Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 9 - 15. januar 2002 Nr. 9 - 15. januar 2002 13 FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Klaksvík: Toganin, sum verið hevur um døgurða- tíman á Kósini, er nú loyst soleiðis, at matarsteðgur er í ein hálvan tíma millum 12 og 13 í staðin fyri døgurða- tími, har arbeiðsfólkið hevur havt høvi at fara heim til døgurða. Verður arbeitt í døgurðatímanum, gevur hetta dupulta løn, og tá ið arbeitt verður helvtina av tímanum, merkir tað, at fólkið fær løn, sum svarar til ein heilan tíma. Ein tíma fyrr við hús Broytingin til matarsteðg merkir eisini, at arbeiðs- dagurin, sum byrjar kl. 8, er liðugur kl. 16. Verður arbeitt longri, verður tíðin eftir kl. 16 roknað sum yvirtíð. Tað var ein stórur meiriluti av arbeiðsfólki- num á Kósini, sum ynskti hesa broyting. Arbeiðara- feløgini skulu góðtaka broytingina, og tað gjørdi Klaksvíkar Arbeiðskvinnu- felag, tá ið felagið varð spurt um hetta. Arbeiðs- mannafelagið drálaði eitt sindur við at svara, men hevur seinni givið grønt ljós fyri hesi broyting, sum kom í gildi, 1. januar í ár. Arbeiða saltfisk Adrian Dalsá, stjóri á Kósini, sigur, at tey hesar fyrstu dagarnar í árinum hava pakkað saltfisk og skorið tosk til saltingar. – Í síðstu viku pakkaðu vit saltfisk, og hesa vikuna hava vit keypt tosk, sum verður skorin og saltaður. Hetta er toskur frá út- róðrarbátum og trolbátum. Meginparturin er keyptur á uppboðssøluni í Klaksvík, sigur stjórin. Sum skilst, hevur einki flakaarbeiði verið á Kósini higartil í ár, og tí hevur alt fólkið heldur ikki verið til arbeiðis. Útróðrarbátarnir fáa væl av fiski Útróðrarbátarnir í Klaksvík hava fingið væl av fiski nú í byrjanini av hesum ári- num. Tað hevur ikki viðrað nakað serligt, men teir, sum hava verið úti, hava havt góðar setur. Hóast skiftandi veður, hava summir bátar longu havt fleiri setur. Umframt bátarnar í Klaksvík, selja bátar úr Fuglafirði og Leirvík eisini fiskin á uppboðssøluni í Klaksvík. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Sandoy:Týsdagin landaði Eysturbúgvin á Sandi. Teir partrola við Vesturbúgva- num, sum landaði í Vest- manna. Bæði skipini vóru full undir lúkurnar við upsa. Bæði á Sandi, har tann stóri fiskurin verður flaktur og saltaður og í Skopun, har tey flakaskera, er gongd komin á aftur.Aðrar størri landingar hava ikki verið til virkini í Sandoynni hesa vikuna, men nakað er komið uppá land av út- róðrarfiski. Útróðrarbátareisini í Skopun Á Sandi og í Skopun eru lutfalsliga nógvir útróðrar- bátar. Tá ið viðrar, og fiskur er at fáa, kemur væl av útróðrarfiski uppá land í oynni. Skipanin millum virkini hjá Sandoy Seafood er hon, at øll tey størru skipini landa á Sandi. Har eru havnaviðurskiftini betri enn í Skopun, og tí eru landingaramboðini eisini á hesum staðnum, eitt nú kranar og maskinan, sum skilir fiskin. - Vit taka tó ímóti fiskinum hjá útróðrarbát- unum í Skopun og teimum útróðrarmonnum, sum vilja leggja fiskin upp her, t.d. hestmonnum og havna- monnum. Onkur 50-tonsari hevur eisini verið her í Skopun, men generelt landa øll tey størru skipini á Sandi, siga tey í Skopum. Smái fiskurin verður skorin Seinastu dagarnar