Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80 26 Sosialurin Oyggjablaðið Vilmund Jacobsen Joen Hendrik Isaksen í Kvívík, vanliga róptur Henge, er ein av kendu og afturvendandi báta­ monn unum, sum í fleiri ár hava havt sigling sum ítriv í frítíðini. Saman við konu síni, Tóru, hevur hann ferðast bæði í Føroyum og uttanlands við báti sínum, sum í dag er ein 29 fót stórur Tresfjord Nordic. – Vit høvdu ein Master Combi, áðrenn vit keyptu henda bátin. Tann báturin bleiv longdur við hálvum øðrum metri, og eg setti nýggjan motor í hann. Hetta var ein góður bátur, sum eg hevði riggað til frítíðarsigling. Tá vit skiftu motor, fluttu vit hann samstundis longur aftur, soleiðis at pláss nú fekst til dupultsong millum motor og hús. Henge sigur, at Tresfjord­báturin ikki er longri enn Combi­báturin var, men hann er kortini einar 40 sentimetrar breiðari og er betri egnaður til frítíðarsigling. – Eg kann kanska siga, at vit hava arbeitt okkum spakuliga uppeftir, tí fyrsti báturin, sum beiggjar mínir og eg áttu, var eitt áttamannafar úr Kaldbak. Tann báturin varð eisini brúktur til frítíðarsigling, leggur hann aftrat. Henge vísir á, at Tresfjord­bát­ urin eisini kann brúkast til frí tíðar­ fisking, og tað heldur hann hevur nógv at siga fyri seg. Vóru á Toftum – Vit vóru á bátafestivalinum á Toftum næst seinasta leygar dag, og nú verður riggað til bátastevnuna í Vestmanna, sum vit gleða okkum nógv til. Joen Hendrik Isaksen sig ur, at tað ongantíð er nakar trupulleiki at manna bátin til slíkar stevnur. – Heldur er tað so, at truplari er at seta avmarkingar, so mann ingin ikki gerst alt ov stór, sigur hann. Tað eru nógv, sum hava hug til frítíðarsigling, og tá Henge og Tóra vóru á Toftum, vóru tey tilsamans seks fólk við bátinum. – Eg havi fast pláss til bátin hjá – okkum í Vestmanna, tí ikki er liggandi í Kvívík uttan í góðum veðri. Nú stevna verður, fari eg tó úr mínum fasta plássi og fari at leggja bátin við brúgvarnar millum hinar allar bátarnar, sum koma á stevnu. Tað er her, tað fer at ganga fyri seg, og tað er her, allir bátarnir, sum eru partur av stevnutiltakinum, vilja liggja. Henge sigur seg hava hugt at heimasíðuni hjá Vestmanna Ítrótt­ arfelag, sum hevur gjørt fitt burtur úr at siga frá, hvussu bátapláss og pláss til húsvognar kunnu út­ vegast. – Soleiðis, sum eg dugi at síggja, er rættiliga stórur áhugi fyri stevn­ uni hesaferð, og nógv pláss eru longu umbiðin. Bátastevnan í Vestmanna er nógv tann størsta bátastevnan í Før­ oyum, og vænt andi er, at einir 200 bátar fara at stevna av Fúta kletti und ir Vága land in um og inn eftir vágni í Vest manna tíðliga seinnapartin leygardagin. Út í Hest Í fleiri ár hevur verið vanligt, at nógv ir bát ar, sum eru ávegis til Vest mannar á stevnu, hava ligið nátt í Hesti, og her plagar at vera rættiliga lív ligt. – Bátarnir fara vanliga út í Hest fríggjadag og plaga at loysa aftur haðani móti miðdegi leygardag, soleiðis at teir eru undir Fútakletti, tá tann tíðin kemur. Vanligt hev­ ur eisini verið, at bátar leggja inn á vágna í Kvívík ávegis norður­ eftir, har onkur tekur fólk uppí, sum ikki hava verið úti í Hesti um náttina, men sum vilja verða við í siglingini av Fútakletti og inn á Vestmanna. Henge hevur fleiri ferðir verið við sínum báti í Hesti, men heldur ikki, at hann fer út hagar í ár. – Nei, eg haldi ikki, eg fari út í Hest í ár. Ikki tí, at mær ikki dámar at koma út í Hest, men eg haldi, at kvøldið har úti mangan stjelur burtur av leygar kvøld inum, sum hann tekur til. Tú hevur kanska hug at gerast ov tíðliga linur leygarkvøldið, tá tú fyrst hevur verið úti í Hesti náttina fyri, sigur hann brosandi. Henge sigur, at hestmenn eru blíðir at vitja og fleiri eru, sum plaga at hyggja oman í bátarnar – og kanska fáa upp í »nevið«. – Eg havi sagt við teir, at teir áttu at fingið pening burtur úr hesum fólkum, sum koma út at liggja á nátt. Eitt nú kundu hestmenn selt okkurt til matna – ella kanska kundu teir latið upp fyri dansi í bygdini eitt slíkt kvøld, leggur hann aftrat. Prát og hugni Men hvat gleða eini hjún sum Joen Hend rik og Tóra seg so til, tá ... húsvognurin er eisini ein fínur møguleiki til slíka samveru, sum ikki er so ólík henni, vit uppliva í bátunum... JOEN HENDRIK ISAKSEN Samvera, Ske SAMVERA - Vit gleða okkum til samveruna, sum bátalívið gevur okkum. Tað at hitta fólk, práta, skemta og hugna sær saman. Tað er hetta, sum er so stuttligt og gevandi við slíkari bátastevnu, sigur Joen Hendrik Isaksen í Kvívík, sum hevur verið á øllum bátastevnunum í Vestmanna. BÁTASTEVNA – Nú stevna verður, fari eg úr mínum fasta plássi og fari at leggja bátin við brúgvarnar millum hinar allar bátarnar, sum koma á stevnu. Tað er her, tað fer at ganga fyri seg, og tað er her, allir bátarnir, sum eru partur av stevnutiltakinum, vilja liggja, sigur Joen Hendrik Isaksen. Undir liðini á honum er konan, Tóra Mynd: Vilmund Jacobsen