Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80 12 Sosialurin Tíðargrein Rolf Guttesen rolfg@setur.fo Tað gamla atlassið hev ur verið fyri hørðum at finn­ ing um, millum annað fyri mátan at stava landanøvn. Líkt var til at tvær ymiskar rættskrivingar reglur vóru til, onnur galdandi fyri landa­ nøvn, og hin fyri onnur nøvn. Tí bleiv Chile í Suðuramerika til eitt undarligt Kili, og landið í Miðeystri æt Kuveit, meðan høvuðsstaðurin skriv­ aðist Kuwait. Har aftrat ymisk løgin fyri brigdi, sum at nøkur fá tilvildarlig nøvn blivu ’um sett’, Cabo Verde bleiv Grønhøvdaoyggjar og Cape Town í Suðurafrika skrivaðist Høvdastaður. Í støðum blivu gamlir og foroldaðir formar grivnir fram, so sunnasta nesið í Norra æt Líðandisnes. Tað er soleiðis, at øll nøvn í allari Verðini hava ein týdn­ ing og ein uppruna. Lim­ fjorden hevur einki við lím ella klistur at gera, men lím­ stein, sum er kálk. Býurin í Jyllandi, Ikast, merkir takstræ­skógin, har I­ er eitt gamalt Y­ (taks), sum eisini er eitt gamalt rúnatekin. So, lat staðanøvnini vera, sum tey verða søgd og skrivaði í dag, alt annað er óðamannaverk. Eintýdd og praktisk staðanøvn Vit mugu ásanna, at staða­ nøvn í fyrsta lagi vera brúkt av praktiskum grundum til at finna veg og positión, at leggja rutur, at senda post og at hava skil á hvar í verðini tingini eru og hvar tingini henda. Í gerandisdegnum vísir tað seg at vera tørvur á nøkrum meginreglum, sum kunna leiðbeina skrivandi í at stava staðanøvn í útlondum. Internationalt er hetta eisini eitt vaksandi krav. Tí sigur til dømis ”4. UN Con­ ference on the Standardi­ zation of Geographical names”, at tíðin ”necessitates unambigouos reference in the naming of physical entities” ella, at tíðin ger tað neyðugt – uttan møguleikar at mis skilja – at kunna vísa til nøvn á fysiskum eind­ um. Sama skjal ræður til, at standardiseringin av geo­ graf iskum nøvnum skal fremj ast mest møguligt. Fá nøvn í stóra útland in­ um hava ein gamlan, kon­ ventionellan føroyskan form (Kjøpinhavn, Keyp­ mannahavn, Oyrasund, París). Hetta kemst ma. av, at inntil fyri 100 árum síðani var lítið og einki skrivað á føroyskum um fremmand lond, og fáir føroyngar komu út at ferðast.. Flestøll nøvn í stóru Verð eru komin inn í føroyskt ígjøgnum onnur mál og lond, sum føroyingar hava havt nógv samband við. Her verður hugsað um bæði ferðing, handil, sigling, elektroniskar miðlar, bløð, tíðarrit og bókmentir. So­ leiðis hevur serliga danskt, týskt og eingilskt havt sína ávirkan. Og tað er einki løgið ella hættisligt í tí. Vanligt er í føroyskum talumáli at hoyra staðanavnaformar, sum hava sín uppruna í donskum, norskum ella týskum. Italien, Belgien, Albanien. Hesin form urin er ikki ’skeivur’, hann hevur bara ein annan upp runa enn: Italia, Belgia og Albania. Uppskot til nakar høvuðs reglur í 10 punktum Við tí fyri eyga at skapa størri precisión og st andardisering, og at fylgja teim reglum, sum eru uppstillaðar av internationalum autoritetum á økinum, verður her eitt uppskot í 10 punktum lagt fram: 1. Høvuðsreglan er, at staða­ nøvn skrivast soleiðis, sum vanligt er í teim ymsu lond­ unum. Hetta er tað avgerandi høvuðsprincippið. Ikki pilka við, ikki brodera, ikki ’forbetra’, ikki gera meira ’føroyskt’. Í størsta parti av Heiminum er hetta einki problem. Har verður tað latínska (romanska) alfabetið brúkt. Hetta er galdandi í størsta parti av Europa, Norður­ og Suðuramerika, mesta av Afrika og nakað í Asia. 2. Staðanøvn í øðrum lond­ um skulu ikki ’umsetast’ til føroyskt. Øll nøvn hava onkran týdning, og tað hevði ført til ein babylonskan forvirring at farið undir at umseta. Heldur ikki skulu endingar (sum oftast als ikki eru end ingar) uppá –e koyr ast í eina føroyska gramma tikk, og hava –i ella –a í staðin. Útlendsk staða nøvn skula vanliga ikki bendast. Føroyska Heims atlassið hevur nøk ur sera óheppin døm ­ ir um hetta: Cabo Verde oyggj arnar blivu til Grøn høvda oyggjar, Cape Town kom at eita Høvda­ staður. Côte d’Ivoire bleiv til Fílabeinsstrondin, men grannalandið Sierra Leone bara fekk broytt ta ’óføroysku’ endingina –e til eitt –a, Sierra Leona, sum er skeivt. Navnið er av sponskum uppruna og kundi lættliga verið umsett til Leyvufjøllini, men – lat vera. 3. Staðanøvn í øðrum londum skulu ikki arkaiserast (ger­ ast ’gomul’). Hesin tendensur hevur ofta verið sæddur. Summi hava