hevur viðrað illa, men sum skilst, kemur væl av útróðrarfiski uppá land í Skopun, tá ið roynandi er hjá bátunum. Og soleiðis var eisini fyrr í hesi vikuni. - Tá ið útróðrarbátarnir koma við toski, fer allur tann stóri fiskurin til Sands til flekingar og saltingar, meðan tann smái toskurin verður skorin her á virki- num, siga tey á Sandoy Seafood í Skopun. Í Skopun eru einir 10 út- róðrarbátar, sum royna við línu og snellu. Eysturbúgvin: Fullfermdur á Sandi Málið um døgurðatíman loyst: Nú hava tey matarsteðg á Kósini FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Jú, so sanniliga kann sigast, at trolararnir, sum fiska upsa, rokast í hesum døg- um. Mánadagin vóru Fram og Vesturbúgvin á Vestmanna. Teir høvdu fullar kassar og eisini nakað av leysum fiski. Á Fiskavirking í Vest- manna mettu tey, at skipini høvdu 310.000-320.000 pund tilsamans. Teir fiska- ðu í seks dagar. Tað er bara ein vika, síðan somu skipini landaðu seinast; tá høvdu tey 340.000 pund eftir at hava roynt í eina viku. So, hetta er fiskiskapur við lít, má sigast. Góður upsi Í Vestmanna siga tey, at Fram og Vesturbúgvin hava roynt á Munkagrunninum, og har er slagið væl betri enn eystanfyri og innari vestanfyri. – Hetta er góður upsi; 10% 4’arar, 35% 3 og 2’arar og restin er 1’arar. Herfyri fingu vit 36.000 pund av upsa úr Sørvági, og har vóru heili 80% 4’arar. So, upsin er rættiliga misjavnur – alt eftir, hvar hann verður veiddur. Í Vestmanna vita tey at siga, at fiskurin, sum Fram og Vesturbúgvin fingu á Munkagrunninum, er rættiligur gýtingarfiskur. Vestmenningur og Fram: Eisini fullfermdir Øll skipini hjá J.F.K- Troli eru til fiskiskap FISKIVINNA Vilmund Jacobsen So leingi, tú fæst við fiski- skap, gongur altíð upp og niður. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað altíð at vera. Onkur veiða gongur væl, onkur onnur minni væl. Beint fyri jól visti Sosial- urin at siga, at seinasti túr- urin hjá Nærabergi fyri jól var góður. Teir høvdu sett met í framleiðslunøgd, og útlitini teknaðu seg væl. Broytingar eru gjørdar umborð á trolaranum, sum hava gjørt tað møguligt at økja um framleiðsluna av surimi og fiskamjøli. Hetta er at fegnast um, tí eyðvitað er Næraberg eitt skapandi arbeiðspláss, sum hevur verið “lívsins skúli” hjá nógvum ungum dreingjum og gentum. Vánaligur fiskiskapur Fyrsta treytin fyri, at nøkur framleiðsla kann fara fram umborð á einum verk- smiðjuskipi, er, at fiskur er at fáa, men síðan Næraberg fór útaftur beint fyri árs- skiftið, hevur svartkjafta- fiskiskapurin verið ógvu- liga smáligur. Men góðar vónir eru um bata, tí nú stundar til bestu svart- kjaftatíð, sum skuldi verið frá seinni í hesum mánaði- num og út í mai. So, hóast fiskiskapurin er smáligur í dag, kann væntast og vón- ast, at vend kemur í um ikki so langa tíð. Næraberg fiskar bara svartkjaft, sum verður virk- aður til surimi og fiska- mjøl. Hini skipini hjá J.F.K. Rækjutrolarin, Fuglberg, hjá J.F.K-Troli kom undan Eysturgrønlandi leygar- morgunin. Teir hava fiskað bæði í Vestur-og Eystur- grønlandi og bæði av egnari kvotu og keyptari kvotu, skilst.Hvussu nógv teir hava inni,visti tann, vit tosaðu við á J.F.K-Troli mánadagin, ikki at