mikudagur 12. mai 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80
Sosialurin
Oyggjablaðið
bátastevna er, sum nú í Vestmanna
leygar dagin?
– Vit gleða okkum til samveruna,
sum bátalívið gevur okkum og
øðrum, sum eru við. Tað at hitta
fólk, práta, skemta og hugna sær
saman. Tað er hetta, sum er so
stuttligt og gevandi við slíkari
samveru.
Henge sigur, at tey hava eisini
ein húsvogn, sum tey plaga at hava
við í Vestmanna, tá bátastevna er,
men hesaferð verða tað helst dóttir,
versonur og abbabørn, sum fara at
húsast í vogninum.
– Men tey koma tó við út í Vest
mannasund og út undir Fútaklett,
so tey kunnu verða við í siglingini
inn á Vestmanna, leggur hann
aftrat.
– Í fjør vóru Henge og Tóra ikki
á báta festivali á Toft um í báti, men
í hús vogni.
– Hús vognurin er eisini ein fínur
møguleiki til slíka samveru, sum
ikki er so ólík henni, vit uppliva
í bátunum, sigur Joen Hendrik
Isaksen.
vilmund@sosialurin.fo
mt og hugni
Vilmund Jacobsen
Joen Hendrik Isaksen og konan
Tóra Isaksen í Kvívík brúka bát
in, tey eiga, nógv til sigling um
sumrarnar, og umframt at vitja á
bátastevnum og øðrum stevnum
kring um í Føroyum, hava tey eisini
verið í Hetlandi saman, eins og tey
hava verið tvær ferðir á bátaferð í
Noregi.
– Ein slíkur bátur er ein so mikið
stór íløga, at skalt tú fáa nakra
gleði av henni, noyðist konan
at vera við uppá tað. Soleiðis er
hjá okkum. Vit hava bæði stóran
áhuga í hesum ítrivi og ferðingar
og frítíðarhátti. Vit hava havt stóra
gleði av báta sigling, bæði einsamøll
eins og saman við familju, vinum
og kenningum, sigur Joen Hendrik
Isaksen, vanliga róptur Henge.
Hann vísir á, at uttan lands
ferðirnar við bátinum eru tær
bestu, tey nakrantíð hava havt.
Dýrir bátar
Henge hevur tó eitt lítið hjarta
suff, nú vit røða um frítíðar sigling,
men hann leggur dent á, at suffið
á ongan hátt luktar av øvundsjúku,
og ei heldur er hetta á nakran hátt
illa meint.
– Í dag eru nógvir bátar so
óluksáliga stórir, flottir og dýrir,
at tú næstan følir teg illa at
koma við einum báti, sum »bara«
kostar eina hálva miljón. Hetta
er eitt sindur keðiligt, tí fert tú at
kappast við slíkar bátar, kann eitt
slíkt frítíðarítriv skjótt gerast ein
byrða.
Bæði Henge og konan Tóra eru
sera fegin um bátin, tey hava, tó
at hesin ikki á nakran hátt kann
samanberast við teir stóru og dýru
bátarnar.
Hann ásannar kortini, at tá
báturin hjá teimum liggur undir
liðini á einum av teimum stóru
og dýru bátunum, kann hesin
skjótt minna um eini lítla jollu í
samanburði við hin stóra.
Sjarman fer
Henge slær kortini kalt vatn í
blóðið.
– Vit føla okkum væl umborð á
okkara báti, og tað er hetta, sum er
avgerandi fyri okkum. Hin vegin er
tað kanska eitt sindur um tað, sum
onkur hevur sagt, at ein partur av
sjarmuni við bátasigling kann skjótt
rúka, um allir bátarnir gerast so
stórir og flottir, at vanligu bátarnir
púrasta detta burtur ímillum – og
menn kanska skulu føla seg illa,
sigur kvívíkingurin, Joen Hendrik
Isak sen, sum saman við konu síni
gleðir seg til bátafestivalin í Vest
manna leygardagin.
vilmund@sosialurin.fo
Sjarman við bátasigling má ikki rúka
LUKSUS – Í dag eru nógvir bátar so óluksáliga stórir, flottir og dýrir, at tú næstan følir teg illa at koma
við einum báti, sum »bara« kostar eina hálva miljón. Hetta er eitt sindur keðiligt, tí fert tú at kappast
við slíkar bátar, kann eitt slíkt frítíðarítriv skjótt gerast ein byrða, sigur Joen Hendrik Isaksen
Tóra