mikudagur 12. mai 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80
22
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Góða undirtøkan setti eisini krøv til
annað enn skránna. Tann stóri spurn
ingurin var, hvussu bátarnir skuldu
kunnu liggja, bæði trygt og gott.
– Men henda spurningin hava vit
nú loyst, slær ein av fyrireikarunum,
Rógvi Nielsen fast.
Tey, ið hava verið til tær und
an farnur bátastevnurnar, báta
festivalarnir ella líknandi tiltøk
vita, at bátarnir eru ymiskir, bæði
av slagi, stødd og ikki minst prís
klassa.
Ein partur av bátunum eru
í tí dýrara endanum, har til ber
hjá monnum og familjum teirra
at verða búgvandi umborð undir
stevnuni.
– Hetta hevur eisini tað við sær,
at menn eru sera eymir um sínar
bátar. Og tí eru teir heldur ikki
serliga fegnir um, at fólk ganga bát
av báti fyri at koma til sín egna bát,
slær Rógvi Nielsen fast.
Veruleikin er jú hann, at liggur
ein uttast í røðini, er rættiliga
langur vegur og rættiliga stríggið
at ganga av bryggjukantinum og
umborð á sín egna bát – onkutíð
heilt yvirum 16 aðrar bátar.
Fleiri hava eisini børnini við,
og liggja tey tá og sova, er altíð ein
møguleiki fyri at tey vakna, tá fólk
soleiðis ganga bát av báti á miðjari
nátt.
Bíleggja pláss
At byrja við lógu bátarnir við
bryggj una, og sum oftast uttan
á hvørjum øðrum. Prinsippið var
»først til mølle«. Hetta var á mangar
mátar ein neyðug loysn tá.
Tann stóri trupulleikin var, at
fleiri bátar hildu sera fast um sítt
pláss. Teir kundu tí ikki fara við til
sjálvt høvuðstiltakið – innsiglingina
– tí so var vandi fyri, at onkur annar
bátur lá á teirra plássi, tá teir løgdu
at landi aftur.
Hetta var ikki serliga nøktandi,
hvørki fyri fyrireikarar ella báta
eigarar. Tí byrjaðu teir í 2006 við at
leggja bátabrúgvar út, og sum teir
hava fingið til vega frá alistøðum
kring landið.
Eftir stóru undirtøkuna í fjør,
hava teir nú av álvara gjørt seg út,
og hava útvegað sær ikki færri enn
85 metrar av atløgusíðu aftrat, eins
og møguleikarnir at fáa streym og
vatn úr landi eru batnaðir almikið.
Fyri at betra um tænastuna
upp aftur meiri, er nú møguleiki hjá
bátaeigarum at bíleggja sær eitt
fast pláss fyri eitt ávíst gjald.
– Líkt er til, at hetta hevur verið
eitt sera hent tiltak, tí øll plássini
á teirri nýggju brúnni eru longu
bíløgd, sigur Rógvi Nielsen.
snorri@sosialurin.fo
Bátarnir hava ligið tætt í Vestmanna. Men í ár verða umstøðurnar bæði øðrvísi og betri
TÆTT
85 metrar av brúgvum
VesTmanna Fyrireikararnir av Bátastevnuni dugdu í 2002 neyvan at ímynda sær, hvussu stór
undirtøkan fór at verða. Tey fyrstu árini var undirtøkan góð, men síðani er hon vorðin størri,
fyri ikki at siga rættiliga stór. Okkurt árið vóru 3500 fólk í bygdini undir stevnuni.
Í dag eru øll hesi
bátaplássini umbiðin.