siga okkum. Sundaberg, sum er flaka- trolari og Sjúrðarberg, sum heilfrystir, eru báðir í Barentshavinum. Teir eru nýliga farnir eystureftir aftur. Sundaberg hevur verið ein svartkalvatúr í kanadiskum sjógvi, og áðrenn teir fóru eystureftir aftur, lógu teir á Havnini nakrar dagar, har ymiskar umvælingar vórðu gjørdar umborð. Øll veiðan seld Á J.F.K-Troli siga tey, at øll veiðan, sum Sjúrðarberg legði upp í Klaksvík av seinasta túri, er seld. – Ein partur er seldur føroyskum virkjum, restin í Noregi, siga tey í Klaksvík. Hetta er annar túrurin hjá Sjúrðabergi eystanfyri í hesum umfari. Teir hava annars verið á rækjuveiði á Flemmish Kap. Næraberg: Smáligan svartkjaftafiskiskap Svartkjaftafiskiskapurin er ógvuliga vánaligur í løtuni, men nú stundar hásesongin til, so væntandi og vónandi kemur vend í nakað skjótt – Í síðstu viku pakkaðu vit saltfisk, og hesa vikuna hava vit keypt tosk, sum verður skorin og saltaður, sigur Adrian Dalsá, stjóri á Kósini Hetta eru tær treytir, sum føroyska heilsuverkið arbeiðir eftir, tá ið sjúklingar verða sendir til viðgerðar uttanlands HEILSUBÓT Áki Bertholdsen Tá í føroyska heilsuverkið sendir sjúklingar til við- gerðar uttanlands verður tað gjørt eftir ávísum treyt- um. Niðanfyri prenta vit tær lógargreinar, sum arbeitt verður eftir, tá ið føroyingar verða sendir uttanlands til viðgerðar. Grein 16, 2 stk: Tá ið yvirlækni sendir sjúkling á sjúkrahús v.m. í Danmark, eru treytirnar fyri, at sjúkrahúsið rindar flutning og viðgerð hesar: 1. Áðrenn sjúklingur verður sendur niður, verður hann at visitera av serlækna á viðkomandi sjúkrahúsi. Serlækni tekur støðu til og ger av, um sjúklingurin verður at senda niður. Er ongin fastur lækni í sergreinini á sjúkrahúsin- um, men tílíkur lækni er á øðrum sjúkrahúsi, verður sjúklingurin at kanna av hesum serlækna, ið so tekur avgerðina, eisini um tað er neyðugt fyri kanningina, at sjúklingurin kemur inn á deild læknans, ella um kanningin kann gerast á annan hátt eitt nú í telefon- samtalu við yvirlæknan á staðnum. Er als ongin serlækni á sjúkrahúsunum, verður sjúklingurin at kanna á Landssjúkrahúsinum. 2. Sjúklingurin verður kannaður til viðgerð á donskum sjúkrahúsi ella deild v.m., ið verður rikin ella goldin av statinum, av praktiskum orsøkum helst til Rigshospitalet. Viðgerðin á niðanfyri nevndu sjúkrahúsum og deildum er eftir avtalu við ríkisstýrið kostnaðarleys fyri føroysku sjúkrahúsini: Rigshospitalet, herundir Kysthospitalet på Refnæs, Ortopædisk Hospital í Keypmannahavn, Finsens- institutet, herundir Radiumstationen. 3. Bert í teimum førum, har tað er heilt greitt, at sjúklingurin ikki kann við- gerðast á teimum undir punkt 2 nevndu sjúkrahús- um og deildum, skal sjúkl- ingurin kannast til onnur sjúkrahús, t.d. Andelsforen- ingens Gigthospital i Skel- skør og Afholdsbevægel- sens Behandlingsinstitutio- ner for alkoholskade. 4. Í teimum undir punkt 3 nevndu førum og eisini um teir undir punkt 2 nevndu stovnar orsakað av serum- støðunum við sjúkuni kanna sjúkling til annan stovn, veðhalda føroysku sjúkrahúsini fyri viðgerð. 