Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80 20 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Leygardag 15. mai kl. 14:30 er ein løta, ið nógvir bátaeigarar síggja fram til. Tá byrjar nevniliga ársins stevna, við at allir teir mongu og ymisku bátarnir savnast út fyri Fútakletti á Vágoynni. Fyri teimum liggur tann so væl­ kendi postbáturin »Ólavur«. Tað verður eisini hesin søguligi bát­ urin ið skal skipa innsiglingina til Vestmanna. Tá bátarnir koma til bryggju ein góðan tíma seinni, byrjar stevnan av álvara og ikki óvæntað við teirri serligu bátasuppuni. Henda suppan ið so mong sum 1500 fólk hava roynt á eini stevnu. Og so er stevnan í gongd við einum hópi av ymiskum tiltøkum, bæði til børn, ung og eldri. Ikki kann sigast annað enn, at hetta er vorðið til eitt vælumtókt tiltak. – Hetta er sum at vera á ólavsøku, slær Eyðun Leo fast. Hetta er ikki bara nakað sum hann sigur, tí veruleikin er, at talið av gestum okkurt árið hevur verið heilt uppi á 3500 fólkum. Og tá má havast í huga, at í Vestmanna búgva bert sløk 1200 fólk. – Vit eru sera spentir í ár. Og so vóna vit bert, at veðrið verður til vildar. 1500 tallerkar við suppu Sagt verður, at allar kollveltingar byrja við einum einstøkum persóni sum hevur eitt mál, ið hesin fegin vil røkka. Uttan at samanbera Bátastevnuna við ein kollvelting, so byrjaði hon eisini við einum góðum hugskoti (eins og greitt er frá aðrastaðni í blaðnum). Orsøkin til hetta var tann veru­ leiki at ítróttarfelagnum í Vest­ manna – VÍF – tørvaði pening til víttfevna virksemið sítt. Tað eina hugskotið førdi tað næsta við sær, og soleiðis sá bátastevnan dagsins ljós fyri átta árum síðani. Hon byrjaði sjálvandi í smáum, men vant skjótt uppá seg, tí tað vísti seg at teir her høvdu rakt seym in á høvdið: Bátaeigarar í vaks andi tali løgdu leiðina til Vest­ manna henda ávísa dagin um árið. Spentastir vóru teir uttan iva til hæddarpunktið á stevnuna, sjálva innsiglingina av Fútakletti til havn­ arlagið í Vestmanna. Umstøðurnar at hava allar hes ar mongu bátarnar liggjandi í havn ar­ lagnum vóru ikki so góðar tá, men við árunum er bøtt munandi um hetta. Tað er kortini eitt einstakt, sum hevur verið eins gott øll hesi níggju árini: Tað er suppan, ið stendur fyri bátafólkinum, tá tey koma at landi. Ein bátastEv Vestmanna – Bátastevnan skal vera øðrvísi og er øðrvísi enn aðrar stevnur. Her skal ikki vera nakað res, men fólk skulu koma higar fyri at slappa av, sigur Eyðun Leo, ið er ein av fyrireikarunum til Bátastevnuuna 2010 Í sama BÁtI Tað krevur góða fyrireiking at skipa eina slíka stevnu, ið hevur so stóra undirtøku. – Men vit eru í øllum førum klárir, siga tveir av fyrireikarunum, Rógvi Nielsen og Eyðun Leo Mynd: Jens Kristian Vang KAMPING- VOGNAR Tað eru tó ikki bert bátar ið skapa Báta- stevn una. Eis ini á landi vilja fólk vera við, og tí hava fleiri valt at seta kampingvogn sín í Vest manna hesar dagarnar. Longu í farnu viku vóru fleiri slíkir at síggja á havnar lag- num í bygdini, men teir ger ast uttan iva fleiri, nú tað av álvara er farið at nærkast til at tiltøkini byrja. – Talið av kamping vog- n um hevur somuleiðis vundið uppá seg. Tað byrj aði fyri eini 4-5 árum síðani við nøkr - um heilt fáum vogn- um, men í dag síggjast teir av álvara í bygdini. – Í fjør vóru teir oman fyri 50 í tali, vísir Eyð- un Leo. – Einki bendir á, at teir verða færri í ár. 50 Vit ynskja ikki at fólk skulu ganga og renna frá einum tiltaki til eitt annað. Tey koma higar fyri at hugna sær, og tað skulu tey eisini sleppa