mikudagur 12. mai 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tað fer neyvan at ganga heilt stillis
liga fyri seg hendan dagin.
Trølla Omman og Trølla Pætur
ætla sær nevniliga at taka alla ta
lívligu og herligu trøllafamiljuna
við til Vestmanna. Harafturat
verða nýggjar frískar Kular Røtur
at hoyra og síggja á stevnuni.
Skipað verður fyri móttøku
og nógv verður gjørt burturúr, tá
trøllini koma til Vestmanna hendan
dagin.
– Tað er bátastevna, so sjálvandi
ætli eg mær at sigla til Vestmanna,
sigur omman, sum tó ikki vil avdúka
um hon kemur til bygdini í einum
lítlum árabáti, í gomlum fiskifari
ella við sjórænaraskipi.
Kortini frættist, at tað verður
bæði leikur og kampur rundanum
Trølla Ommuna og Trølla Pætur, tá
ið tey koma til Vestmanna hendan
dagin. Trølla Omman væntar, at
børn úr øllum Føroyum fara at taka
ímóti henni á bryggjuni, soleiðis at
hetta kann gerast ein ógloymandi
løta. Eisini vónar Omman, at
tað verður ein stór og festlig
skrúðgonga, við eini rúgvu av
børnum, frá keiini niðan í høllina,
har stóra konsertin verður.
Tað eru nógv ár síðani Trølla
Omman var í Vestmanna, og tí lovar
Omman eitt ordans rock and roll
brak hesaferð.
snorri@sosialurin.fo
Undan
bátastevnuni
skipa
Fisking & Frítíð fyri fiski
kapp ing á vøtnunum við Ló
mundaroyru, nakað omanfyri
Vestmanna.
Seinastu árini hava Fisking
& Frítíð bjóðað fisking á vøtn
unum.
– Av tí at undirtøkan fyri
fiskingini hevur verið so stór,
verður skipað fyri fiskikapping
undan
stóru
bátastevnuni,
verður sagt.
Lagt verður aftrat, at bæði
útlendingar
og
føroyingar
hava góðar royndir við fisking
á staðnum.
Kappingin byrjar fríggja
kvøldið kl. 18 og endar leyg ar
dagin kl. 12.
Upplýst verður, at byrjað
verður at viga fongin kl. 11
leygardagin.
Tríggir teir størstu fiskarnir
hjá hvørjum luttakara verða
vigaðir.
snorri@sosialurin.fo
Siglandi og syngjandi omma
Stórur áhugi er fyri fiskikappingini. Og sum sæst
á myndini er veiðan ikki at kimsa við
Vestmanna Á Bátastevnuni verður skipað
fyri stórari barnakonsert í Ítróttarhøllini í
Vestmanna fríggjadagin 14. mai við góðum
tónleiki, undirhaldi og nógvum stuttleika.
Stevna saman
til kapping