5. Av praktiskum og fíggjarligum orsøkum er tað Landssjúkrahúsið, ið skipar fyri ferðingini bæði fyri sjúklingin og teimum, ið møguliga skulu fylgja við. - - - - Anne Grete Mikkelsen, at tað, sum stendur um kostn- að, merkir at alt verður goldið av kontuni til við- gerð uttanlands og verður ikki undir nøkrum umstøð- um tikið av játtanunum til sjúkrahúsini. Tí stendur, at viðgerðin er kostnaðarleys fyri sjúkrahúsini. Sjúklingar verða fyrst og fremst sendir til sjúkrahús- ini, sum eru nevnd, men tað eru ongir trupulleikar at senda sjúklingar á onnir sjúkrahús í Danmark, um fakligar orsøkir eru til tað. Ì slíkum førum verður Al- manna- og heilsumálastýrið biðið um at veðhalda, men tað setir stýrið ikki spurnar- tekin við umsóknina um veðhald og gjaldið verður framvegis tikið av kontuni til viðgerð uttanlands. Er talan um viðgerð í øðrum londum enn Dan- mark, verður sama manna- gongd brúkt, at Almanna- og heilsumálastýrið verður søkt um veðhald. Stýrið sendir síðani umsóknina um veðhald og tilmælið frá einum yvirlækna lagt fyri visitatiónsnevndina, sum síðani metir um, antin orsøk til at senda sjúklingin á annað land, enn til Dan- markar. – Tað er ongin orsøk at ivast í viðgerðini, sum føroyskir sjúkl- ingar við krabba- meini fáa. Mangan eru teir tvørturímóti betri fyri enn danir, siur Anne Grete Mikkelsen, lækna- stjóri á Landssjúkra- húsinum HEILSUBÓT Áki Bertholdsen Føroyskir sjúklingar við krabbameini fáa fult so góða viðgerð sum sjúkling- ar í teimum londum, vit plaga at samanbera okkum við. Mangan eru vit enntá betri fyri enn í Danmark. Tað sigur Anne Grete Mikkelsen, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum. Hon sigur sostatt, at tað er ongin orsøk at sáa iva um støðuna hjá føroyskum krabbameinssjúklingum. Annars hevur verið funn- ist at danska heilsuverkin- um fyri at viðgerðin ímóti krabbameini ikki skal vera á hædd við tað í Noregi og í Svøríki og at lutfalsliga fleiri danir enn sviar og norðmenn, doyggja av krabbameini. Anne Grete Mikkelsen sigur, at so vítt hon veit, byggir hetta á eina gamla kanning. Ein orsøk til, at viðgerðin var betri í hinum norðurlondum var, at bíði- listarnir vórðu ov langir í Danmark og at tað tískil gekk ov long tíð at fáa sjúklingar til kanningar og sostatt eisini í viðgerð. Men síðani hava polit- isku myndugleikarnir í Danmark sett eina krabba- meinsætlan í verk sum tryggjar krabbameinssjúkl- ingum viðgerð innan ávísa tíð. – Tvs, at frá tí at ein danskur sjúklingur hevur vent sær til kommunulækn- an við onkrum illgruna- verdum, mugu ikki ganga meiri enn 14 dagar, fyrrenn kanningin er gjørd og síð- ani mugu ikki ganga meiri enn 14 dagar til hann hevur fingið tilboð um viðgerð. – Men í Føroyum eru vit enn betri fyri. – Her ganga hægst tveir, tríggir dagar at frá tí at kommunulækni hevur biðið um eina kanning, tí hann hevur illgruna um krabba- mein, til kanningin er gjørd. So á hesum øki eru føroyskir sjúklingar við krabbameini betri fyri enn teir donsku. Hon vísir kortini á, at kapasiteturin á donskum sjúkrahúsum at viðgerða krabbamein er ikki nóg stórur. – Men tað ávírkar ikki sjúklingar úr Føroyum. Bíðitíðin at koma á sjúkra- húsið er í mesta lagi tríggj- ar vikur. Vísir tað seg, at viðgerðin kann gerast betri, eitt nú í Århus ella í Ål- borg, kann