til fragd at arkaisera ella brongla staðanøvn, og tosa um Róarskeldu í staðin fyri Roskilde; Áarósa staðin fyri Århus. Heimsatlassið hevur eis­ ini Burgundarhólm, har Bornholm tó stendur í paren tes. Somuleiðis Líð­ andisnes, sum er Lindes­ nes. 4. Talið á exonymum (fremm­ andum nøvnum) skal, um gjørligt, minkast. Tað, at minka um exo ­ nymini, er ein aftur vend­ andi áheitan frá øllum ST­tingingum um hetta mál. Fyrr var vanligt at hoyra um Godthaab og Sukkertoppen í Grøn­ landi. Nú eru hesi exo­ nymir avloyst av Nuuk og Sisimiut. Á teim gomlu føroyakortunum stóð til dømis. Thorsvig og Glibre, men nú skrivar Kort & Matrikelstyrelsen Hósvík og Glyvrar. Hví skal so eitt føroyskt atlas framtúra við hesum? 5. Staðanøvn í øllum euro ­ pe isk um lond um, sum brúka tað latínska (romanska) alfa­ betið, verða sum høvuðs­ regla skriv aði soleiðis, sum siður og sam tyktir eru í hes­ um londum. Ein precisering av, at í europeiskum londum, ið brúka tað latínska alfabetið, eiga vit uttan nakrar broytingar ella bronglingar at skriva nøvnini soleiðis, sum tey verða skrivaði á teim ymsu officiellu málunum. Barcelona skal skrivast við –c­. Chelsey skal ikki verða Kelsi. 6. Har fleiri mál eru javn­ stillaði í einum landi, eiga vit í fyrsta lagi at brúka tað málið, sum er vanligasta fremm andamál málið í Før­ oyum. Nøkur lond hava fleiri javnstillaði mál. Til dømis í Schweiz, sum hevur fýra mál. Viðvíkjandi Schweiz, so er týskt meira kent og brúkt millum føroyingar enn franskt, italienskt ella ræto­romanskt. Tí er natúrligt, at landanavnið í føroyskum fær tann týska formin: Schweiz. Men annars er at fylgja teim reglum, sum eru galdandi í landinum. Til dømis liggur Geneve í franskttalandi partinum av Schweiz, og skal tí ikki hava tann týska formin Genf. Í Danska Ríkinum er traditión fyri at respek tera føroyskan og grønlendskan skrivimáta í Grønlandi og Føroyum. 7. Har lond hava eitt officielt høvuðsmál við fleiri dialektum ella minni­ luta málum, verður sum høv uðsregla tað officiella høvuðsmálið brúkt. Tá vit koma til henda problematikk, eru spurn­ ingarnir og møguleikarnir ótalligir. Tað veldst eisini um, hvønn politikk landið sjálvt førir á hesum øki. Fyrr var til dømis ikki vanligt, at írar kallaðu høvuðsstaðin annað enn Dublin, tí fólk flest í býnum tosaðu eingilskt. Í dag sæst geliska navnið Baile Atha Clialth ofta. Men møguleikin, at brúka eitt navn í parentes sum ískoyti, kann loysa problemið. Her verður atlit tikið til konventiónir og traditiónir. Hetta er serliga galdandi um lond, har landspartar liggja fjart frá hvørjum øðrum. Nøvn á regio nalum mál um ella dia lekt um kunnu setast í parentes. Dømi um land, sum hevur eitt officielt høvuðsmál er Spania, men katalanskt verður tosað í Katalonia. Galiciskt, sum meira lík ist portugisiskum, verð ur tosað í Galicia. Bask iskt, sum ikki er í slekt við spanskt, í Bask­ ara landinum. 8. Har lond hava eitt euro­ peiskt mál sum offi cielt mál, umsit ing armál ella lingua franca (sum dømir eru um í Afrika, Latínamerika og Asia), er reglan, at staða­ nøvn í hes um formi eru tey offi ciellu. Nógv afrikansk lond hava verið europeiskar kolo niir. Tey flestu hava fleiri afrikansk mál, men tey europeisku koloni­ málini eru ofta blivin offi ciel mál. Soleiðis hava eing ilskt, franskt, spanskt, portu gis iskt og týskt eina serstøðu her. Fylgjan verður, at nøvn í Burkina Faso skrivast uppá franskan máta, til dømis Ouaga dougou, og ikki Wagga duggu, sum sæst í týskum verkum. 9. Har onnur alfabet verða brúkt (kyrilliskt, grikskt, arabiskt, armenskt, georg­ iskt, hindi og onnur) verða tey umskrivaði eftir teim reglum, sum ST­stovnar anbefalla. Her er ikki neyðugt ella ynskiligt, at nakar før­ oyskur stovnur fer at uppfinna nýggj ser­ føroysk system. 10. Serligar reglur galda innan vísindalig ymisk fak­ økir Her verður hugsað um, hvat er rímiligt innan fak økir sum arkeologi, søgu, søguligari geografi, kartografi og onnur, sum fást við gamlar staða­ navnaformar. Undirritaði heitir á fundin í Miðlahúsinum tann 19. mai 2010 at taka hetta uppskot til viðgerðar. Í 1993 kom eitt skúlaatlas, sum Skúlabókagrunnurin stóð fyri. Nú er so ætlanin at gera eitt nýtt, og forlagið hevur boðið til fundar í Miðlahúsinum tann 19. mai. Teir spyrja um vit skula hava eitt nýtt atlas og um so er, hvat skal standa í tí. Nýtt føroyskt Heimsatlas?