mikudagur 12. mai 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80
Sosialurin
Kjak
Eitt stig fram, og sjey fet aftur
Bergtóra, Bjørt, Annita og Eyðgunn,
løgtingskvinnur
Annika, Rósa og Helena,
landsstýriskvinnur
Eyðgunn Samuelsen
løgtingskvinna Javnaðarflokkurin
Fíggjarkarmar
2011 – vit og
skil vann frama
Øll
vita,
at
vit
hava
ovurstóra almenna skuld.
Nógv fokus hevur verið
á, hvussu vit skuldu fáa
tamarhald á skuldini og fáa
samfelagið aftur á beint.
Summi hava vilja kutað
allar
vælferðartænastur
niður, meðan onnur hava
ført fram, at tað ber til at
varðveita okkara vælferð
og minka um skuldina
samstundis.
Munurin er fram ferð ar
hátturin, og hvussu tú sær
uppá samfelagið. Sær tú
samfelagið sum nakað, ið
skal vera sum tað er og sum
tú ikki skal gera nakað við,
ja so er einasti møguleikin
at kuta vælferðina burtur
og frysta samfelagið niður.
Tá kan tú bert vóna, at tá
tú tinar tað uppaftur, eru
trupuleikarnir loystir av
sær sjálvum.
Hin leiðin er at síggja
samfelagið
sum
nakað,
ið vit kunnu gera nakað
við. At til ber tilvitað at
taka nakrar avgerðir, og
á tann hátt sjálvi loysa
okk ara trupulleikar. Tað
ber til at skapa karm ar,
so inntøkurnar í sam fe
lagnum, ikki minst frá
okkara høvuðsvinnu, aftur
fara at vaksa. Tað ber til,
at endurskoða almennu
tænasturnar og umskipa
tær so hvør króna verður
brúkt á besta hátt.
Tað er henda seinna
vegin, ið ein meiriluti í
fíggjarnevndini
samdist
um at ganga. At vit sjálvi
tilvitað skapa karmarnar
fyri okk ara samfelag og
stýra
gongd ini,
heldur
enn at lata gongd ina stýra
okkum. Tað er ein stór
avbjóðing at fáa fíggjar
karm arnar fyri 2011 at
halda, men halda vit á við at
nýta vit og skil, so megna vit
eisini hesa avbjóðingina.
Nógvar hólmgongur hava
verið seinastu tíðina í
samband við, at løgtingið
skal áseta ein fíggjarkarm fyri
2011 og komandi 5 árini.
Tað undirgrevur alt álit á
okkara lóggevandi vald, um
Løgtingið í hvørjari tingsetu
broytir valskipanina, uttan
grundleggjandi fyrireiking
og viðgerð av fyrimunum
og vansum við broyttari
skipan.
Sjey
valdømi
tryggjar
økiskvotering, men søgan
vísir okkum púra greitt,
at henda valskipan er ein
stór forðing fyri at fáa fleiri
kvinnur valdar í Løgtingið.
Vit halda ikki, at valskipanin
frá 1852, tá landið varð skipað
í sjey valdømi, er hóskandi
fyri eitt nútímans Føroyar!
Vit liggja framvegis í allar
aftastu røð, tá ræður um
javnstøðu í okkara fólkavalda
parlamenti,
sammet
við
flestu lond í heiminum. Við
valið í 2004 vórðu einans 3
av 32 valdum løgtingslimum
kvinnur. Tá farið varð yvir til
eitt valdømi, vaks talið til 7
av 33. Tað vísir, at hóast langt
er á mál, so var eitt valdømi
eitt stórt framstig í mun til
at fáa meira demokratiska
umboðan av báðum kynum.
Vit taka undir við Demo
kratiu, tá nevndin m.a. sig
ur: »Málið um, hvørt val
skipanin skal broytast aftur
og hvussu, er ógvuliga kom
plekst og er eftir okkara
tykki langt frá nóg væl lýst
og búgvið til endaliga støðu
takan, sum nú er. Ein endur
skoðan av vallógini eigur ikki
bara at snúgva seg um eitt
ella fleiri valdømi og ymsar
tekniskar útrokningar í tí
sambandinum, men eisini
um, hvussu ein so jøvn og
demo kratisk umboðan sum
møguligt best verður tryggj
að, t.d. kyn, aldur, geografisk
umboðan
og
fíggjarlig
styrki.«
Atkvøðutølini frá seinasta
løgtingsvali vísa greitt, at
atkvøðurnar í sera stóran
mun flyta seg tvørturum tey
gomlu mørkini fyri val døm
um. Og, at stórur part ur av
atkvøðunum í mið staðar
økinum
fara
til
valevni
uttan
fyri
høvuðsstaðin.
