Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80 10 Sosialurin Randi Jacobsen Stóra verkætlanin við at gera golfvøll og frítíðarhús í Traðardali í Sandoynni varð sett saman soleiðis, at Páll og Kristina á Reynatúgvu síðan 1998 høvdu keypt upp nógva jørð á Sandi. Á hesi jørð skuldi byggjast, og Anfinn Rubek Nielsen skuldi so koma inn sum íleggjari og keypa helvtina av jørðini frá Páll og Kristinu á Reynatúgvu. Komið varð so langt við ætlanini, at sáttmálin varð undirskrivaður, men so leyp Anfinn Rubek Nielsen frá á heysti 2008. Skeytið varð skrivað, men ongantíð tinglisið. Páll og Kristina á Reyna­ túgvu hava síðan kravt Ann­ finn Rubek Nielsen at gjalda sín part, 2.750.000 krónur, men Anfinn Rubek Nielsen hevur noktað. Tískil hittust partarnir í Føroya rætti mánadagin. Sum grundgeving fyri at leypa frá boðaði sakførarin hjá Anfinni Rubek Nielsen í august i fjør frá, at treytin fyri øllum var fígging. Fígging fekst ikki fyri eini slíkari verkætlan, og tí helt hann tað vera best, at handilin ikki varð gjørdur. Umfatandi ætlan Ætlanin varð almannakunn­ gjørd fyrst á Sandportal.fo. Á einum øki, 318.000 fer­ metrar til støddar skuldu byggjast golfvøllur, tennis­ vøllur o.a. Har skuldu vera tænastutilboð sum mat stov­ ur. 150 summarhús skuldu byggjast, harav ein partur skuldi seljast. Sands kommuna tók ætlanina í álvara og frábýtti í haganum partin hjá Páll og Kristinu á Reynatúgvu. Tey høvdu leigusáttmála við eitt hagastýri, og ætl­ anin varð at partur teirra á hesi ognin skuldi ganga inn í ætlanina, og orðingin í leigusáttmálanum skuldi broytast, so Anfinn Rubek Nielsen fekk somu rættindini sum hinir báðir leigararnir. Men hesum settu tveir eigarar sær ímóti, og av tí sama skuldi málið leggjast fyri grannastevnu. Upplýst varð á rættar­ fund inum, at Páll á Reyna­ túgvu longu hevur tikið tey 35,5 frælsini, sum hann átti í einum hagaparti, og tað gjørdi hann í trimum. Gamal dreymur Páll á Reynatúgvu segði í rættinum, at hann í minst 10­12 ár hevði spælt sær við tankanum um verkætlanina. Hugskotið hevði hann eitt nú úr Danmark. – Tá var eingin veru ligur golfvøllur í Føroyum, men eg visti at golf aðrastaðni var ein skjótt vaksandi ítróttargrein, segði Páll á Reynatúgvu Hann hevði henda tanka, tá ið hann fyrestu ferð keypti jørð, og so fór hann miðvíst at keypa meira jørð. Páll á Reynatúgvu gjørdi sær tó beinanvegin greitt, at fyri at gjøgnumføra ætl­ anina, mátti hann hava ein sterkan íleggjara. – Tí ringdi eg til Anfinn Rubek Nielsen, sum eg kenni væl. Vit hava altíð havt gott samskifti, og hann hevur havt nógvar dreymar um at menna Sandoynna, bæði við ítróttarhøll og øðrum. Eg spudi, um hann var áhugaður, og svarið var ja, áðrenn hálvt talað var orð. Páll á Reynatúgvu rósti Anfinni Rubek Nielsen fyri at vera raskur og eldhugaður, og hann helt alt bara vera ein spurning um at avmarka verkætlanina. Hann hevði bara alt gott at bera fyrr­ verandi makkaranum. Ósemja um prísin Sambært Páll á Reynatúgvu hevði Anfinn Rubek Nielsen sjálvur roynt at keypt jørð, men tað eydnaðist ikki. Hetta avsannaði Anfinn Rubek Nielsen, tá ið hann varð avhoyrdur. Upprunaliga høvdu Páll og Kristina á Reynatúgv hugsað sær 4­5 mió. krónur fyri jørðina frá Anfinni Rubek Nielsen, men so nógv vildi keyparin ikki geva. At enda samdust teir um 2,75 mió. krónur. Eftir at tann avtalan varð gjørd, vendi Anfinn Rubek Nielsen aftur til seljararnar viðvíkjandi upphæddini, søgdu bæði Páll og Kristina á Reynatúgvu í rættinum. Páll á Reynatúgvu segði, at hann ikki visti betur enn, at alt var í fínasta lagi, og teir høvdu eisini tos að um, at orsakað av heims fíggjar­ kreppuni fór at bera til at fáa bíligar gravimaskinur úr Íslandi. Tíðin gekk, og Páll á Reynatúgvu ringdi til fe ­ lags sakføraran, tey høvdu valt, til at avgreiða form ligu viðurskiftini. Páll á Reyna­ túgvu bað sakføraran um at skriva endaliga handilin, men nakað seinni ringdi sak­ førarin og segði, at Anfinn Rubek Nielsen ikki vildi skriva undir. Tískil endaði málið í rætt­ inum. Argur Tað sást týðiliga á Anfinn Rubek Nielsen, at hann ikki var sørt argur inn á Páll á Reynatúgvu. Fleiri