framúr sangarar Sangararnir í Tarira eru framúr. Og Teitur er framúr – bæði á ljóðførum, sum sangskrivari og sum sangari. Hann hevur uppiborið lívið á tónleikatindunum, umframt at sleppa at samspæla við bestu kórsangarar okkara. Men kórið tóktist nakað stívt ella fjart. Ongin ivi um, at tey elska og duga at syngja. Meira og betri enn tey flestu. Men sanggleðina fornemmaði eg ikki. Hetta var kanska eisini ætl anin við álvarsomu bráunum og fæstlæstu rørslunum, sum høvdu okkurt DDR­kent yvir sær. So har var ikki nógv »Summarkvøld við Strendir« yvir konsertini. Onki ringt um tað, tí tað er eisini eitt befríilsi onkuntíð at hoyra annað úr føroyska kór heim­ inum. Nøkur góð yvirraskilsi Konsertin bjóðaði eisini okk urt gott yvirraskilsi. Til dømis sangin »All my mistakes«, sum tónaskaldið Tróndur Bogason skrivaði kórutseting til. Hetta var sangurin, sum Teitur gav út á Dalai Lama fløguni »Songs for Tibet«. Ein spennandi samanseting, har kvinnur úr Tariru akkompagneraðu Teit saman við bassleikaranum Mikael Blak. Eisini var lagið Punkurin frá helviti hjá 200 eitt gypp í rætta endan, tá tey bæði, Kinna Poulsen og Petur H. Niclasen, milt sagt brølaðu um kapp við slagverkið hjá Jan Rúna Poulsen og Jeffri Jørgensen. Mega feitt og meira av hasum! Longsul og einsemi frá Teiti og Tarira Umrøða Teitur og Tarira í Norðurlandahúsinum: Ein øðrvísi og eksperinmenterandi konsert, sum spældi upp á óvanligar streingir og fjølbroyttar sangir Mynd: Jens Kristian Vang Mynd: Jens Kristian Vang Fleiri Kaupting-stjórar tiknir Tveir fyrrverandi stjórar í íslendska Kaupting­bankanum vórðu tiknir í gjárkvøldið. Talan er um Ingolf Helgason, sum var stjóri í íslendsku deildini av Kaupting, og Steingrím Kárason, sum var stjóri á váðametingardeildini. Teir vórðu tiknir á flogvøllinum í Reykjavík, tá teir komu hagar við flogfari úr Luksenburg, har báðir búgva. Íslendskir fjølmiðlar siga, at Interpol hevur sent út altjóða áheitan um, at fyrrverandi nevndarformaðurin í Kaupting­bankanum, Sigurður Einarsson, skal handtakast. Hann er skuldsettur fyri svik og býr nú í London. Tveir fyrrverandi oddamenn í Kaupting, forstjórin Hreidar Mar Sigurdsson og fyrrverandi leiðarin á Luksenburg­deildini hjá bankanum, Magnus Gudmunsson, vórðu tiknir í Luksenburg fyri nøkrum døgum síðani og verða framvegis afturhildnir har. Ólafur Hauksson, ákæri, sigur við íslendska ríkisútvarpið, at Kaupting­menninir eru skuldsettir fyri fíggjarligt svik og fyri at hava brotið lógina um handil við virðisbrøvum og brot á lógina um virðisbrævamarknaðin.