Hetta kann gera tað lættari
hjá kvinnum og nýggjum
valevnum, sum eftir gomlu
skipanini høvdu sera trupult
við at sleppa framat, at blíva
vald. Eisini bendir hetta
á, at fólkið ynskir at hava
møguleikan at velja ímillum
valevni frá øllum landinum.
Vit vóna, at Løgtingið til
3. viðgerð heldur fast við eitt
stig fram, heldur enn at stíga
sjey fet aftur.
Bummgjald
Jógvan Olsen
havnemand@gmail.com
Endiliga kom kjak um møgu
leikan at leggja nýtslugjald á
vegakervið.
Tað skuldi verið sjálvsagt,
at tað rætta er, at lata fólk
gjalda fyri at koyra á veg un
um. Teir hava verið dýr ir at
gera og kosta nógv í við líka
haldi. Harafturat skulu teir
javnt og samt upp gra derast;
tann uppgávan verður aldrin
liðug og kostar eisini nógv.
Optimali
hátturin
at
leggja gjald á man vera við
onkrari
GNSSbaseraðari
skipan (Global Navigation
Satellite System, til dømis
GPS). Onkur tílík skipan sigst
at vera framleidd, til dømis
hjá Skymeter Corporation.
Við eini slíkari gerst møgu
ligt
hjá
kommunum
at
leggja ymisk gjøld á, alt
eftir hvar, koyrt verður –
um kommunan ynskir tað.
Land og kommunur kunnu
so brúka somu skipan, men
á ymsan hátt.
Tó, ein GNSSbaserað road
pricingskipan man vera dýr
at fáa í gongd, men kann
so eisini brúkast til ym iskt
annað, til dømis parkerings
gjald.
Vit hava longu tøkniliga
grundarlagið fyri eini ein fald
ari gjaldsskipan: gjalds støð
irnar í undirsjóvartunlunum.
Hesar kunnu tó illa brúkast
innan fyri kommunumørk.
Vegakervið er ov komplekst.
Tær kunnu kortini brúkast á
landsvegakervinum. Lands
vegakervið verður býtt upp
í strekkir við einum 35
smærri bygdum á hvørjum
strekki, og størri plássini
fyri seg. At koyra inn á eitt
ávíst strekki eigur at kosta
í mun til, millum annað,
hvussu nógvir og langir
tunlar eru á strekkinum. Um
einkultu strekkini ikki eru
ov long, koma mestsum øll,
sum brúka vegakervið, at
gjalda sín part. Bert tey, sum
koyra stutt strekkir millum
smærri bygdir sleppa undan.
Hetta er munandi betur enn
núverandi skipanin, har øll
gjalda uttan mun til, um tey
brúka vegakervið nógv ella
als ikki.
Núverandi ófrívilliga »flat
rate«gjaldsskipanin legg ur
upp til, at fólk brúka vega
kerv ið óansæð, um tað veru
liga lønar seg hjá teimum ella
samfelagnum.
Men ein skipan við gjald
støðum kann illa brúkast
inni í býunum. Um tað er ov
dýrt at gera eina fullfíggjaða
road pricingskipan, kann
ein kommuna í staðin leggja
gjald á parkeringina í og í
nánd av miðdeplum í býnum.
Øll vanlig parkering eigur at
vera gjørd til gjaldsparkering.
Øll onnur parkering verður
tíðaravmarkað,
til
dømis
til eitt korter ella minni.
Undantikið kann vera av
og áskipan. Sum undantak
til hesi bæði sløgini av par
kering, eigur at vera møgu
ligt at langtíðarleiga ein
par ker ings bás í nánd av
egn um bústaði, um ikki
ber til at hava parkering á
egnari grund. Parallelt skulu
virkir kunna leiga básar til
arbeiðsbilar.
Verður so eisini forðað fyri
gjøgnumkoyring í centralum
økjum, er sloppið undan
nógv tí mesta av óneyðugu
ferðsluni. Á strategiskum
støðum kann verða ásett, at
bert bussar og hýruvognar
sleppa gjøgnum – og sjálvsagt
neyðsendarkoyring.
Hesi
støðini eiga at vera markaði
við onkrum designi, sum er
tað sama á øllum støðunum.
Kanska tað kortini er
bíligari í longdini at fáa eina
fullfíggjaða, satellitbaseraða
skipan?
Tað ber til at skapa
karm ar, so inntøkurnar í
sam fe lagnum, ikki minst
frá okkara høv uðs vinnu,
aftur fara at vaksa. Tað
ber til, at end ur skoða
almennu tæn asturnar
og um skipa tær so hvør
króna verður brúkt á
besta hátt.
Sjey valdømi forðar
fyri at fáa fleiri kvinnur
valdar í Løgtingið.