Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 • týsdagur • 15. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Enn eina ferð var StÍF heilt nær við at koppa einum av sterkaru liðunum í deildini, men aftur hesa ferð vórðu tær eitt mál ov stuttar HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Hóast StÍF framvegis eigur niðasta sessin á stigatalvuni hjá kvinn- um, so hevur liðið í fleiri dystum prógvað, at hetta so avgjørt ikki er nakar sjálvsagdur leiklutur hjá liðnum. Áður hava Stjørnan og Kyndil sannað, at tað ikki bara er sum at siga tað, um stig skulu vinn- ast á Skála, og sunnu- dagin var tað so VB, sum átti tørn. Eingin lættur dystur Høvdu tær úr Vági rokn- að við, at talan skuldi gerast um ein dyst, sum var heldur lættari enn tann, sum tær taptu í Klaksvík leygardagin, so vóru tær skjótt varug- ar við, at her fóru tær skeivar. At byrja við gekk so hampuliga væl hjá VB, og tær fingu lagt seg nøkur mál framum, men so var tað, at stríðsviljin hjá StÍF kom til sjóndar. Heldur enn at fella í fátt, treiskaðust tær, og um miðjan hálvleikin fingu tær eisini tak á. Frá at vera aftan fyri við trimum málum, vunnu tær seg innan korter trý mál framum, soleiðis at útlitini fyri einum sigri ikki vóru heilt lítil, tá farið varð til hálvleiks. Í seinna hálvleiki byrj- aðu tær hjá StÍF á sama hátt, sum tær sleptu í fyrra, men so kom brád- liga stígur í. Í eitt gott korter stóð at kalla í stað, og so kundi VB rykkja. StÍF gjørdi enn eina roynd at koma aftur í aftur, men hóast tað var um at eydnast, og hóast tær komu upp á javnleik, so gjørdist tað ikki meira enn næstan. Alt kann henda Dysturin var enn eitt av fleiri dømum um, at tað kanska ikki verðru so leingi, áðrenn StÍF veru- liga fer undir stigasavn- an sína. Fleiri ferðir hava tær verið heilt nær við, uttan at hetta tó hevur kastað stig av sær, og so er spurningurin, hvussu hetta fer at ávirka liðið. Hetta kann geva teimum mót til at stríðast upp- aftur meira, tá lið, sum á pappírinum eru sterkari, standa hinumegin mið- linjuna, og um so er, er einki at ivast í, at stigini fara at koma. Hinvegin kann eisini henda, at liðið missur trúnna uppá, at tað fer at eydn- ast, og soleiðis halda upp at við at stríðast fyri tilveruni. Dystirnir higar til benda tó á, at hetta seinna ikki fer at gera seg galdandi. Hjá VB ræður fyrst og fremst um at fylgja við Neistanum, og hetta gjørdu tær so eisini í hesum umfarinum. Tað verður tó helst neyðugt við meira sannførandi avrikum komandi tíðina, um hetta skal eydnast. Liðið eigur tó at hava somikið av góðsku í sær, at tær í øllum førum ikki skulu avskrivast í bronsudystinum. Sig- urin á Stjørnuni og javn- leikurin móti Neistanum prógvaðu, at tær væl kunnu gera um seg, og so er bara at vóna, at slík stig ikki verða tveitt burtur móti liðum, sum í øllum førum verða mett sum verandi veikari enn tær úr Vági. Dysturin í tølum StÍF-VB 23-24 (12-9) Málskjúttar: StÍF: Alina Olaru 9(2), Ileana Manolescu 7(2), Anna Maria Berthelsen 3, Anna B. Danielsen 2, Sunfríð B. Jacobsen 1, Poula D. Olsen 1 VB: Gabriella Fekete 6(1), Regina Radó 5(2), Laila Jespersen 4, Gurið Mortensen 4, Margreth Augustinussen 2, Sólrun Krosslá 2, Eyðbritt Krosslá 1 Brotskøst: StÍF 6, VB 4 Útvísingar: STÍF 4, VB 2 Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Wardum. StÍF-VB 23-24 (12-9): StÍF misti – aftur Hóast hann var á skránni leygardagin, so varð dysturin millum Sóljuna og StÍF enn eina ferð útsettur, men kapp- ingarnevndin heldur tó fast um, at hann skal spælast. Enn tykist eingin tó at vita nær HONDBÓLTUR Jákup Mørk Sum skrivað í leygardags- blað okkara, so skuldi út- setti dysturin frá grund- spælinum millum Sóljuna og StÍF spælast leygar- dagin, eftir at dysturin í tveimum umførum