mikudagur 12. mai 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80
18
Sosialurin
Oyggjaredaktiónin:
Oyggjablaðið
Vilmund
Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Snorri
Brend
snorri@sosialurin.fo
Jens Kristian
Vang
jensk@sosialurin.fo
Oyggjablaðið næsta mikudag:
Kalsoy
Góðu gestir
– góðu bygdarfólk
– góðu bátar
Vælkomin á bátastevnu – vælkomin til Vestmanna.
Orðið “stevna” hevur fleiri merkingar. Ein er at stevna móti onkrum,
seta kós. Henda merking hóskar sera væl til hetta høvið; onnur hóskandi
merking er at seta onkrum stevnu, sum merkir at hittast. Hetta er
so níggjundu ferð, at kós er sett móti Vestmanna, og at vit hittast á
bátastevnuni.
Bátastevnan er ikki ein vanlig summarstevna. Tær eru sera líkar og í stóran
mun merktar av ítrótti, kapping, penganýtslu og eisini skundi. Bátastevnan
er øðrvísi, tí hon er miðsavnað um bátar, samveru og hugna – og fólk hava
stundir at práta og syngja.
Tað er ongin loyna, at eg og nógv við mær, hvørt ár gleða okkum til
bátastevnuna, tí vit vita, at her hitta vit vinir og kenningar í veitslulag, og
at nýggj vinaløg verða knýtt á kajuni, á bátabrúnni ella umborð á bátum.
Allar bátastevnurnar higartil hava verið góðar, hóast veðurlíkindini
onkuntíð hava verið minni góð. Orsøkin til at bátastevnurnar eydnast væl,
er partvíst góð fyrireiking og góðar umstøður, og at eldsálir tíma at skipa
fyri. Lat okkum takka teimum fyri teirra stríð og vóna, at teir halda fram
og duga at seta gott fólk við.
Martin Joensen byrjar sína kvøðu til heimbygdina við hesum ørindi, sum
lýsir løtuna, tá fyrstu vestmenningarnir komu til bygdar:
Komu tey ein kaldan heystardag
av havinum og nomu hendan stað.
Tey funnu trygga havn,
og góvu tær títt navn,
favnur tín var opin, Vestmanna.
Árstíðin er skeiv, men eg vænti tó, at bátastevnugestirnir fara at hava
somu kensluna tann 15. mai og sum ímyndaði niðursetufólkini: Her er trygg
havn, og Vestmanna tekur móti tykkum við opnum favni.
Enn einaferð: Vælkomin til Vestmanna.
Karl A. Olsen
borgarstjóri