Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Miðvikan 16 Framhald frá síðu 15 Mikudagur 12. mai 2010 kent var tað hjá lorvíkingum, sum ár um ár í stórum tali róðu út á Vattarnesi. Veðrið var soleiðis hendan dagin, at tað var ivasamt um farast kundi á Vattarnes, og í hvussu er var tað ivasamt, um tað bar til at fara úr bussinum. Men hetta lagaði seg til at gerast eitt stórt upplivilsi eisini. Karl Johann hevði nevniliga skipað fyri at fáa ein frásøgumann, sum var ættaður av Vattarnesi. Hetta var tann 89 ára gamli Jón Karl Úlfarson, sum var sera bragd­ ligur og undirhaldandi. Hann hevur skrivað eina bók við brotum úr sínum lívi. Hann gav ferðalagnum seinastu bókina sum hann átti eftir. Í hesi bók eru eisini fleiri sera áhugaverdar myndir frá før­ oyingatíðini á Vattarnesi. Tað vísti seg eisini, at hann kendi abbarnar hjá teimum heilu og hálvu lorvíkingunum, sum vóru við á ferðini, og var hetta sjálvsagt eitt serligt upplivilsi fyri teir. Tað var góður vegur til Vattar­ nes. Bygdin er ikki tann, sum hon hevði verið. Jón greiddi frá, at eftir í bygdini vóru bert »kallur og kelling.« Kelling kann ljóða niðrandi, men tað er tað als ikki á íslendskum, kanska hin vegin. Tá komið var til Vattarnes, var veðrið so mikið gott, at tað bar til at fara úr bussinum. Tá fekk ferðalagið ta fantastisku uppliving, at Merkið veitraði á einasta húsinum, sum var eftir á Vattarnesi! Men sum ofta er, so var tíðin ov knøpp. Døgurðin bíðaði umborð á Norrønu. Men eina møguliga aðru ferð eigur meira av tíð at vera brúkt, eisini á Vattarnesi. Føroyingar væl lýddir Sámal Johansen hevur í síni bók Til Lands fleiri frásagnir um Vattarnes. Grundað á hesar frásagnir og eisini frásøgnina og bókina hjá Jón Karl ber til at geva eina samlaða lýsing av Vattarnesi. Vattarnes er ytsta nes á suður­ arminum á Reyðafirði. Sunnanfyri er Fáskrúðsfjørður. Vattarnes liggur tískil beint móti havinum. Tað hevur verið høgligt bæði at rógva til havs og inn í báðar fjarðirnar. Her vóru føroyingar í síni tíð sera væl umtóktir, ikki minst av børnunum. Frøin á teimum var stór, tá ið føroyingar komu á vári og stríddust við at bera viðføri til húsa. Føroyingarnir royndu við snøri fyrrapartin á sumrinum og teir vóru óførar fiskikløur. Teir høvdu íðuliga rokfiskiskap, meðan íslendingar ikki loystu fyri fiskaloysi. Ofta var tosað millum manna, at tað var ikki rættskaft, sum føroyingarnir fiskaðu. Teir mundu duga meira enn at mata seg. Men frágreiðingin var, at føroyingarnir høvdu fiskiligari reiðskap og høvdu eisini betri agn enn íslendingar. Føroyingarnir høvdu eisini sildagørn við, og kundu tí eisini veiða sild til agn. Teir brúktu somuleiðis nógv agn av fugli, sum teir skutu á veg til útróðrar. Teir brúktu alt uttan fjarðarnar, eisini innvølin. Ofta fingu íslendingar húkar og fína línu frá føroyingum. Fyrstu tíðina á árinum veiddu teir við snøri, men í august fóru teir at rógva við línu. Fiskurin varð saltaður og seldur til Fáskrúðsfjarðar. Keyp­ menninir har, Jón Dáviðsson og Ørum&Wulf, komu eftir fiskinum við stórum bátum og høvdu salt við. Ofta komu teir, tá ið streymurin var harður og minni útróður var. Umstøðurnar á Vattarnesi Viðhvørt fingu føroyingar íslendsk konufólk at vaska hjá sær, men annars røktu teir seg sjálvar. Tað verður einki serligt sagt um, at teir sum aðra staðni høvdu konufólk við sær úr Føroyum at halda hús. Tað var sera áhugavert, at hitta ein íslending, sum mintist føroyingarnar á Vattarnesi. Í bókini hjá Sámal Johansen er eisini frásøgn hjá pápa Jón, Úlfar Kjartansson, og beiggja hansara Aðalbjørn Úlfarson. Tískil kunnu vit hava frásøgn frá trimum monnum úr sama húsi, sum hava verið partur av hesi søgu. Úlfar Kjartansson varð føddur á Vattarnesi 26. november 1895. Millum lorvíkingarnar, hann greiðir frá, er Jóan Petur Eliassen, sum eisini hevði sonin Theodor við sær. Tað kundu vera fleiri bátar í sama »kompaní« hjá føroyingum á Vattarnesi. Í felagnum