Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80 30 Sosialurin Oyggjablaðið Vilmund Jacobsen Hjúnini Kristian J. Glerfoss og Margit Glerfoss hava í fleiri ár átt áttamannafarið Meranti, sum Kristian hevur smíðað. Tey hava brúkt bátin nógv, síðan hann bleiv umbygdur til frítíðarbát. Kristian er sonur kenda báta­ smiðin í Mikladali, Jógvan Gler foss, sála, sum smíð aði nógvar bátar. – Maður mín dugir til alt, sum liggur til hendurnar. Hesi evni hevur hann fingið í vøggugávu. Tað hevur kona hansara, Margit, áð­ ur sagt við Sosialin, tá tey hava verið báta ferð. Sermerktur bátur Meranti varð flotaður sum eitt vanligt áttamannafar í 1981, men í 1992 tók Kristian bátin upp á land og umbygdi hann til frítíðarbát. Hann bygdi trý borð oman á og lokaði hann inni sum frítíðarbát. Hús og dekk eru úr aluminium. – Eg teknaði skabi lón ina sjálvur og læt skipasmiðjuna boyggja og sveisað mær alu miniumið sam an, sigur Krist ian Gler foss. Margit dugir eis ini væl til hend­ urnar, og hon syrgdi fyri at seyma dúkin, sum gjørdi bátin »heilan« har aft­ uri. Tað skerst ikki burtur, at báturin hjá hjúnunum, Kristiani og Margit, er nakað heilt fyri seg millum aðrar bátar. Hann er í fyrsta lagi eitt sera snøgt og væl frágingið handverk, sum hevur nógvar møguleikar, bæði til sovipláss, matgerð og felagsrúm, har hjúnini bæði undir góðum umstøðum kunnu sita og hugna sær saman – og saman við øðrum. Kristian og Margit hava altíð verið nógv í bátinum, og tey hava eisini verið saman á floti, tá høvið beyðst. Tað er serliga, síðan báturin varð umbygdur og flotaður aftur sum frítíðarbátur, at tey hava brúkt hann til útferðir, bæði í Føroyum, og ikki minni enn fýra ferðir hava tey siglt í norska skergarðinum. Við á Toftum – Vit vóru soleiðis eisini við á bátastevnuni á Toftum næst seinasta leygardag. Ætlanin var eisini at fara á bátastevnu í Vest­ manna nú leygardagin. Men vit fara í føð ing ardag í viku skift inum, og tí verða vit ikki við á bátastevnuni í Vestmanna. Kristian Glerfoss vænt ar kort ini, at fleiri bátar fara úr Havn og aðrastaðni til Vest mannar á báta stevnu leygardagin. Spurdur, um áhugin fyri frítíðar­ sigling er nógv vaksin, síðan hann umbygdi bátin fyrst í nítiárunum, staðfestir hann, at so er. – Jú, áhugin fyri frítíðarsigling er nógv vaksin, síðan vit byrjaðu at brúka bátin á henda hátt. Nógv fleiri eru komin við, og tað vísir seg, at hetta gerst alsamt meiri áhugavert fyri fleiri. Her eru nógvir møguleikar, og tað er at fegnast um, at fólk hava fingið eyguni upp fyri hesum. Kristian vísir á, at umfamt báta stevnurnar á Toftum og í Vestmanna, eru eisini fleiri aðrar summarstevnur, sum bátafólk leita sær á – og sjálvt ólavsøkan er nú eisini vorðin ein stevna, har bátar savnast, og bátafólk hugna sær saman. – Vit hava ligið í Vágsbotni einar tvær ferðir á ólavsøku. Hetta hevur verið sera hugnaligt, og vit hava havt nógvar gestir í bátinum. Vit hava verið á bátastevnu í Vestmanna, og vit hava verið í Klaksvík, tá Summarfestivalur er. Vit hava eisini verið í Nólsoy á ovastevnu, umframt at vit hava verið við á øðrum summarstevnum í báti. Leggjast kann í hesum sambandi aftrat, at tað er stóra og afturvendandi regattasiglingin av Eiði til Hósvíkar fríggjadag, ið líka­ sum leggur grund­ arlagið undir tí stóra bátatali, sum plagar at leita sær út til Nólsoyar á ovastevnu leyg­ ar dag. Í fjør eydnaðist veðrið tó so sera illa á ovastevnu, at bátatalið úr Hósvík til Nólsoyar eins og úr Havn og aðrastaðni gjørdist ógvuliga avmarkað. Líkindi vóru snøgt sagt ikki at fara um Nólsoyarfjørð hendan dagin. Tað er nú einaferð soleiðis, at ein bátastevna krevur, at veðrið er so nøkulunda, um bátar úr ymsum ættum skulu leita sær á stevnu. Kristian og konan Margit hava ongantíð siglt millum lond við Meranti, men hann heldur, at hetta saktans hevði latið seg gera. – Vit hava verið í Noregi fýra ferðir – við tveimum árum ímillum fram til summarið í 2006. Soleiðis vóru vit í Noregi í ár 2000, 2002, 2004 og í 2006. Saman við øðrum bátum og bátafólki fóru vit yvir til Bergens við Norrønu, og hetta riggaði væl. Men nú siglir Norrøna ikki til Noregs longur. Hann leggur aftrat, at hetta vóru alt sera góðir og minniligir túrar. Seinni í hesi grein greiðir Margit í stuttum frá, hvussu hon upplivdi hesar bátaferðir. Navnið Meranti Báturin hjá Kristiani og Margit hevur ikki altíð kallast Meranti. Upprunaliga var navnið Stjørn­ an, men tá Kristian hevði umbygt hann til frítíðarbát, valdi hann samstundis at geva bátinum nýtt navn. Onkur spyr, hvaðani navnið Meranti stavar, men tann søgan er bæði stutt og einføld. Tilfarið, sum Kristian brúkti til at innrætta bátin við, kallast meranti, og haðani kemur navnið. Tá báturin eftir umbyggingina kom útaftur úr kjallaranum hjá Kristiani og Margit, hevði Kristian givið honum hetta MERANTI givið Kristiani og Margit nógvar góðar løtur Seinastu árini hevur frítíðarsigling vundið nógv uppá seg í Føroyum og millum tey mongu, sum hava nógvar góðar løtur at minnast aftur á, eru hjúnini Kristian og Margit Glerfoss, sum bæði hava ferðast í Føroyum og uttanlands við áttamannafarinum Meranti, sum Kristian sjálvur hevur smíðað og seinni so sera hegnisliga hevur bygt um til frítíðarbát Kristian og Margit Glerfoss hava verið við á fleiri stevnum kring landið, men tey hava eisini siglt kring um oyggjarnar, bæði einsamøll og saman við øðrum. Túrarnar í norska skergarðinum minnast tey sum nakað heilt serligt Mynd: Vilmund Jacobsen