Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80 Sosialurin tlan llstøðu rdali umsóknir, men sum frá leið fór hann at ivast, ikki minst tí heimsbúskapurin var farin at rilla. Men Páll á Reynatúgvu hevði sagt, at tað hevði ongan týdning, alt fór at verða so mikið bíligari. − Eg má siga, at eg visti ikki, hvat hetta var, sum eg skrivaði undir uppá, segði Anfinn Rubek Nielsen. − Tað var ikki fyrr enn seinast í august, at upp­ hæddin fyri jørðina varð nevnd. 4­5 mió. krónur vildi hann ikki hoyra um. Frá bankanum fekk hann at vita, at teir fingu ikki eina krónu í láni. Hann hevði so boðið sær til at gjalda Páll og Kristinu á Reynatúgvu 50.000 krónur og gloyma handilin, men Páll á Reynatúgvu hevði sagt, at hann vildi hava alt. Tað skiltist á Anfinni Rubek Nielsen, at góða vin arlagið millum hann og hjúnini var farið fyri bakka orsakað av hesum handl in­ um. Hann hevði lítið gott at bera teimum. Luftkastellir − Tað vísti seg, at verk ætl­ anin var ikki annað enn luft­ kastellir. Ongar tekningar ella nakað. Hann hevði keypt eina trøð, sum hann skuldi geva Sands kommuna, og seinni hevði hann eisini keypt eini gomul summarhús frá eini eldri konu. Harvið hjálpti hann henni, og hann fekk sjálvur nakað at putlast við sum pensionistur. Anfinn Rubek Nielsen hevði verið og kannað, hvat jørðin var verd, og hann var komin til tað úrslit, at jørðin var langt frá tað verd, sum Páll á Reynatúgvu kravdi frá honum. Pástandur hansara var, at hetta var ringasti hagi í Sandoynni, og at hann hevði skrivað undir út frá skeivum fortreytum. Hann helt seg vera lumpaðan. Metingin av ognini segði, at jørðin var verd 1,8 mió. krónur út frá mark­ naðar prísi tá. Eftir tí skuldi Anfinn Rubek Niel sen goldið 900.000 krónur. Nógv varð tosað um upp hæddina 2,75 krónur, sum Anfinn Rubek Nielsen verður kravdur eftir. Tað er roknað út til 200­230 krónur fyri gyllinina. Heilt óvanliga høgur prísur, helt eitt umborð fyri Um hvørv­ issstovuna. Allur mánadagin fór í rætt inum við at viðgera hesa trætuna um jørð. Fríggjadagin verður dóms viðgerðin. randi@sosialurin.fo Á økinum oman móti skúlanum og vatninum var ætlanin at gera flogvøll, summarhús og alskyns tænastutilboð. Nú er alt dottið niðurfyri golfstríð Føroya Keypssamtøka hevur í vikuni gjørt avtalu við byggi felagið P/F Norðhús í Klaksvík um at byggja hand­ ilshús á Varpinum. Húsið skal standa norðan fyri Effo. Húsið verður 1000 fer­ metrar í einari hædd og verð ur sostatt næststørsti handilin hjá Føroya Keyps­ samtøku. Tað hevur skund fyri Før oya Keypssamtøku, at byggifelagið fer í gongd beinanvegin, tí avtalað er, at handilin skal lata upp til jólahandilin í ár, sigur Finn Nielsen, stjóri í Føroya Keypssamtøku. Føroya Keypssamtøka hev ur í meira enn 30 ár havt ætlanir um at byggja egnan handil í Klaksvík, men altíð er okkurt komið í vegin. Handilin heldur til í leig­ aðum hølum, um eru alt ov smá. – Nú kunnu klaksvíkingar vænta sær ein stóran og góðan handil við væl størri vøruúrvali, sigur Finn Niel­ sen. randi@sosialurin.fo Lata upp til jólahandilin Handil Norðhús hevur fingið arbeiðið at byggja nýggjan handils­ bygning til Føroya Keypssamtøku, og farið verður til verka beinanvegin 2,75 mió. er kravið hjá Páll og Kristinu á Reynatúgvu móti Anfinn Rubek Nielsen. Eingin umsókn til Hvalbiar kirkja Føroya Stiftsstjórn hevur ikki fingið eina einastu umsókn til prestastarvið í Hvalba Prestagarðurin í Leirum hevur staðið tómur, síðan Símun Jacobsen fekk starv norðanfjørðs Tað verður lætt at seta presta størvini í Hvalvik og í Fuglafirði, tí tríggjar um­ sóknir eru komnar til hvørt starvið. Eingin av umsøkjarunum er í starvi í Føroyum. Verri er við starvinum sum sóknarprestur í Hvalba. Freistin at søkja var úti mánadagin, og tá var eingin umsókn komin inn. Andreas Ziska, stiftsfulltrúi hevur tó góðar vónir um, at starvið fer at verða sett í næstum, tí hann veit um onkran prest, sum umhugsar at søkja. randi@sosialurin.fo