var út- settur. Var av ongum Ætlanin hesum viðvíkjandi var tó av ongum, tí boðini úr Vágunum til HSF vóru púrasta greið. Sóljan hevur nevnliga áður gjørt vart við sína misnøgd um, at dyst- urin ikki varð avgreiddur í heyst, og tær boðaðu HSF frá, at tær so ikki ætlaðu at møta til dystin. Andrea Nielsen er for- maður í Sóljuni, og hon sigur fyri Sosialinum, at tær hava kravt eitt svar frá HSF, áðrenn tær fara at spæla dystin. - HSF skal svara okkum, hví málið viðvíkjandi hes- um dystinum hevur gingið, sum tað hevur gjørt. - Vit møttu upp til hendan dystin í heyst. Tað sama gjørdu dómararnir, men StÍF kom ongan tíð fram. Vit útfyltu tá ein dómara- seðil, sum dómararnir skrivaðu undir, og har stóð, at vit høvd vunnið uttan dyst, men onkursvegna varð hesin ongan tíð góð- kendur. - Tí hava vit biðið um eina frágreiðing um, hvussu alt er farið fram í hesum, og fyrr enn vit hava fingið hesa, ætla vit okkum so ikki at spæla nakran dyst. - Har afturat skal sigast, at vit als ikki hava fingi boð um, at dysturin skuldi spæl- ast leygardagin. Í øllum førum ikki frá HSF. Vit hava lisið hetta í bløðunum, men har haldi eg so, at vit skuldu fingið boðini fyrst, heldur formaðurin hjá Sóljuni. Skal spælast Formaðurin í kappingar- nevndini hjá HSF, Jógvan Martin Mørk, harmast sjálvsagt um støðuna, men hann heldur, at Hond- bóltssambandið má gera eina roynd at loysa upp fyri málinum. - Tað er rætt, at Sóljan hevur biðið um eitt svar hesum viðvíkjandi, og hetta mugu vit so geva teimum. Enn er tað ikki sent avstað, men vit eru í ferð við at orða eitt slíkt, vóru boðini, tá vit sunnukvøldið fingu orðið á Jógvan Martin. Spurdur, um HSF hevur ætlanir um at lata dystin fara, uttan at verða spæld- an, sigur kappingarstjórin, at tað hava tey ikki. - Dysturin skal spælast. Eingin ivi um tað. Vit kunnu ikki einvíst fara inn og gera nakran part til syndabukk í málinum við at døma nakran sum vinn- ara. - Nú fara vit so í fyrsta umfari at svara fyrispurn- inginum frá Sóljuni, og so mugu vit bara síggja, hvussu leikur fer, men sjálvandi vóni eg, at tað ber til at avgreiða dystin hampuliga skjótt, sigur Jógvan Martin Mørk at enda. Útsettur fyri triðju ferð Sóljan hevur biðið um skrivligt svar viðvíkjandi flytingini av dystinum, og hetta eru vit í løtuni í ferð við at orða, sigur kappingarstjórin hjá HSF 15 14 Nr. 9 - 15. januar 2002 Í síðstu viku fekk Eivør Pálsdóttir boð um at avlýsa allar konsertir hjá sær i stundini. Gullrøddin er strongd, og kropp- urin hevur brúk fyri hvíld. Fríggjadagin fór Eivør til Íslands at fáa hvíld og byggja seg uppaftur TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Størsta talentið í føroyskum tónleiki hevur sagt stopp. Í farnu viku fekk Eivør Pálsdóttir boð um at gevast við øllum framførslum hjá sær í stundini, og hesi boð tók sangfuglurin í størsta álvara. Hon avlýsti allar konsertir hjá sær – millum annað tríggjar konsertir við Clickhaze um vikuskiftið – og fríggjadagin fór hon av landinum fyri at fáa neyð- ugu hjálpina. Orsøkin til alt er, at gull- røddin er strongd. Røddin og kroppurin hjá 18 ára gomlu songkvinnuni eru útlúgvað eftir tvey krevjandi ár. Hon hevur givið so nógv, glett so nógv fólk og undirhildið so nógvum áhoyrarum í Før- oyum og uttanlands, men nú var einki at gera uttan at gevast. Røddin er merkt av mongu framførslunum og nógvu venjingunum og hevur brúk fyri hvíld. Tað sama er við kroppinum og sinninum hjá gøtugentuni, sum tí er farin til Íslands fyri at fáa frið. Óhoyrt talent Eivør Pálsdóttir verður av mongum mett sum besta boðið hjá føroyingum at fáa eitt kend navn uttanlands. Hon hevur eina rødd sum fáur, og eisini útstráling og framførsla er av slíkum slagi, at fólk ferð eftir ferð verða bergtikin av henni. Hon er ein stór song- kvinna, eitt óvanligt talent, og ikki minst hevur hon dirvið og viljan til at fáa nakað burtur úr sínum evn- um. Fyri tveimum árum síð- ani tók hon avgerð um, at hon skuldi bara fáast við tónleik. 