mikudagur 12. mai 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
Miðvikan
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
15
Mikudagur 12. mai 2010
1. partur
T
að var í september seinasta
ár, at Smyril Line skipaði
fyri eini ferð yvir á Seyðisfjørðin
at fylgja slóðina hjá føroyskum
fiskimonnum
í
Íslandi.
Hóast
skotbráðið var stutt, var áhugin
so stórur, at eftir bert fáum vikum
høvdu eini 90 fólk meldað seg til.
Hetta vóru fyri ein stóran part
fólk, sum høvdu ættarfólk, pápar
og abbar, sum høvdu fiskað undir
Íslandi. Eisini vóru fleiri menn,
sum sjálvir høvdu fiskað á hesum
leiðum.
Ferðin var skipað soleiðis, at
komið varð inn týsmorgun og farið
avstað aftur mikukvøld. Hetta gav
tveir dagar í landi. Ísland er stórt,
so tað er avmarkað, hvusssu víða
kann komast so stutta tíð. Men
tíðin var kortini nóg long til at fáa
eina frálíka uppliving.
Í fjør var farið norðureftir á
Bakkafjørðin
og
Vopnafjørðin
tann fyrra dagin Norrøna lá inni.
Seinna dagin var farið út á Skála
nes á suðurarminum av Seyðis
fjørðinum.
Skipað varð fyri minnishaldi á
kirkjugarðinum við grøvina hjá
fimm av teimum sjey monnunum
av Riddaranum, sum druknaðu
við Langanes í 1927. Aftaná var
vitjað í kirkjuni á Seyðisfirði, har
prestur hevði minningarorð um
hesar menn. Eisini var íslendskur
kórsangur.
Henda ferðin var sera væl
umtókt, og fólk vóru ógvuliga
fegin um at hava verið við. Tey
fingu eisini nógv burtur úr, tí á
bussferðini varð greitt frá føroysku
søguni, sum hevði samband við tey
pláss, sum vóru vitjað. Tá tað vóru
tveir bussar mátti frásøgumaðurin
ganga millum bussarnar. Men hetta
riggaði eisini væl.
Tað sum setti ein serligan dám á
túrin, var tann stóri blíðskapurin,
sum íslendingar vístu føroysku
gestunum.
Nýggja ferðin
eins væleydnað
SmyrilLine skipaði so aftur fyri eini
líknandi ferð seinast í apríl. Aftur
var stór luttøka, úti við 100 fólk.
Enn einaferð var túrurin sera
væleydnaður og blíðskapurin fram
úr. Eins og í fjør heyst var tann
fyrri dagurin ein fagnaðardagur
til veður við sól allan dagin, meðan
tann seinni var heldur dimmari
við ælingi. Men hetta forðaði tó
ikki fyri at fáa tað burtur úr, sum
kundi fáast burturúr hesum báðum
døgum.
Bæði á heysti og vári kundi kavi
havt forðað fyri at sleppa til tey
ætlaðu plássini. Tað var eisini nær
við, at hetta kundi hent hesa ferð,
men tað bilaði ikki.
Skráin var eitt sindur øðrvísi
nú. Tann fyrra dagin var aftur farið
norður til Bakkafjørðin. Fyrst varð
farið í kirkjuna, har prestur greiddi
frá, eins og ein søgufrøðingur
greiddi frá Skálar á sunnara armi
num á Langanesi.
Vit koma at greiða meira frá
Bakkafjørðinum í 3. parti. Tá hava
vit eisini frásøgn um Skálar, har
nógvir føroyingar róðu út.
Neskaupstaður
Seinni dagurin hesa ferð var heilt
øðrvísi enn í heyst. Tó var eins og
í fjør vitjað á kirkjugarðinum, har
tað var sungin ein sangur og biðið
Faðirvár.
Síðan var farið suðureftir, har
fyrst varð vitjað á Neskaupstaði á
Norðfjørðinum. Vertur her var Karl
Johann Birgisson, sum er ein av
leiðarunum á Sildavinnsluni, sum
er tann stóra fiskivinnufyritøkan í
býnum við tilsamans 2300 fólkum
í vinnu bæði á landi og umborð á
skipum hjá fyritøkuni.
Karl Johan og kona hansara Maja
eru kend í Føroyum, tí tey hava á
ungum árum búð her, tá ið hann
arbeiddi á skipasmiðjuni á Skála.
Í Neskapustaði fekk hópurin
eina stórsligna móttøku. Víst varð
runt á virkinum hjá Sildavinnsluni,
har eisini fekst ein biti við fýra
sløgum av sild umframt turran fisk
og havkall, sum fyri íslendingar
er tað, sum skerpikjøt er fyri
føroyingar.
Vitjað varð á bygdarsavninum í
Neskaupstaði, har føroyingar hittu
íslendskar trolaramenn, sum hava
siglt saman við føroyingum. Síðan
hevði Smári Geirsson stak áhuga
verdan fyrilestur um føroyskan
fiskiskap á Eysturlandinum.
Hetta kom vit aftur til í komandi
parti.
Aftaná bjóðaði Samvinnufelagið
SUN á Neskaupstaði suppu við
einum bita. At henda vitjan hevði
áhuga í økinum sást eisini av, at
íslendska sjónvarpið hevði samrøðu
við frásøgumannin í føroyska
ferðalagnum.
Heilsan var eisini borin føroy
ingunum av Freysteinn Bjarnasyni,
maskinmeistara á einum av teimum
gomlu Stellutrolarnum, sum vórðu
seldir til Íslands fyrst í 70unum.
Tað vóru Laksafossbrøðurnir, sum
lótu hesar frystitrolarar byggja. Teir
vóru tá ein nýhugsan í Føroyum.
Hesir trolarar hava roynst sera væl
í Íslandi, og teir eru í vinnu enn.
Annar í Ísland og hin í Okhotiska
havinum eystanfyri Russland.
Merkið í húnar hátt
á Vattarnesi
Tað seinasta á skránni fyri dagin var
vitjan á Vattarnesi. Hetta er eitt av
teimum kendu útróðrarplássunum
hjá føroyingum í Íslandi. Serliga
Vattarnes í Íslandi:
Helvtin av íbúgvarunum
vóru lorvíkingar
Smyril Line hevur aftur skipað fyri ferð til Íslands í fótasporum okkara útróðrar- og fiskimanna.
Eins og í fjør hava vit í trimum Miðvikum áhugaverda føroyska søgu í Íslandi heim við okkum
Tað var hugaligt at síggja okkara Merki veitra á Vattarnesi
Perman á bókin hjá Jón Karl Úlfarsson.
Vattarnes sum nógvir føroyingar minnast tað
Framhald á síðu 16, 33 og 34