ein føroyskur sjúklingur vísast hagar utt- an víðari, men ein danskur sjúklingur skal hava veð- hald við sær. Eisini aðrar møguleikar Hon sigur somuleiðis, at umframt at senda sjúkling- ar á Ríkissjúkrahúsið, hava læknar fríar hendur at senda sjúklingar til tey sjúkrahús í Danmark, har sjúklingarnir fáa ta bestu viðgerðina. – Vit hava eisini fríar hendur at senda sjúklingar til onnur lond, tá ið umstøð- urnar tala fyri tí, men tá verður málið lagt fyri eina visitatiónsnevnd við um- boðum fyri tey trý sjúkra- húsini í Føroyum. Hon sigur eisini, at øll viðgerð uttanlands verður tikin av somu kontuni til viðgerð uttanlands og tað nervar sostatt ikki undir nøkrum umstøðum fíggjar- ligu viðurskiftini hjá teim- um einstøku sjúkrahúsun- um, sama um viðgerðin fer fram á Ríkissjúkrahúsinum, onkrum øðrum sjúkrahúsi í Danmark, ella í heilt øðrum londum. – Men støðan er kortini tann, at er talan um krabba- meinssjúku, sum kann við- gerðast fullgott á Ríkis- sjúkrahúsinum, verður sjúklingur sendur hagar. Hon sigur, at umleið 90% av sjúklingum verða sendir á Ríkissjúkrahúsið og 10% á onnur sjúkrahús í Dan- mark. – Tað skulu vera fakligar orsøkir til at vísa sjúklingar til onnur sjúkrahús í Dan- mark enn Ríkissjúkrahús- inum. Eru tær ørsøkirnar til staðar, er als onki til hind- urs fyri tí. – Tá ið vit hava hetta samstarvið við Ríkissjúkra- húsið, er tað tí, at har er viðgerðin fakliga er forsvarlig. Samstundis hava havt eitt gott samstarv við Ríkissjúkrahúsið, sum m.a. ber í sær, at fýra ferðir um árið koma ráðgevarar av Ríkissjúkrahúsinum til Før- oya at kanna sjúklingar og at undirvísa starvsfólki. Hetta er eitt samstarv, sum læknarnir á Landssjúkra- húsinum eru sera væl nøgd- ir við. Læknastjórin á Lands- sjúkrahúsinum sigur, at tað hevur stóran týdning at partarnir í einum slíkum samstarvi kenna hvønn annan. Og tá ið samstarvið er gott og viðgerðn forsv- arlig er ongin grund at broyta tað samstarvsavtalu, vit hava við Ríkissjúkra- húsið. Anne Grete Mikkelsen sigur, at hon veit ikki, hvat viðgerðir á ymsum sjúkra- húsum kostar. – Men prísmunurin er so lítil, at tað hevur ongan tydning. Vit betala somu prísir, sum donsku amtini betala, tá ið tey senda sjúkl- ingar sínamillum. – At senda sjúklingar yvirhøvur í onnur lond, enn til Danmarkar, er sostatt ikki forsvarligt, hvørki fíggjarliga ella læknaliga. – Vit tæna ikki sjúkling- um at senda teir hagar og hagar í verðini. Vit tæna sjúklingum best at senda teir hagar, har viðgerðin er góð, og sum vit hava gott samstarv við undir allari sjúkuviðgerðini, sigur Anne Grete Mikkelsen. Hetta sigur lógin Fríar hendur at senda sjúklingar hagar vit vilja Vit tæna ikki sjúklingunum við at senda teir hagar og hagar í verðini. Vit tæna teimum best við at senda teir á eitt sjúkrahús, har teir fáa góða viðgerð og sum vit hava gott samstarv við og tað er Ríkissjúkrahúsið. Men krevja umstøðurnar tað, er onki til hindurs fyri at senda teir aðrastaðni Myndin er tilvildarlig C M Y K 13 12 Uppsetan og skipan av barrum Brúdleyp Rundar føðingardagar Starvsfólkaveitslur Ársveitslur Reseptiónir og tílíkt Til: Hans á Lag Sp/f Tlf. 21 93 83 hanslag@post.olivant.fo Sosialurin 311820