Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80 14 Sosialurin Hesir tóku stýrimansprógv á Føroya Sjómansskúla í mai 1960. Myndin er tikin niðan fyri gamla Sjómansskúlan, ið nú er ogn hjá Skipasmiðjuni MEST. Aftasta rað f.v.: Jens Petur Arge, Tórshavn, Kári Hammer, Vágur, Absalon Eliasen, Leirvík, Jónleif Johannesen, Leirvík, Mortan Johannesen, Tórshavn (Enniberg), dani (sensor), D.J. Joensen, sjómansskúlastjóri, Dánjal Danielsen, sensor, Anker Mortensen, Tvøroyri, Martin Poulsen, Sumba, Hávard Hansen, Gøta, og Anker Højgaard, Tórshavn. Fremsta rað f.v.: Kristin Vestergaard, Vágur, Árni Sigurdsson Simonsen, Fuglafjørður, Tummas Joensen, Nólsoy, Álvur Danielsen, Norðdepli, og Edvin Vestergaard, Vágur. Myndaeigari: Inga Simonsen Nøvn Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Fyri 50 árum síðan: Stýrimanspróvtøka í 1960 Ternubúðin, sum Ása og Erling Bech saman við familjuni hava havt í húsum sínum við Sundsvegin seinastu 27 árini, fer nú í søguna. Familjan hevur búð í húsunum síðan 1968, og Ternubúðin byrjaði í einum horni av kjallaranum 14. november 1983. Handilin er síðan útbygdur til ein stóran kolonialhandil upp á 200 ferðmetrar. Erling sigur, at tey nú hava gjørt av at gevast við at handla. Hann hevur annars havt ætlanir um at byggja ein nýggjan handil á horninum Vegurin Langi/Løgmannabreyt, men tað er óvist hvussu verður við teimum ætlanunum. Einki verður keypt inn í løtuni, og vit selja vørurnar við avsláttri til handilin er tómur. Innbúgvið í handlinum verður eisini selt sum t.d. hillar og køli- og frystidiskar. Ætlanin er síðan at leiga hølini út, sigur Erling og leggur afturat, at tað hevur verið spennandi at bygt handlin upp, og tey hava havt nógvar trúgvar kundar hesi árini. Ternubúðin fer í søguna Erling Bech gevst nú við Ternubúðini, sum læt upp fyrstu ferð í 1983 Mynd: Magnus Gunnarsson 30 ára føðingardagur Hósdagin 20. mai, fyllir Elvin Weihe, Runavík, 30 ár. Føðingardagurin verður hildin leygardagin 22. mai kl. 18, á Sjókaféini í Runavík. Øll eru hjartaliga væl komin. 60 ára føðingardagur 4. august verður Heiðveig Tindskarð 60 ár. Dagurin verður hildin í Róðrarneystinum á Argjum 17. juli kl. 18. Tey ið vilja gleða Heiðveig við at koma í føðingardagin, verða vinarliga biðin um, at siga frá áðrenn 20. juni. Tlf.: 317326 ella 264030 (Heiðveig), 277556 (Barbara), 227796 (Yvonna). Silvurbrúdleyp Týsdagin 22. juni hava Bodil og Eliesar Finnsson, Hólavegur 23, Porkeri, silvurbrúdleyp. Veitsan verður fríggjakvøldið 25. juni kl. 19 á Hotel Øravík, tey ið vilja gleða okkum at koma, verða biðin at siga frá á tlf. 373860 ella 227496. Andlát Hervið verður sagt frá, at Johnny Hansen f. 26.07.1970. Andaðist í Keypmannahavn 29.03.2010. Eg vil lýsa frið yvir minni um son mín. Eyðna