Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80 Sosialurin Oyggjablaðið í VEstmanna KÁPLAR Menn gera klárt til at reinsa vatnrørini innan, og sum leiða vatni frá byrgingini til elverkið hjá SEV í Vestmanna. Nógvir káplar skulu bindast saman, áðrenn stóra arbeiðið kann byrja FISKA SÍL Tveir mans úr Klaksvík vóru í ørindum í Vestmanna. Eftir at ørindini vóru avgreidd - eftir arbeiðstíð - varð tráðan tikin fram. Og mín sann um tað ikki eydnaðist Jógvani Johannesen at fanga eitt sjósíl her við Fossá VENJING Hóast Vestmanna er serliga kend fyri m.a. hondbólt, kappróður og telving, verða eisini aðrar ítróttargreinar íðkaðar av vestmenningum. Nakrir dreingir úr bygdini bíða eftir bussi, sum skal føra teir til fótbóltsvenjing saman við 07 Vestur í Sandavági VENJA Vestmanna er góð sjóhavn, og tað vita eisini teir umborð á Junkarinum úr Kvívík ÁRAR Tummas Olsen riggar árarnar til Vestmenning. Ein ár var farin, so hann gjørdi ikki mætari enn at geva teimum øllum eina snøgging