Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-12, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 33 Mikudagur 12. mai 2010 minnist best, eru høgtíðirnar. Tá var sjálvsagt stákast. Men tað varð eisini lisin lestur og sungið. Jón minnist enn vøkru røddina hjá mammuni, tá ið hon sang. Hon gjørdist ikki gomul, bert 42 ár. Jón minnist mammu sína sum eina stórbæra kvinnu. Jón er føddur 8. november 1920. Hann búði á Vattarnesi til 1947. Tá flutti hann til Eyri í Fáskrúðsfirði, har hann hevur búð síðan. Jón fór á ungum árum at fiska saman við pápa sínum, og hann hevur verið útróðrarmaður til hann var 79 ára gamal. Tá ið hann gavst, fór Jón at skriva niður fiskimið hjá bátum á Eystfjarðum. Hann hevur eisini skrivað ymisk minnisbrot úr gomlum døgum. Hesi hevur hann savnað í bókini »Í veldi Vattar og Kolfreyju,« sum kom út í 2008. Fór seks ára gamal at fiska Jón greiðir frá, at tá ið hann var seks ára gamal í 1927, fekk pápi hansara ein Sabb motor í bátin. Tá kundi sparast ein maður við at lata smádreingir stýra upp, tá ið línan skuldi dragast. Pápi kundi seta línuna einsamallur, men táið línan skuldu dragast, kom Jón við sum maður. Tað var eisini nógvur fiskur at fáa. Eina ferð var báturin so tungur, at tá ið teir komu inn móti Vattarnestanganum, gjørdist gjálvut, og báturin fór at drekka sjógv. Jón mátti tá fara at pumpa. Men hetta spældi væl av. Tá føldi Jón seg sum ein rættiligan mann. Í 1933 keypti pápin ein føroyskan bát, sum kallaðist Valur. Hann hevði ein 3 hesta Sabb motor, og legði hann mangan góðan fongin á land. Skúlagongdin hjá Jón var ikki tann stóra. Skúlaskyldan var frá 10 til 14 ár, og skúlagongdin var bert 8 vikur á vetri. Men lærarin Vigfús Guttormsson legði stóran dent á, at leggja mest møguligt av mentan í børnini. Tey fingu at lesa uppá heima og vórðu yvirhoyrd í tí. Men hóast lítla skúlagongd, so hevur ikki bilað! Jón fór so ikki í skúla aftur eftir konfirmatiónina. Tá fór hann fast at rógva út saman við pápa sínum. Tað vóru heldur ikki pengar til nakra víðari skúlagongd. Hann var fyrstu ferð formaður á báti 14 ára gamal. Tá skuldi mamman eiga barn, og pápin mátti vera eftir hjá henni. Sum í Føroyum fingu fólk har á leiðini ikki pengar um hendur, fyrr enn kríggið kom, og farið var at sigla við feskfiski til Onglands. Kríggið gjørdi eisini, at meira rúmsátt gjørdist á grunnunum, tí tá hvurvu bretsku trolararnir. Á Vattarnesi merktu tey eisini kríggið á tann hátt, at bretar fingu ein støð har. Teir komu longu 4.juli 1940. Summir av hermonnunum búðu hjá privatfólki, meðan aðrir búði í eini barakk. Tað hendu tvær vanlukkur orsakað av krígnum. Eitt norskt flogfar datt niður, og manningin doyði. Tað var eisini ein minu­ spreinging. Henda fekk menn at gevast við at rógva út. Tó við undantak av pápa Jón, sum hann sigur hava verið ein harðbalnan mann. Úlfar var annars einaferð í Lorvík og ferðaðist, og fekk hann tá heilsa uppá nógvar av sínum gomlu kenningum. Føroyingar á Vattarnesi Jón skrivar eisini um føroyingar á Vattarnesi, hann minnist væl nógvar av teimum. Teir vóru upp til 48 føroyingar. Av hesum vóru teir 40 úr Lorvík. Hann nevndi fleiri teirra. Ein av teimum var Jógvan við Stein, sum hann hevði