mikudagur 12. mai 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80
Sosialurin
løg
– Vit skulu jú eisini minn ast
til, at floksleiðslan stend ur við
ábyrgd mótvegis einari rúgvu av
veljarum, og tað er ein ábyrgd,
sum vit ikki hava, vísir Katrin
Petersen á.
Og júst tey etisku málini hava
eina serliga støðu.
– Tað er eitt rák millum
ung, tá tað kemur til tey etisku
málini, ikki bert í Føroyum, men
kring allan heim, og hetta rákið
avspeglar ikki støðuna sum tey
eldri, og harvið tey, sum sita við
valdinum, hava, sigur Bergur
Dalsgarð.
Og ein av brennandi et isku
spurningunum er skr á sett parlag.
– Eg kann siga, at vit í
Unga Tjóðveldi taka undir við
skrásettum parlag, sigur Gun hild
Niclasen.
Og Bergur Dalsgarð er samd ur.
– Hetta er eisini nakað, vit taka
undir við, í hvussu er upp á longri
sikt. Spurn ingurin er bara, um
vit í Før oyum eru búgvin til at
seta eina slíka lóg í verk, og tí er
spurningurin eisini, um vit skulu
gera tað her og nú, sigur hann.
Og Katrin Petersen tekur und
ir við teimum báðum.
Neyvan í bræði
Teir fýra formenninir halda tað tó
vera ivasamt, um nakað uppskot
um sam kynd og ættleiðing ella
skrá sett parlag fer at koma í
nærmastu framtíð.
– Tað verður neyvan til
tað, men eg vóni, at tá vit í
ungmannafeløgunum ha va tikið
málið upp, fer tað at skapa eitt
kjak millum politikarar, og tað
er somu leiðis mín vón, at onkur
í Tjóð veldi fer at taka undir við
okkara
sjónarmiðum.
Flokk
urin er ikki samdur í hesum
málinum, so mikið haldi eg meg
vita, sigur Gun hild Niclasen.
Bergur Dalsgarð heldur ikki,
at tað hevur størstan týd n ing, at
vit taka eina støðu til málið.
– Tað, sum hevur týdning,
er, at vit seta fokus á málið
og
viðurkenna
trupulleikan.
Lat okkum so fáa fleiri fakta á
borðið, so vit kunnu taka eina
støðu út frá tí. Við at viðurkenna
trupulleikan fáa vit eisini eitt
kjak um málið, sig ur Bergur
Dalsgarð.
Sosialistisk Ung hava ikki
tikið støðu til, um tey fara at taka
málið upp við floks leiðsluna, men
Bergur Dals garð heldur, at hetta
er eitt mál, ið átti at havt áhuga
hjá Javn að arflokkinum, tí tað
hev ur eisini við javnstøðu at gera.
Eisini
Katrin
Petersen
er ivasom, tá tað kemur til
spurningin at ávirka floks leiðslu
na í hesum málinum.
– Vit mugu minnast til og virða,
at talan er um eitt eldri ættar
lið, við øðrum virðum og aðrari
mentan enn hjá okk um ungu. Og
eg ivist í, um vit fara at royna at
gera okkara ávirkan galdandi í
spurn ing inum um samkynd og
ættleiðing og um skrásett par lag,
sigur Katrin Petersen.
Øll fýra eru tó samd um, at tey
eig at virða rættin hjá teimum
eldru at hava ta støðu, tay hava,
um enn tey ikki virða sjálva
støðunata.
Helst verður eingin broyt ing
í spurninginum um samkynd og
ættleiðing og á spurninginum um
skrá sett parlag, fyrr enn nýggja
ættarliðið tek ur við, siga teir fýra
floks for menn inir í politisku ung
manna feløgunum hjá stóru flokk
unum.
leo@sosialurin.fo
Formenninir í trimum av teimum fýra
ungmanafeløgunum hjá stóru politisku
flokkunum eru samd í spurninginum um
rættin hjá samkyndum og um skrásett
parlag. HUXA vil ikki úttala seg um etisk
mál. Formenninir eru frá vinstru: Bergur A.
Dalsgarð, Sosialistisk Ung, Gunhild D. Niclasen,
Unga Tjóðveldi, Hanus Samróð, HUXA og
Katrin H. Petersen, Unga Sambandið
Mynd: Jens Kristian Vang
SAMD