Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. mai 2010 · Nr. 80 Sosialurin Oyggjablaðið navnið. Nú vit hittu Kristian í telefonini mánakvøldið, hevði hann Margit við sína lið. – Mær hevði dámt betri, um hetta var eitt 10-mannafar, men Meranti er ein ógvuliga sjógóður bátur, og vit hava verið sera glað fyri hann. Soleiðis málbar Margit seg eisini, tá vit á summri í 2006 hittu hana og Kristian á bryggjuni í Bergen. Hon hevði skift knæ um várið og noyddist at ganga við høkjum, men tað helt henni ikki aftur í at fara til Noregs á bátaferð. Eins og Kristian, hevur Margit rættiliga notið tilveruna í bátinum um sumrarnar. – Vit hava verið ógvuliga fegin um túrarnar í Noregi, sum hava verið nakað heilt serligt. Hesir hava rættiliga fest seg í minnið fyri lívið. Vit hava siglt innanskers millum smáu plássini, og siglt hevur bara verið, meðan dagur er. Um kvøldið hava vit hugnað okkum saman. Vit matgera í bátinum, og hevur veðrið verið gott, hevur grillin verið tendrað - og viðhvørt hava vit verið á plássum, har felagsgrill hevur verið. Hon sigur, at fólk, sum tey hava hitt á leiðini, hava verið blíð og fyrikomandi, og tað er ikki so sjáldan, at hesi hava verið við í hugnanum um kvøldarnar. – Onkuntíð hava vit skipað fyri føroyskum kvøldum í felagshúsum, sum eru kring um í bygdunum. Her hava vit havt føroyskan mat, og vit hava sungið afturvið hugnaligum harmoniku-ella guitartónum, sigur hon. Margit heldur annars, at nógvir og góðir møguleikar eru við sigling í Føroyum. – Vit hava verið við á fleiri stevn- um, men vit hava eisini siglt kring um oyggjarnar, bæði einsamøll og saman við øðrum. Er veðrið gott, plaga vit at grilla okkum okkurt til matna. Jú, okkum dámar ógvuliga væl at brúka tíðina í bátinum um sumrarnar, tá veðrið er til vildar. Báturin hevur verið okkum til stóra gleði, sigur Margit. Kristian og Margit Sum blaðungur var Kristian Gler- foss sjómaður, men skjótt fór hann at fáast við timbur. Hann lærdi bátasmíð hjá pápanum, og í húsunum hjá Kristiani og Margit í Kráargøtu á Argjum, er stórur kjallari, har pláss er at byggja og umvæla bátar. Kristian er eisini útbúgvin timburmaður, og saman við øðrum hevur hann gjøgnum árini smíðað fleiri sethús. Í 14 ár arbeiddi hann á Verk- staðnum Vón, og í átta ár var hann á timburdeildini á Blindastovninum. Margit Glerfoss, sum dugir væl til hendurnar og hevur havt undirvísing í handaligum arbeiði, ansaði børnum í 26 ár, og hetta arbeiði dámdi henni ógvuliga væl. Nú hjúnini, sum bæði eru farin um pensjónsaldur, ikki fáa høvi at verða við á bátastevnuni í Vestmanna, fara tey at leggja ætlanir um, hvør næsti túrur verður í summar. Tey hava longu verið hin fyrsta felagstúrin í ár, sum var á bátafestivalinum á Toftum næst síðsta leygardag. Enn er summarið ikki byrjað, og tí bíðar teimum nú ein spennandi tíð í snotuliga og væl riggaða áttamannafarinum Meranti. vilmund@sosialurin.fo ... áhugin fyri frítíðar sigling er nógv vaksin. Nógv fleiri eru komin við, og tað vísir seg, at hetta gerst alsamt meiri áhugavert fyri fleiri... KRISTIAN GLERFOSS Onkur spyr, hvaðani navnið Meranti stavar, men tann søgan er bæði stutt og einføld. Tá Kristian Glerfoss hevði umbygt bátin til frítíðarsigling, broytti hann eisini navnið Mynd: Vilmund Jacobsen vestmanna – Vit vóru á bátafestivalinum á Toftum næst seinasta leygardag, men nú leygardagin fara vit í føðingardag. Tí sleppa vit ikki til Vestmannar hesaferð. Eg ivist tó onga løtu í, at nógv bátafólk fara at hugna sær í Vestmanna leygarkvøldið, sigur Kristian Glerfoss Mynd: Hilbert Elison Vest Pack PF. · FO-350 Vestmanna · tel 42 41 07 Fax 42 45 09 · vestpack@vestpack.fo · www.vestpack.fo VEST PACK ...meira enn pakkitilfar Vit veita eisini... oljusperrur kjølsvín absorberandi ørk v.m. Vest Pack og Farpack eru eitt felag