16 ára gomul kvitt- aði hon skúla fyri at fáast við tað, sum hon hevur bestan hug til. Tónleik. Síðani hevur hon sligið navnið hjá sær fast í før- oyskum tónleiki. Hon hevur spælt fløgu inn, sum hevur verið sera væl dámd, og millum hæddarpunktini er eisini framførslan í Prix Føroyar finaluni í fjør, tá hon næst- an einsamøll vann kapping- ina fyri eygunum á øllum føroyingum. Hon spælir í bólkinum Clickhaze, og millum dugnaligu tónleik- ararnar í bólkinum er einki at taka seg aftur í, at hon er stóra drívmegin á pallinum. Íslendingar fingu illgruna Men alt hevur sín prís, og nú hevur Eivør gjørt av steðga fyribils. Íslendsku songfólkini Gardar og Óløf Kolbrún hava júst verið í Føroyum og havt skeið, og tey fingu beinanvegin illgruna um, alt var ikki, sum tað skuldi hjá Eivør. Tey mæltu henni til at steðga við framførslunum í stundini. Nógvu konsert- irnar, umfatandi venjingin og øll tann orka, sum Eivør hevur lagt í hetta arbeiði, hevur slitið upp á røddina og upp á sálarligu støðuna. – Tað var í grundini sera heppið, at Gardar og Óløf vóru í Føroyum júst nú. Tey merktu beinanvegin, at tað var ikki sama gentan, sum tey hava havt skeið við áður. Eivør var nú so merkt av strongd, at tað var einki at gera uttan at steðga, sig- ur Sædis Eilifsdóttir, sum er mamma Eivør. Tekur neyðugu tíðina Fríggjadagin fór Eivør til Íslands. Hetta fyri at sleppa burtur frá vanliga um- hvørvinum, so hon kann fáa neyðugu hvíldina. Í Íslandi skal hon búgva hjá Gardar og Óløf Kolbrún, og har fær hon høvi at byggja seg uppaftur. Óløf Kolbrún heldur, at Eivør hevur eitt sera stórt talent, og hon tosar ikki bara um eina gullrødd, men um stórar listarligar gávur, sum mugu verjast um, og tí er tað so umráðandi at stimbra og stuðla, soleiðis at hon kann mennast listar- liga og sálarliga. – Nú skal Eivør hava møguleikan at fáa ístaðin- fyri at geva í eina tíð, sigur mamma hennara. Í Íslandi skal hon fáa við- gerð, so røddin og kroppur- in kann koma fyri seg aftur. Hon skal savna orku, menna seg og so koma aftur við fullari styrki seinni. Nær hetta verður, kann eingin siga, men talan verð- ur í hvussu so er um fleiri vikur – kanska nakrar mán- aðir – áðrenn Eivør Páls- dóttir aftur kann upplivast á konsert. Strongd Eivør rýmd til Íslands at hvíla Røddin og kroppurin hjá 18 ára gomlu songkvinnuni eru útlúgvað eftir tvey krevjandi ár. Tí var hon heldur ikki við, tá Clickhaze spældi á føðingardagskonsertum hjá Tutl um vikuskiftið Fjølbroyttur rockur var á skránni, tá Tutl hevði jubileumskon- sert í Norðurlanda- húsinum leygar- kvøldið TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Grunge, punk, 70’ara rock- ur og kvæði vóru á skránni, tá fimm føroyskir rock- bólkar høvdu konsert í Norðurlandahúsinum leyg- arkvøldið. Tað var føðingardags- barnið Tutl, sum skipaði fyri konsertini. Tutl er í ár 25 ár, og tí fer plátufelagið at skipa fyri ymsum tiltøk- um fyri at halda serliga árið. Fyrstu tiltøkini av hesum slagi vóru um vikuskiftið. Føroyskir rockbólkar spældu á konsertum á Glyvrum, Tvøroyri og í Havn. Eisini fólkatónleik- urin og etniskur tónleikur var á skránni. Í Norðurlandahúsinum spældu Clickhaze, Mold, 200, Týr og Hatespeech. Tríggir av hesum bólkum hava gjørt nógv vart við seg í hesum árinum, meðan tveir teirra komu afturíaftur eftir drúgvan steðg. Í blaðnum í morgin hava vit reportasju frá konsertini í Norðurlandahúsinum. Rockurin tutlaði Petur Jensen var einsamallur sangari í Clickhaze á konsert- unum um vikuskiftið Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 14