góð minnir um. Hann var av allar bestu sjómonnum. Tað var sera stuttligt hjá Jón at kunna heilsa uppá hansara abbasynir, sum vóru við á ferðini. Eisini tók hann til Edvard Hansen úr Lorvík. Hann hevði konu sína við, og hon róði eisini út saman við honum. Men hann minnist eisini nóls­ oyingar. Ein teirra var Villi, sum var pápi Ova Joensen. Hin kallaðist Kalli. Hetta var um 1924­26 Á Vattarnesi vóru eini seks húski. Tey høvdu nógv børn, so fólkatalið var um 60­70. T.v.s. at tað vóru næstan líka nógvir føroyingar í bygdini sum íslendingar. Og av vaksnum fólki vóru nógv fleiri føroyingar. Men viðurskiftini vóru góð. Føroyingarnir lærdu íslendingar at virka fiskin á ein betri hátt, enn teir sjálvir gjørdu tað, ikki minst við at hava væl brýndar knívar. Tað vísti seg eisini, at marknaðurin vildi helst hava fisk, sum var tilvirkaður, sum føroyingar gjørdu tað. Jón minnist eisini sunnudagar, tá ikki var róð út. Tá var gaman í bygdini við føroyskum dansi og øðrum til skemtunnar. Í dansinum var tað Edvard sum skipaði. Føroyingarnir plagdu eisini at sparka fótbólt og telva. Her var tað eisini Edvard sum skipaði fyri. Annars hevur Jón fingist við mangt og hvat. Hann hevur verið við í felagslívi og verið limur í »hreppnevnd«, sóknarstýri. Jón hevur eisini virkað saltfisk. Hesin saltfiskur fekk so gott ummæli, at hann varð hildin fyri seg sjálvan, tá avskipað varð. Helst man hetta vera tí hann hevur lært av føroyingum at virka fyrsta floks saltfisk. Jón er ein sera spennandi maður at hava hitt. Hann var ein veruligur føroyavinur. Góð minni um føroyingar Aðalbjørn Úlfarson, beiggi Jón Karl, f. 1928, minntist væl føroyingar. Teir vóru góðir menn og sera góðir við børn. Tey fingu manga keksina frá teimum. Hann greiddi frá, at á Vattarnesi hevur altíð verið smábátaútróður. Um várið komu nógvir fremmandir útróðrarmenn, eisini íslendskir. Føroyingar vóru yvirhøvur óførir menn, men serliga tekur hann til ein. Tað var tann umrøddi Jóan Petur Eliasen, sum var ættaður úr Mikladali. Hann róði út á Vattarnesi nógv ár. Teir búði niðri á Bakkanum, sum tað varð kallað. Har vóru bygd hús, sum teir leigaðu. Húsini vóru í einari hædd við høgari reising. Menninir búðu uppi á loftinum, og niðri undir saltaðu teir veiðuna. Í fjøruni undir húsunum vóru bátadráttirnir. Íslendsku útróðrarmenninir búðu so aðrastaðni. Nakað nógv seinni kemur Aðalbjørn at arbeiða í Vestmanna­ oyggjunum saman við Poul Jákup Djurhuus úr Kollafirði. Poul Jákup fær at vita, at Aðalbjørn er av Vattarnesi, og her var Poul Jákup ofta undir krígnum og keypti fisk frá útróðrarbátum. Hann greiddi Aðalbjørn frá, at hann mintist serliga eina ferð, at bátur kom av útróðri við lítlum drongi við róðrið, meðan hinir gjørdu reint. »Drongurin skuldi leggja at skipinum, men ikki bar til. Hann royndi aðru ferð, men tá bar heldur ikki til. So bað eg hann leggja bátin stillan, so skuldi eg koma við skipinum til hansara, tá bar til.« Tá vísti tað seg, at drongurin var júst Aðalbjørn. Tilvildin hevði ført teir saman í Vestmannaoyggjum. Teir fingu tá okkurt meira at práta um. Valurin, føroyski báturin hjá Úlfar í fjøruni á Vattarnes Føroyskir bátar á Vattarnesi fyri fullum seglum Framhald á síðu 34