Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80 6 Sosialurin Ungmannafel seta fokUs á samkynd Leo Poulsen Seinastu tíðina hava ung manna­ feløgini hjá trimum av teimum fýra stóru politisku flokk unum verið frammi og sagt sína hugsan um sam kynd og teirra rættindi. Á heimsíðuni hjá Mess hava formenninir í Sosialis tisk Ung, Bergur Arn bjarnarson Dalsgarð, Gu n hild Dahl Niclasen í Unga Tjóð veldi og Katrin Hovland Peter sen, virkandi formaður í Unga Sambandinum, út talað seg um rættin hjá sam kynd um at ættleiða. Tey eru øll samd um, at sam kynd skulu hava somu rætt indi sum onnur, hesum viðvíkjandi. Hinvegin hevur HUXA, politiska ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, ikki við gjørt málið, og fer neyvan at gera tað heldur. ­ Tá tað kemur til tey etisku málini hava vit ta støðu, at tað er upp til hvønn ein stakan at hava sína egnu sann føring. Tí hvørki kann ella vil eg úttala meg vegna felag ið, sigur Hanus Samróð, for­ maður í HUXA. Sosialurin setti teimum fýra formonnunum í ung manna­ feløgunum hjá teim um stóru politisku flokk unum stevnu og spurdi, hví kjak ið um samkynd og teirra rættindi hevur stungið seg upp beint nú. – Tað kemst av, at danska Fólkatingið hevur sam tykt eina kynsneutrala hjúnar­ bandslóggeving, so at samkynd og hinkynd pør verða javnsett, sigur Berg ur Dalsgarð, ið er tann, ið fyrstur setti fokus á málið. Ber umrøtt innanhýsis – Málið kom fram í Mess, og vit mettu tað neyðugt at hava eina greiða støðu til mál ið, sigur Katrin Petersen, virk andi formaður í Unga Sam bandinum. Eisini Sosialistisk Ung hava viðgjørt málið í nevnd ini. – Vit í Unga Tjóðveldi gjørdu eisini skjótt av og við gjørdu málið beint eftir, at greinin hevði staðið á heima síðuni hjá Mess. Og vit taka undir við, at samkynd skulu kunna ættleiða, sigur Gun­ hild Niclasen, formaður í Unga Tjóðveldei. Einki av teimum trim um politisku ung manna feløg­ unum, sum hava viðgjørt hetta málið, hava tó umrøtt hetta við floksleiðslurnar. – Nei, tað hava vit ikki gjørt, men eg kann siga so mik ið, at taka tey ikki undir við okkum í hesum málinum, so má tað verða harvið. Vit hava í hvussu er eina greiða støðu, sigur Katrin Petersen. Bergur Dalsgarð er samd ur við formanninum í Unga Sam­ bandinum. – Vit hava heldur ikki umrøtt málið við floks leiðsluna, men hóast vit vóna, at hon tekur undir við okk um vil tað altíð verða so­ leið is, at vit í Sosialistisk Ung altíð fara at hava okkara egnu meiningar, sigur hann. Eisini í Unga Tjóðveldi eru tey samd um, at gott hevði verið at tikið málið upp við floks leiðsluna. – Tað hevði verið eitt gott hug skot at tikið málikð upp við floksleiðsluna, og eg rokni við, at har eru fleiri, sum taka undir við okkum. Tað vóni eg í hvussu er, sigur Gu n hild Niclasen. Skrásett parlag Hanus Samróð vísir á, at HUXA hevur eitt gott sam band og ein góðan dialog við floksleiðsluna, men slær fast, at tá tað kemur til tey etisku málini, stendur øllum frítt at hava sína egnu hugsan. SAMKYND OG ÆTTLEIÐING Unga Tjóðveldi, Sosialistisk Ung og Ungmanafelag Sambandfloksins eru samd um, at samkynd skulu hava somu rættindi sum øll onnur, eisini at ættleiða børn. Huxa letur upp til einstaka nevndarlimin at hava sína egnu hugsan um etisk mál