mikudagur 12. mai 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
Miðvikan
34
Framhald frá síðu 33
Mikudagur 12. mai 2010
Farvæl til Vattarnes
Útróðrarmenn úr Føroyum dugdu
ikki at hugsa sær til, at teir sluppu
ikki til Íslands at rógva út, tá ið
Ísland loysti frá Danmark í 1944.
Teir valdu sær eina nevnd at fara
til Íslands at samráðast við tað
nýggja yvirvaldið í Íslandi at fáa
eina sáttmála í lag við íslendingar.
Millum sendimenninar var Jóan
Petur Eliasen. Hann hevði so ofta
verið talsmaður hjá føroyingum.
Honum høvdu teir álit á. Hann var
ansin og vitugur maður, sum ikki
leyp framav.
Men einki kom burturúr hjá
teimum. Gamli útróðrarformaðurin
úr Lorvík var ikki sørt vónsvikin.
Hann hevi væntað sær frægari
sømdir av teimum, sum hann helt
vera vinir sínar. Men á Vattarnesi
átti hann hóast alt vinir, tí ein
kvinna í bygdini bjóðaði honum
heim til sín at vera, meðan hann
bíðaði eftir at sleppa heim.
Eina ferð sá gamli útróðrar
formaðurin nesið aftur. Hetta var
í august 1945. Hetta var seinasta
ár føroyingar róðu út á Vattarnesi.
Jóan Petur var ikki við ta ferðina.
Synir
hansara
høvdu
keypt
bátin Viðanes, og teir royndu á
Eysturlandinum, og har var gamli
við. Ein dagin teir fara inn á Eski
fjørðin, sigla teir framvið einum
skipi, sum liggur har og keypir fisk
á Vattarnesleiðini.
Jóan Petur hyggur uppá land og
sær øll støðini, sum vóru so kend
hjá honum. Hann kennir eisini
menninar umborð á skipinum.
Hann heilsar »Góðan dag, góðan
dag!« Menn veittra og eina løtu
brosa gamlir kenningar til hvønn
annan. Viðanes heldur fram sína
leið. Jóan Petur heldur í vantið og
veittrar. »Farvæl,« rópar hann. Tað
var seinasta heilsan hjá tí gamla
manninum til gomlu summarstøð
sína og fólkið har.
Eitt pussugt samband varð tó
við Vattarnes í 1979. Tá misti tann
umrøddi Edvard ein boyu á útróðri.
Hon var funnin aftur á Vattarnesi.
Nógvir av lorvíkingunum fingu
eisini síni íslendsku kelinøvn heim
við sær aftur til Lorvíkar, har tey
vórðu brúkt.
Tað skal skoytast uppí her, at
á Bakkafjørðinum varð ikki kvett
á stokkinum sum á Vattarnesi við
føroyska útróðrinum. Har hildu teir
á fram til 1949.
Jóan Jakku á Gerðismørk
var eisini á Vattarnesi
Ein av teimum mongu lorvíking
unum á Vattarnesi var Jóan Jakku
Jacobsen á Gerðismørk. Hann
mintist Jón eisini væl. Jón minnist
hann serliga av ti, at hann ofta las
í Bíbliuni. Jóan Jakku var virkin
missiónsmaður.
Hann var fyrstu ferð til lands á
Vattarnesi í 1912, tá hann var 16 ára
gamal. Tað var tá trupult at ferðast,
men við lagaligheit varð lætt nógv
um. Teir fóru til Íslands við Floru
hjá Bergenske Dampskibsselskab.
Teir vóru so lagaligir, at teir tóku
lorvíkingarnar umborð í Lorvíks
firði. Teir vórðu eisini settir á land
á Vattarnesi heldur enn á Fáskrúðs
firði, sum vildi verið meira óhøgligt.
Ferðaseðlaprísurin var tá kr. 12 fyri
mannin og 20 kr. fyri bátin.
Jóan Jakku greiðir frá eini
serligari hending í 1915, tá útróðrar
menn vóru á veg heim við Vesta.
Fyrri heimsbardagi var tá, og skipið
varð tikið av bretskum verjuskipi.
