mikudagur 12. mai 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80
28
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Veðrið er av tí allarbesta hósdagin
í farnu viku. Sólin er frammi
viðhvørt, men tað er kuldi í luftini.
Umborð á bátinum Blásteini er
hann farin til arbeiðis. Tað ræður
í fyrsta umfari um at hava bátin
lidnan til stevnuna um vikuskiftið.
Men í øðrum lagi liggur eitt spenn
andi summar fyri framman.
– Ja, tá ein hevur ein slíkan
træbát, er neyðugt at mála hann
eina ferð um árið, slær Magni Blá
stein fast.
Hann er tó fult greiður um,
at alt viðlíkahaldið umborð
verður ikki liðugt til sjálva
Bátastevnuna. Ætl anin er
kortini, at Blásteinur verður
við, tá bátarnir koma sigl andi
inn á Vestmanna.
Hetta verður líkasum ein
venj ing ella upphiting til ta
stóru upp gávuna sum enn
einaferð stendur fyri framman í
summar. Í roynd og veru skal hann
til »roynd« um ikki so langa tíð, tí
fleiri bólkar úr fleiri hava longu
tikið av tilboðum hansara.
– Fyri teir er tað ikki ein spurn
ingur um kostnað. Teir koma
óansæð prísin, tí vit hava nakað
serstakt at bjóða teimum, sigur
Magni Blástein við einum brosi.
Í ár væntar hann at hava hesar
stuttleikafiskararnar í samanlagt
fimm vikur.
Hemarir
Magni Blástein hevur tey seinnu
árini rættiliga gjørt vart við seg
innan ferðavinnu og havfisking, við
serligum áhuga fyri hemaraveiðu og
hemarakapping kring oyggjarnar.
Henda kappingin fer fram á
hávetri, og hevur verið væl móttikin
av føroyingum. Men um summarið
ger Magni seg út við tilboðum til
føroyingar og kanska einamest
útlendingar.
Her kunnu nevniliga stuttleika
fiskarar kring allan heimin koma
til Vestmanna fyri at fáa sær eina
serstaka uppliving við tráðu í
hond.
Hetta er sætta árið at
út lendingar
hava
henda
møgu leikan, og fyri teir
hevur tað einki at siga, hvør
kostnaðurin er. Fyri teir eru
Føroyar og Vestmanna eitt so
sjáldsamt tilboð, at teir fegnir
ofra bæði tíð og pening uppá
tað.
– Ja, teir fyrstu koma longu
um slakar tríggjar vikur,
sigur Magni, ikki sørt
spentur á málinum. Talan er um
ein bólk av týskarum, sum koma 1.
juni og steðga her í eina slaka viku.
Fjórðu ferð
Einki kemur av ongum. Aftanfyri
tilboðið hjá Magna Blástein ligg
ur eitt stórt og miðvíst fyri reik
ingararbeiði, bæði heima í Føroyum
og ikki minst í øðrum londum.
– Eg havi brúkt nógva orku við at
at senda tilfar til tíðarrit, portalar
hjá stuttleikafiskarum og onnur
støð, greiðir Magni frá.
Nú fær hann úrslit av stríðnum,
tí tað er ikki frítt, at útlendingar
hava bitið á tilboð hansara. Talan
er ikki bert um týskarar, men higar
koma eisini írar, polakkar og danir.
– Eg haldi, at teir eru sera væl
nøgdir. Ja, tann eini bólkurin kemur
í ár á fjórða sinni, sigur hann við
einum brosi.
Teir bíTa á
Vestmanna – Eg kann so ikki siga annað enn, at arbeiðið mítt
at reklamera uttanlands hevur givið úrslit, sigur Magni Blástein.
Aftur í ár fær hann vitjan av týskarum, írum og póllendingum
sum bert hava havfiskiskap í huga. – Tað er líkt til, at teimum
eisini dáma hetta slagið av fiskiskapi í føroyskum farvatni
Hemarar um summarið
Tey seinastu árini hevur Magni
Blá stein tikið stig til ta serligu
hemara kappingina í Føroyum.
Henda kappingin hevur bert verið í ávísa
tíð á vetri, tá ein hevur hildið at mest
var til at hemara kring oyggjarnar.
Men Magni hevur nú funnið fram til,
at møguleiki er eisini at fiska hemara
um summarið á einum ávísum staði.
Hetta tilboðið fer eisini at standa
útlendsku stuttleikafiskarunum í boði,
nú teir í rættiliga stórum tali fara
at vitja oyggjar okkara í summar.
Sum skilst er ætlanin somuleiðis
at bjóða øllum teimum føroysku
hemarafiskarunum til eitt tiltak,
saman við útlendskum gestum,
ein leygardag í juli mánaði.
Sum tú sært er hetta eitt
rættiliga snævurt fólkaslag
Fyri teir er
tað ikki ein
spurningur um
kostnað. Teir
koma óansæð
prísin
VIÐLÍKaHaLD
Blástein varð bygdur í Noregi í 1963,
og hevði heimstað í Havn undir
navninum Tjørnunes. Í 2008 byrjaði
Magni Blástein at rigga hann til
ferðavinnu, og í fjør var fyrstu ferð
at hesin møguleikin var til staðar.
– Tað er altíð okkurt at takast við,
tá ein hevur bát, staðfestir hann
Mynd: Jens Kristian Vang