mikudagur 12. mai 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80
Sosialurin
Oyggjablaðið
At byrja við var suppan bara
ætlað teimum. Men líkt var til, at
onnur eisini mungaðu eftir hesi
bátasuppuni, so nú fáa øll somul
hesa góðu suppu.
– Ta einu ferðina ótu omanfyri
500 fólk suppu. Tað vísti seg tó, at
undirtøkan bara vaks og vaks. Og tá
vit serveraðu mest, vóru omanfyri
1500 fólk til suppu, greiðir Eyðun
íðin frá.
Borðreiðingina hava tey havt
á ymiskum støðum. Men nú
hava tey leigað eitt stórt tjald frá
Bátafelagnum á Toftum, soleiðis
at øll hesi mongu fólkini kunnu eta
suppuna innandura.
Bíleggja pláss
Í summar verður Vestmanna vert
ur fyri tveimum stevnum – Báta
stevnuni og Fjarðastevnuni.
Henda fyrra stevnan snýr seg jú
fyrst og fremst um bátar, tí uttan
bátar, var eingin bátastevna. Og tað
er ikki frítt, at fyrireikararnir hava
staðfest økta undirtøku ár undan
ári.
Á fyrstu stevnuni í 2002 vóru
einir 70 bátar, og tá teir taldu flestar
bátar vóru teir so mangir sum 225.
Tað skal sjálvandi eitt stórt
fyrireikingararbeiði at skipa eina
slíka stevnu so gott og ikki minst so
trygt sum tilber. Men við árunum
er hesin parturin øktur í sama mun
sum talið av bátum er økt.
Tað hevur verið trupult at meta
um, hvussu nógvir bátar koma á
hvørjum ári, tí veðrið hevur spælt
sín avgjørda leiklut her. Í ár hevur
ein tó møguleika at fáa eitt heldur
betri yvirlit yvir talið av bátum.
– Ja, vit hava í ár givið báta eig
arunum at bíleggja sær fast pláss
við bátabrúgvarnar. Hetta gjalda
teir fyri, meðan fleiri onnur pláss
eru ókeypis, vísir Eyðun Leo á.
Hugni
Tá talan er um skránna fyri Báta
stevnuna, so víkur hon á rættiliga
nógvum økjum frá skránni fyri
eina vanliga summarstevnu.
Á slíkum summarstevnum eru
skráin mangan á tremur við al
skyns tiltøkum hjá fólki at fara til.
Men í Vestmanna er øðrvísi, hóast
nógv hava spurt seg fyri um at hava
eitthvørt tiltakið á hesi stevnuni.
– Vit hava lagt skránna soleiðis til
rættis at tað eru fá tiltøk, soleiðis at
fólk skal kunna hugna sær saman.
Vit vilja ikki at tað skal vera nakað
res, sum Eyðun Leo tekur til.
Og hann leggur aftrat: – Vit ynskja
ikki at fólk skulu ganga og renna frá
einum tiltaki til eitt annað. Tey koma
higar fyri at hugna sær, og tað skulu
tey eisini sleppa.
na uttan rEs
Hugskotið til Bátastevnuna kom
ein dagin, Birgir Waag Høgnesen
spurdi, um vit (eg var formaður
í VÍF) ikki skuldu gera okkurt
serligt tiltak at savna pening inn til
Undirhúsið, sum hann hevði verið
við til at seta á stovn – og til VÍF,
sum jú altíð hevur tørv á peningi.
Ætlanin var, at tiltakið ikki
skuldi bera dám av eini vanligari
summarstevnu og skuldi vera
avmarkað til nakran ávísan ella
nakrar ávísar áhugabólkar. Hann
hevði hugsað um ymiskt, m.a. eina
bátastevnu.
Birgir kom oman til okkara eitt
kvøldið, og vit settu okkum niður
at tosa ymisk hugskot ígjøgnum, og
vórðu samdir um, at ein bátastevna
mátti verðið spennandi. Hetta
komst eisini av, at hon kundi verðið
relaterað til Undirhúsið, samstundis
sum tiltakið fyri VÍF kundi verðið
relaterað til kappróðrarneystið, ið
var farið í gongd.
Vit hildu hetta verða so mikið
spennandi, at eg lovaði at leggja
hugskotið fyri nevndina hjá VÍF til
støðutakan. Nevndin helt eisini, at
hetta hugskotið var sera spennandi,
og varð avgjørt at fara undir
fyrireikingar til eina bátastevnu.
Av tí at tað var avmarkað,
hvat persónarnir, ið dagliga vóru
í Undir hús inum, kundu vera við
í fyri reiking unum, tók VÍF sær
av megin part inum av tí fysiska
partinum, meðan Birgir tók sær av
tí allarmesta á tí praktiska økinum,
so sum kunning, reklamum og
øðrum, sum Birgir eisini er sera
dugnaligur til.
»Manningin« í Undirhúsinum
hevði eisini onkrar uppgávur, so
sum framsýning av gomlum mynd
um og modelskipum.
Hetta
var
í
høvuðsheitum
starturin uppá tað fyrstu Báta stevn
una, ið fekk navnið »Kjalarvatn« –
eisini eftir hugskoti frá Birgiri.
snorri@sosialurin.fo
Talið av bátum er bara vaksið ár undan ári. Teir koma allastaðni frá
BÁTAR
Soleiðis byrjaði tað ...
VesTmAnnA – Ætlanin hevur alla tíðina verið, at tiltakið skuldi ikki vera avmarkað til nakran
ávísan ella nakrar ávísar áhugabólkar, sigur Jógvan Sigurd Hóðará. Hann var formaður í VÍF í 2002,
tá stig vórðu tikin til fyrstu Bátastevnuna í Vestmanna. Jógvan Sigurd Hóðará skrivar soleiðis:
BYRJAn
Bátastevnan byrjaði í 2002 og
verður nú hildin 9. árið á rað