Fyrst var tað inn til Onglands.
Síðan komu teir til Danmarkar
við øllum fólkinum. Heimafólkið
var við at gerast bangið um útróðr
armenninar, men teir komu so heim
í øllum góðum. Jóan Jakku var ikki
sjálvur við á teirri ferðini. Hann var
ein av teimum, sum var eftir hjá
fiskinum, og teir komu heim nakað
samstundis sum hinir.
Tey seinnu árini lakasaltaðu
teir nógv av fiskinum. Teir gjørdu
sær stórar kassar, sum mundu taka
um fimm skippund at lakasalta
í. Tað fór nógv minni av salti til
lakasaltaðan fisk.
Teir turkaðu eisini nakað av
fiskinum. Tað var nógv arbeiði av
hesum, men prísurin var nógv betri.
Teir høvdu altíð nýggjar bátar
við sær til Íslands. Íslendingar
vildu fegnir keypa bátarnar frá
føroyingunum. Teir fingu eisini
nýggjar bátar smíðaðar í Føroyum.
Jóan Petur Eliasen róði út á
Vattarnesi í 37 ár. Hann hevði hesi
árini 57 bátar við til Íslands. Fyrst og
fremst til sín sjálvs, men eisini bátar,
hann lat smíða fyri íslendingar. Teir
flestu vóru smíðaðir í Lorvík.
Tað var trongligt at búgva. Eitt
árið vóru teir 13 mans i felag. Tá
svóvu 11 mans í einari song!
Kosturin var yvirhøvur vána
ligur. Menn høvdu tó onkran mat
við sær sum skerpikjøt. Men tað
góða var, at teir fingu nógvan fugl.
Beint uttanfyri Vattarnes er ein
lítil oyggj, Skrúður. Her er nógvur
fuglur, bæði lundi og lomvigi.
Bøndurnir, sum áttu oynna, góvu
teimum loyvi til at fara út á hana at
fáa sær fugl. Teir, sum komu tíðliga,
fingu eisini egg.
Lendingin á Vattarnesi var so
sum so. Á fjøru var langt at bera
fiskin niðan í kjallaran. Tað var hált
at ganga við fiskabøruni, sum kundi
taka 220 pund. Var tað flóð, tá teir
komu í land, var vegurin niðan í
kjallaran sjálvsagt stytri. Tey seinnu
árini høvdu íslendingar, sum róðu
út har, gjørt sær træbrúgvar út í
sjógvin. Hesar kundu føroyingarnir
eisini brúka. Hetta lætti nógv um.
Íslendingarnir vóru ymsa staðni
frá. Teir sum vóru úr Grindavík
høvdu tann sið, at tá báturin var
leysur av landi, stungu teir árarnar
undir bekkin. Tað sá tá út, sum at
teir signaðu seg, áðrenn teir fóru til
árarnar.
Selma Kristiansen, dóttir Jóan
Jakku, greiðir frá, at pápanum
dámdi so væl á Vattarnesi, at hann
hevði hug til at búseta seg har. Men
konan segði nei.
Hon minnist eisini, hvussu stutt
ligt tað var at fáa pápan heim aftur.
Tá hevði hann ber, kandisukur og
kummankringlur við sær. Hetta
var forkunnugt hjá børnum í
Føroyum.
Jóannes Johannesen, kallaður
Lorvíks Jóannes, sum hevði verið
nøkur summur á Vattarnesi, keypti
sær ein bóndagarð har á leiðini og
ætlaði at flyta yvir. Menn hann
seldi so garðin aftur.
Kirstin Jacobsen takkar saman við Maju og Karl Johann Birgissyni Jón
Úlfarson fyri hansara luttøku á ógloymandi ferðini til Vattarnes
Úr fjøruni á Vattarnesi á sumri 1941. Kristin Sørensen umborð á
Skrápinum, bátinum hjá Edvard Hansen úr Lorvík. Hvør man Kristin vera?
Vattarnes í 1925
Komandi partur
fer at snúgva seg um føroyska fiskivinnusøgu á Norðfjørðinum