ferðir hevði hann hug at tala at frá greiðingini hjá Páll á Reynatúgvu. Anfinn Rubek Nielsen virkaði í fleiri ár sum komm­ unulækni í Sandoynni og hevur framvegis stóran alsk til oynna. Tá ið hann varð avhoyrdur, segði hann, at hann fegin vildi virka fyri at fáa okkurt upp at standa á Sandoynni fyri at fáa arbeiðspláss. Hann helt tað ljóða spennandi við golfvølli og vildi fegin hjálpa. Hann hevði skrivað undir Dreymaæt førDi til i Verkætlan Páll og Kristina á Reynatúgvu og Anfinn Rubek Nielsen høvdu fyri tveimum árum síðan eina stóra ætlan um at byggja golfvøll og frítíðarhús í Traðar í Sandoynni. Mánadagin hittust partarnir aftur í rættinum. Vinalagið er farið Jón Brian fekk ein flúgvandi start, nú hann kom aftur í útvarpið. Eftir dramatiska knívstungu og beinleiðis frásøgn úr rættarstrætinum, byrjaði tíðindavikan við at løgtingsins rættarnevndarformaður avdúkaði drál sum fyrisitingarligt prinsipp. Fyri opnari mikrofon. Tað var í málinum um at flyta persónsupplýsingar av landinum. Tó, spyrjarin var í floyalshandskum, so vit fingu ikki illgrunan staðfestan. Úti millum fólk er politisk líkasæla, sum bara miðlarnir kunnu vekja við áhaldandi grevsturi og djúptøknari boring. Without being boring, as in Brown. Bretski Brown fekk ein ordiligan leðrara hósdagin. Síðan David Frost hevði sjónvarpsprát við Nixon í 1977, hevur nærmyndin havt alt at siga. Her klárar Brown seg illa og tí mátti tað henda. Ein íðin, nærlagdur skotskur prestasonur, sum gjørdist ársins duksur og mundi mist sjónina í fólksligum fótbólti, hann skal niður við nakkanum. Tað er tað, vit hava pressuna til. Fyrsta fyrijáttan um fall Browns kom, tá pressan lýsti hann sum Stalinistiskan leiðara, og Jeremy Clarkson í Top Gear kallaði hann »a one-eyed Scottish idiot«. Og so krúnan á verkið. Tráð- leysa mikrofonin hjá Sky, sum lá eftir, tá Brown í privata, men alment rindaða ministarabilinum segði sína hjartans meining um eina bigoted konu, sum alt hennara lív hevði atkvøtt fyri Arbeiðaraflokkinum. Ongin slókti og fallið er fullkomið. Og press- an hevur vunnið eitt scoop av teim sjáldsamastu. Tá saman um kemur hevur Brown ikki sagt annað, enn at ein kona, sum er farin at keypa morgunbreyð, er snævurskygd, nú hann møtti henni á gøtuni og hon fór at tosa um fremmandafólk, sum kom hon úr National Front. Jamen, hevði hann ikki rætt? Spell, at Kringvarpið ikki sendi beinleiðis frá bretska valinum og brúkti føroyskar viðmerkjarar. Tað er sum við fótbóltinum. Aftaná er alt ov seint. Katrin Petersen gjørdi tó eina nýskapandi roynd við Skype. Frá at hava gjørt allar feilir, ið hugsast kunnu í einari og somu sending, hava Katrin og hennara lið, lyft Dag og Viku upp á eitt javnt høgt og seriøst støði, so vit aftur kunnu tosa um eitt flaggskip í føroyskum miðlum. Staðfest varð í farnu tíðindaviku at vit av órøttum verða kravd eftir 14% meiri enn fólk í øðrum londum, tá vit fara til handils. Spell, at eingin miðil nýtir høvið at gera ein brúkaratátt í heimsins, helst, veikasta brúkaralandi. Umboðsmaðurin og Kappingareftirlitið gera eitt gott arbeiði, men eingin annar enn miðlarnir kunnu skapa kjak um hesi viðurskifti. At fótbóltur er bigoted og dyrkar eina savningarmentan úr steinøld, er ikki nakað nýtt. Nú vit aftur fingu staðfest rasismu í føroyskum fótbólti, er enn einaferð orsøk at spyrja, hví fótbóltur fyllir og larmar so nógv í miðlunum. Men størsta offrið hesa tíðindavikuna var knívstingarin. Tað er eingin, ið sum Randi Jacobsen, Høgni Djurhuus og nú eisini Finn Jensen kunnu seta okkum inn í støðuna hjá teimum, ið verða rakt av ómegd og taka sær óráð fyri í okkara samfelag. Á hin bógvin var Finn Ougaard størsta hetjan. Ikki bara stungin varafúti, men eitt menniskja úr kjøti og blóði, borið fram fyri almenningin av Finni Jensen í Degi og Viku. Í allari elendigheit fær løtan bíbilskar dimensjónir og kenst sum eitt ekkó úr Godspell og Matteus 7,12. Takk fyri tað, Finnur! Miðlar Birgir Kruse Í mikudagsblaðnum ummæla skiftandi fólk fjølmiðlarnar. Fallin – og mikro­ fonin lá eftir Tað sást týðiliga á Anfinn Rubek Nielsen, at hann ikki var sørt argur inn á Páll á Reynatúgvu.