hjá Jóan Petur vóru tríggir bátar. Hann var so formaður á einum teirra. Ein formaður var Rasmus Jacobsen, sum var eitt reystmenni. Hann var óføra raskur útróðrarmaður, og hann fiskaði nógv. Eina ferð doyði ein føroyingur og var tað Valdemar Sumberg. Úlfar greiddi frá, at føroyingar høvdu sett sildagørn inni fyri Høgnastøðum, ein býlingur inni á Reyðafirði. Meðan gørnini stóðu um náttina, høvdu teir lagt seg til hvíldar í eini húsatoft, sum var niðri við sjógvin. Um morgunin, tá ið teir skuldu taka gørnini upp, var Valdemar deyður av hjartaslag. Hann var jarðaður á presta­ setrinum Kolfreyjustaði á Fáskrúðs­ firði. Allir føroyingar á Vattarnesi fylgdu honum. Teir fóru við bátun­ um og sungu allan vegin. Penganes Fram til seinna kríggj var allur fiskur flaktur og saltaður. Vanliga fiskaðu føroyingar 150­160 skippund uppá bátin, manningin plagdi at vera fýra mans. Hampiliga væl man sum oftast hava komið burtur úr, tí Úlfar segði seg hava hoyrt, at heima í Føroyum var Vattarnes kallað Penganes. Føroyingarnir sigldu altíð við seglum, tá ið líkindi vóru til tess. Úlfar minnist bert eina ferð, at føroyingar viltust á havinum. Tað var Rasmus, sum viltist ein dagin, tað var kolasvart í mjørka. Teir sóu einki og fingu ikki landkenning fyrr enn við Kambanes umleið 20 km sunnanfyri Vattarnes. Teir vóru burtur eitt heilt samdøgur, og hinir føroyingarnir vóru bangnir um teir. Teir svóvu ikki alla náttina, men brúktu tíðina, meðan teir bíðaðu eftir Rasmus, at ríva fisk um. Hvør róður hjá føroyingum vardi umleið 12 tímar. Teir kundu fara avstað um 3­4 tíðina um morgunin ella fyrr, tað valdaðist sjóvarfallið. Teir fóru frá landi á fallandi suðurráki. Síðan róku teir suður eftir og royndu so í kyrrindinum. Norðurrákið tók teir norður aftur móti Vattarnestanga, og so gekk leiðis inn á á Vattarnes. Tað hendi seg ofta, at føroyingarnir vóru tveir róðrar um samdøgrið. Úlfar mintist, at tað vóru upp til tíggju føroyskir útróðrarbátar á Vattarnesi. Føroyingar fóru ikki at nýta maskinbátar fyrr enn um 1927/28. Søgan sigur einki um, at tað var nakað samband millum føroyingar og konufólkið á Vattarnesi. Tað vóru nógvir ungir menn, sum komu higar at rógva út, og nógv fólk var á Vattarnesi tá. Men føroyingarnir høvdu ikki tíð at fjasast við konu­ fólk. Teir vóru komnir til Íslands at fiska, og tað var teirra lív. Úlfar segði eisini, at føroyingar, sum komu higar at rógva út, vóru úrvalsmenn og sera væl dámdir av heimafólkinum. Men hinvegin kom eina ferð ein føroysk slupp inn á Vattar­ nesvíkina. Henda manning gjørdi nógv um seg. Teir fóru við skips­ bátinum inni við landinum og oyðiløgdu tey sildagørn, teir komu framat. Síðan fóru teir uppá land og stjólu torv. Manningin var meldað, men Jóan Petur hjálpti teimum, so teir sluppu við at gjalda gørnini. Lívið á Vattarnesi So fara vit frá faðir til sonin, Jón, sum var við okkum hendan dagin. Jón skrivar um pápa sín Úlfar, at hann var góður sjómaður og »mikill veiðumaður.« Hann var eisini óførur við byrsuni. Úlfar dugdi eisini væl at fáa burtur úr jørðini. Mamma Jón Karl kallaðist Ingibjørg Halldórsdóttir. Foreldrini fingu 11 børn, fødd frá 1917 til 1937. Jón Karl er triðja barn í røðini. Sum í Føroyum tá í tíðini var tað sera strævið. Húsini vóru smá. Umframt øll børnini búðu eisini ommurnar inni. Ommurnar fingu tann týdning, at tær við songartíð kundu greiða børnunum frá tí, sum tær vistu og høvdu upplivað. Hetta kom eisini at hava týdning fyri børnini framyvir. Tá søgan var liðug, bóðu tey Faðirvár. Umframt alt húsfólkið búðu á einum lofti eisini útróðrarmenn hjá pápanum. Mamman fór hvønn morgun upp kl. seks, og tað varð arbeitt allan dagin. Tað, sum Jón Karl Eli Joensen úr Lorvík og Jón høvdu okkurt at práta um. Jón mintist væl abba Eli á Vattarfjørðinum Í fjøruni á Vattarnesi í dag Maria Ingibjørg Halldórsdóttir og Úlfar Kjartansson, foreldrini hjá Jón. Úlfar vitjaði í Lorvík, har hann hitti sínar gomlu vinir